Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 15 tíðindi Støðan er syndarlig, sigur Leila Solmunde, forkvinna í Megin­ felag Teirra Brekaðu Rørslutarnað og almennir bygningar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyski skúlin er ikki fyri øll. Kirkjan í Føroyum er held­ur ikki fyri øll. Tað eru bygdarhús og sam­komuhús heldur ikki. Tað hevur Leila Solmunde fingið at sanna. Leila Solmunde er for­ kvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF. Fyrr í ár ferðaðist hon landið runt í koyristóli fyri at vita, hvussu almennir bygningar eru hóskandi hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í. Har, sum hon ikki ferð­ aðist, vóru tað onnur umboð fyri MBF, sum kannaðu teir almennu bygningarnar. Úrslitið av rundferðini er ein bók sum verður al­mannakunngjørd týs­ dagin, tá ið MBF fyllir 25 ár. Hendan bókin er ein vegvísari, sum skal vísa rørslutarnaðum á, hvørjar almennar bygningar í Før­ oyum tey sleppa inn í og, hvussu umstøðurnar hjá rørslutarnaðum eru í hesum bygningum. At gera almennar bygn­ ingar í Føroyum atkomulig­ ar hjá rørslutarnaðum, hev­ ur í nógv ár verið eitt hitt fremsta hjartamálið hjá MBF. - Rørslutarnað skulu ikki sita heima, bara tí at tey ikki sleppa inn í ein almennan bygning við koyristóli, tí tað er púra óneyðugt, sigur Leila Solmunde. Nógvir syndarar Og tað kann skjótt stað­ festast, at á hesum øki stend­ur rættiliga illa til í Føroyum. Leila Solmunde sig­ur, at sum heild eru al­menn­ir bygn­ ingar sera illa atkomuligir hjá rørslutarnaðum. Hon sigur, at tað er javnt illa statt um alt landið. - Tað ber ikki til at siga, at støðan er verri summa­ staðni í landinum og frægari aðrastaðni í landinum. Tað eru nógvir syndarar, men annars ongir vinnarar og ongir taparar, sum hon mál­ ber seg. Men hon sigur, at tað var heldur ikki endamálið við hesi rundferðini kring landið at finna vinnarar og taparar, – Endamálið við hesum tiltakinum er at skumpa eitt sindur undir politikarar í Løgtingi og í kommunum fyri at fáa teir at gera meiri við at laga almennar bygn­ ingar til, so at tað eisini ber til hjá rørslutarnaðum at brúka teir ótarnað. – Leila Solmunde sigur, at politikarnir hava ein lykla­leiklut í hesum, tí tað eru teir, sum skulu játta pengarnar og við ongum pengum gerst heldur onki. Skúlarnir eru teir stóru syndararnir Forkvinnan í MBF sig­ ur, at serliga galið er tað í skúlunum, kommunu­ skriv­stovum, kirkjum og samkomuhúsum. Men bygdarhús og aðrir bygningar eru lítið mætari. – Tað eru heilir 60- 70% av øllum skúlum í Før­oyum, sum tað ikki ber til hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í. – Tað eru teir heilt stóru syndararnir, leggur hon afturat. Men tað er næst­an líka galið í øðrum bygn­ ingum. – Tað var ikki meiri enn tað hendi seg, at eg slapp inn í eina kommunuskrivstovu. Hon heldur, at ein orsøk til hetta er, at nógvar komm­ unuskrivstovur eru gjørdar í gomlum sethúsum, sum eru keypt til kommununa. Men so er peningur ikki brúktur til at gera tær at­komu­ligar hjá rørslu­tarn­ aðum. Hon sigur, at nógva staðni eru tað høgar trapp­ ur, sum eru forðingin hjá rørslu­tarnaðum. Men heilt nógvastaðni eru tað bara smáttarí, sum skulu broytast fyri at rørslu­ tarnað kunnu ferðast frítt í teimum. - Ein vanligur trupulleiki er, at tað bara er ein gátt, sum er ov høg. Leila Solmunde sigur, at onkustaðni høvdu tey gjørt skráar til almennar bygningar sum koyristólar kundi fara eftir, men so var ein gátt í úthurðini, sum gjørdi tað ómøguligt at sleppa inn. - Tað vísir seg, at 15 sentimetrar er standard fyri gáttir í hesum landinum, leggur hon afturat. Men tað vísir seg eis­ ini, at nógva staðni eru um­byggingar og ábøtur gjørdar í nýggjari tíð, utt­an at hugsað er um atkomu­ møguleikarnar hjá teimum brekaðu. Tað er eisini vanligt, at almennir stovnar leiga frá privatum, men har verða krøv ikki sett til útleig­ aran og tað er eisini ein trupulleiki. Brúka wc hjá brekaðum til goymslu Leila Solmunde vísir kortini eisini á, at tað eru ikki bara trappur og gáttir, sum eru ein forðing. – Ein rættiliga stórur trupul­leiki er nakað so undar­ligt, um tað, at wc, sum er ætlað brekaðum í almennum bygningum, verð­ur brúkt til goymslu. – Tað er tíverri heilt van­ ligt. Tað mest vanliga er, at wc til brekað verður brúkt til at goyma sápudunkar, spannir og aðra útgerð hjá vaskikonuni í. Men tað verður eisini brúkt til aðra goymslu. Forkvinnan í MBF sigur, at allastaðni hon er komin fram á slíkt, hevur hon víst á, at er brúk fyri at taka eitt wc til goymslu, er tað skeivt at taka wc til brekað. – So kunnu tey taka tað vanliga wc, tí øll kunnu brúka wc til brekað, men tað eru ikki øll, sum kunnu brúka tað vanliga wc. Tað er betri at gera eitt wc, sum øll kunnu brúka, heldur at gera tvey wc, har nøkur ikki kunnu brúka tað eina. Tankaloysi og skeivur hugburður Hon er greið yvir, at alt hetta verður ikki gjørt av mótvilja ímóti teimum brek­ aðu. – Hetta er tankaloysi og eitt tekin um manglandi ella skeivan hugburð og ofta skal ikki meiri til enn at broyta tankagongd og hugburð fyri at gera umstøðurnar hjá rørslutarnaðum nógv betri. Eitt annað, sum er ein stór forðing hjá brekaðum, eru gongubreytirnar framvið veg­unum. – Tað er til ógvuliga stóran ampa, at gongubreytirnar allastaðni eru høgar og at tað alt ov fáa staðni skráar niður ímóti vegnum, so at fólk í koyristóli kunnu koyra upp á og av gongubreytini. - Tað er næstan bara frammanfyri bilskúrðar og har bilar koyra, at tað er hugsað um at gera skráar í gongubreytina. Bilarnar hava tey hugsað um, men tað er ikki hugsað um tey, sum sita í koyristóli. Leila Solmunde sigur, at sostatt er nógv at fara í holt við. Men fyrst og fremst er neyðugt at fara í holt við at broyta hugburðin. Hon heldur, at tað er í hug­burð­ inum, at tær størstu forð­ ingarnar eru, tí nógvar av broytingunum, sum skulu gerast í trappum, gáttum og gongubreytum, kosta ikki alla verðina. Annars ásannar hon, at nógvir batar eru hendir hesi seinastu árini. Men hon ásannar samstundis, at tað er langur vegur eftir á mál, áðrenn rørslutarnað hava javnbjóðis møguleikar við øll onnur at ferðast og virka í samfelagnum. – Tí vónar hon, at hesin nýggi vegvísarin hjá MBF kann fáa rættiliga gongd á menningina. Tá ið bóklingurin verður almannakunngjørdur týs­ dag­in, fer hon at handa teimum báðum kommunu­ feløgunum hvør sítt eintak av henni, saman eini veg­ leiðing um, hvat tað er neyð­ugt at hugsað um í sambandi við almennar bygningar. - Okkara vón er, at hesin vegvísarin hjá okkum fer at vekja áhugan hjá politik­ arum at fara til verka av álvara fyri at gera almennar bygningar soleiðis, at rørslu­ tarnað ótarnað kunnu brúka teir á jøvnum føti við øll onnur. Nógvir syndarar men ongin vinnari og ongin tapari Hertil og ikki longur! Leila Solmunde er enn einaferð komin í komin í eina støðu, sum hon øll onnur rørslutarnað, koma í hvønn einasta dag: Her er hon við kirkjuna í Sandvík, men sleppur ikki inn. Rørslutarnað sleppa ikki inn í 60%- 70% av føroysku skúlunum og kirkjur og samkomuhús eru lítið mætari. Tað er eisini heilt vanligt, at wc hjá brekaðum verður tikið til goymslu. Í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá MBF týsdagin, ætlar tey at geva politikarum eitt skump fyri at fáa teir at taka hendan trupulleikan í størri álvara