fríggjadagur 20. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 203 - 20. oktober 2006
Hósdagin 19. okto
ber var skipað fyri
móttøku á Maskin
meistaraskúlanum
undir Krákugjógv í
sambandi við, at Páll
Ismarsson Joensen
hevur starvast sum
lærari á skúlanum 25
ár
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Páll Ismarsson Joensen er
tann í løtuni nógv umtalaði
persónurin, sum verandi
leiðslan fyri Vinnuháskúlan
hevur ætlanir um at siga úr
starvi.
Móttøkan, sum fakfelagið
fyri lærarar, sum starvaðust
á Maskinmeistaraskúlanum
áðrenn samanleggingina
við Føroya Sjómansskúla,
skipaði fyri, kom í lag í
seinastu løtu av tí, at eingin
veruliga var greiður yvir, um
Páll fór at náa stóra dagin
sum lærari, ella um hann
varð uppsagdur áðrenn.
Nógv fólk høvdu leita sær
sær niðan undir Krákugjógv,
so stóra, ljósa matstova skúl
ans varð fullsett, og løtan
gjørdist avbera hugnalig.
Fólk frá nógvum ymiskum
fyritøkum, stovnum og
feløgum vóru komin at
heilsa uppá Páll. Nógvir
starvsfelagar, verandi og
fyrrverandi, eins og fyrr
verandi næmingar og næm
ingar, sum í løtuni ganga á
Maskinmeistaraskúlanum.
Einki umboð fyri Menta
málaráðið møtti. Heldur ikki
var nakar frá leiðsluni fyri
Vinnuháskúlan.
Rættiliga nógvar røður
vóru hildnar til heiðurs fyri
Páll, tað tók nærum ongan
enda. Fyriskipararnir kendu
seg nærum noyddar at geva
fólki avmarkaða talutíð.
Søga Pálls sum skúlans
maður varð væl og virðiliga
útgreinað, og tað var ikki
smávegis rós, hann fekk.
Øll kenna Páll frá sínum
sjónarhorni, starvsfelagar,
næmingar, umboð fyri SEV,
Maskinmeistarafelagið,
Fiskimannafelagið, Føroya
Sjómansskúla, Tekniska
Skúla o.s.fr., og øll høvdu sítt
boð uppá, hvussu tey kenna
Páll sum tann dugnaliga,
hegniga,
nærlagda
og
sjáldsama góða læraran,
sum hann í roynd og veru
altíð hevur verið og enn
er. Eisini tá ið langa søga
skúlans við ringum korum
varð umtalað, hvussu stóran
leiklut Páll altíð hevði sum
undangongumaðurin, íbirt
arin og tann, ið helt áfram,
inntil alt var liðugt gjørt.
Flestu vóru eisini samd um,
at Páll eigur sín stóra part
av æruni av, at skúlin undir
Krákugjógv gjørdist veru
leiki, og at øll tann útgerð,
ið har stendur, nakrantíð var
fingin til vega. Ongin skilti
hví Páll skuldi rekast á dyr.
Onkur fyrrverandi næmingur
segði, at teir sum næmingar
skiltu ikki, hvussu lærararnir
á Maskinmeistaraskúlanum
megnaðu at vera lærarar fulla
tí og samstundis tilvirka alla
ta útgerðina, sum gjørd varð
til royndir o.a.
Teir sum hildu røðu vóru
t.d. Magnus Simonsen,
Finnur Johansen, Poul
Kristian Henriksen, Niels
Johannesen, Helgi Hansen,
Regin Olsen, Óli Jacobsen,
Egon Øregaard og Dávur
Holm Jacobsen.
25 ára starvsdagur:
Móttøka á Maskinmeistara
skúlanum
Tummas Andreasen, fyrrverandi lærari á skúlanum, Páll Ismarsson Joensen og Jóhan David
Joensen, fyrrverandi næmingur á skúlanum
Hósdagin var móttøku á Maskinmeistaraskúlanum undir
Krákugjógv í sambandi við, at Páll Ismarsson Joensen hevur
starvast sum lærari á skúlanum í 25 ár
Nakrir starvsfelagar f.v.: Annika við Skipá, Helgi Hansen, Páll Ismarsson Joensen, Poul Kristian
Henriksen og Niels Johannessen
Hósdagin 19. oktober var
innanhýsis hátíðarhald á
Tjaldurs Apoteki í Havn
í sambandi við at trý av
starvsfólkunum hava arbeitt
har í 40 ár.
Talan er um tær tríggjar:
Frederikka Hovland, Óluva
Magnussen og Halgerð á
Argjaboða.
Tær fóru í læru sum
defektrisur á Tjaldurs Apoteki
við Áarvegin í 60-unum
og hava arbeitt har síðan
tá. Í dag eitur útbúgvingin
pharmakonomur.
Tjaldurs Apotek:
Tríggir 40 ára
starvsdagar
Hesar hava arbeitt á Tjaldurs Apoteki í 40 ár, f.v.: Frederikka Hovland, Óluva Magnussen og
Halgerð á Argjaboða
Mynd: Jens Kristian Vang
Internet