Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 16 vikuskifti Carl Jóhan Jensen Eg havi ikki givið meg í holtur við hesa hugleiðing (ella rættari hetta spjaðið av eini hugleiðing) av tí, at onkur innigoymd tøgn, sum eg ikki fái barst ímóti longur, er farin at leka. Heldur er tað av einum innanbreki í viljanum, sum ger, at eg sjáldan fái sagt nei, tá ið væl titlað og hartil strangmælt umboð fyri føroyskan fróðskap seta seg í samband við meg gjøgnum telefon og orðna mær, at seta orð saman til okkurt, ið bæði skal kunna eita lítargóð viðgerð og enntá taka seg akademiskt út í mentaðum oyrum. Evnisval mítt er helst slættligari enn høvi gevur tilevni til, men tað má so vera. Eg ætli mær at siga eitt sindur um Christian Matras og ummælini, hann skrivaði í føroysk bløð og tíðarrit í tretivuárunum. Hetta havi eg partvíst gjørt, tí at evnið er lætt at fáa yvirlit yvir, ummælini hjá Christiani frá nevnda tíðarskeiði eru upp á seg fá, og partvíst tí, at eg sjálvur í onkran mun havi fingist við at meta føroyskar samtíðarbókmentir og borið áskoðanir mínar um tær fram á prenti. Strangur ummælari Sagt hevur verið, at í ummælunum, sum Christian Matras skrivaði frá fyrst í tretivunum og fram undir krígsbyrjan, kom ein øðrvísi tóni inn í føroyska bókmentaumrøðu. Ein ómildur tóni, treytaleysur í sínum vandlæti og ofta harðligur. Tað er ikki einki um tað. Ið hvussu er, var hetta kostur, sum kúgaði summi mentafólk fyri bróstið. Í hesum anda hevði eyðvitað borið til at lisið ummælini hjá honum sum eina uppgerð, ið ein mótrisin, ikki at siga vreiður ungur maður, hevði við tað ættarliðið av mentafólki, sum enn gekk og hokraði í eftirglæmuni av tjóðskaparligum morgunroða, teimum ljósu vónum, sum hugmyndir um andliga menning og samfelagsligan vøkstur høvdu elvt av sær upp undir aldarskiftið nítjanhundrað, men langt síðani vóru endaðar í stirðnaðari vanahugsan, í berum orðaleiki. Men tað hevði verið einfalding og einfalding við lít. Ummælini hjá Christiani Matras og bókmentaumrøða hansara sum heild hava víðari grund at byggja á enn so. Tey eiga mangt felags við tær grundhugmyndir sum eitt nú Jørgen Frantz Jacobsen bygdi sínar útgreiningar av føroyskum samfelagslívi og stjórnmálum á í bersøgnum og gløggskygdum greinum, sum hann skrivaði í donsk bløð um og eftir nítjanhundrað og tretivu. Jørgen Frantz Jacobsen metti, at tað lag, ið komið var á í Føroyum eftir nítjanhundrað og seks, har tveir flokkar, sambandið og sjálvstýrið, telvdust í tómum orðum, aftraði øllum framburði í landinum og avmergjaði samfelagið, politiskt, búskaparliga og ikki minst mentunarliga. Framtaksloysið hevði læst seg um tjóðarsálina. Fólkið gav seg við sál og skinn upp til ymiskt átrúnarligt stuttleikalív og skoytti hvørki um samfelagsviðurskifti og hvaðna minni ta samtíð, sum strongdi á uttaneftir. Hvørt Christian Matras, sum yvirhøvur sýnist at hava havt lítlan áhuga fyri politikki, tók undir við sjónarmiðunum hjá vinmanninum, Jørgeni Frantz, ella ikki, so vísa ummæli hansara í tretivunum greitt, at hann ætlaði naggatódn vera komna í málsligu og bókmentaligu menningina í Føroyum. Føroyskar bókmentir høvdu eins og stjórnmálini lyndi til at tøva í síni egnu byrjan og ikki vilja flyta seg, minst av øllum frameftir. Honum ótolnaðist við, at føroyskar bókmentir enn vildu leggjast í kjalarvørrin av føroyingafelagstíðini, at viljin til framburð var uppáhongdur hjá flestu mentafólkum, sum komu fram alment, bert til í orðum, ikki í verki. Tað sinnalagsskifti, ið kravdist til at fáa glið á bókmentaliga, gjørdi ov lítið vart við seg. Hinvegin er bókmentaliga ástøðið hjá Christiani Matras, sett í mun til tað, sum annars rørdist í evropeiskum samtíðarbókmentum, heldur íhaldsamt og bregður ikki í umvarðandi lutum frá tí hjá øðrum føroyskum bókmentafólkum um hetta mundið. Tað, sum kortini skilur Christian Matras frá, er, at hann fera at meta føroyskar bókmentir upp á onnur kor enn venja var til. Við honum kemur eitt áherðsluskifti í bókmentaumrøðuna: bókmentir skulu í fyrsta lagi metast frá yrkisligum sjónarmiði (ella sum Rikard Long sigur í einari viðmerking til eitt ummæli hjá Christiani í Varðanum: frá reint listarligum sjónarmiði). Evnisviðgerðin verður allar vegir drúgvari og miðvísari, annaðhvørt um form ella innihald ræður. Krøvini til verkini, ið hann tekur til umrøðu, verða samsvarandi strangari. Og ikki allar bøkur fáa ummæli heldur: summar eru ikki ummælisverdar. Í øðrum lagi metir Christian Matras eisini tey verk, hann ummælir, í mun til egna ritmálsliga ætlan og ýti. Fýra ummæli Eg havi í hesum viðfangi hug at taka fýra ummæli fram, sum komu á prent ávikavíst í Dimmalætting (28. januar 1931) og Varðanum 15. bd (1936) og 16, bd. (1937). Tey bæði fyrru ummælini viðgera prosaverk, skaldsøgurnar Lognbrá og Fastatøkur eftir Heðin Brú. Hini taka fyri yrkingasøvnini, Yvir teigar og tún eftir H. A. Djurhuus og Í útlegd fyrsta savnið hjá Regini Dahl. Ummælið í Dimmalætting av Lognbrá gevur helst fyri fyrstu ferð til sjóndar tað nýggja og treytaleysa lagið, sum eyðkennir ummælini hjá Christiani Matras í tretivunum og hugburð hansara yvirhøvur til bókmentaskapan á føroyskum máli. Tað skilst á øllum brøgdum, at her verður ummælt við yrkisligum krøvum sum grundarlagi og hartil úrveljandi, t.e. ummælisevnið metist at vera ummælisverdugt. Evnisviðgerðin er tríbýtt. Í fyrsta parti, eini knappari helvt av ummælinum, viðger Christian innihaldið og sigur m.a., at Lognbrá, ein søga um uppvakstrarárini hjá bygdardreinginum Høgna, er eitt av fáum skaldverkum á føroyskum, sum hevur rættiligar mannlýsingar. Móðir høvuðspersónin í søguni, Guðrun, verður tikin fram sum dømi um heildargóða mannlýsing. Heðin Brú fær eisini gott skoðsmál fyri sálfrøðiligt innlit, serliga í smádreingjalyndi, og hann fær harafturat rós fyri ta poesi, sum bókin eigur. Hesin poesiurin er sannur, skrivar Christian Matras, og av tí slagnum, sum hóskar til nútíðarmenniskjað. Í øðrum parti verða brekini í skaldsøguni tikin upp. Brotið byrjar við hesum eyðkennandi orðum: Eitt bókaummæli sum hetta er virðisleyst, um tað ikki roynir at sýna nøkur brek ella slíkar villur sum vanligar eru at finna í fyrstu bókini hjá einum manni. Eitt dømi um slík brek er t.d., at høvundurin í fyrsta kapitli í bók síni ikki rættiliga er førur fyri at semja náttúrulýsing sína við sjálvt huglagið hjá dreinginum (t.e. Høgna). Eitt annað brek er, at høvundurin í støðum nýtur nakrar “skaldsligar” myndir, sum eru máttleysar, slíkar myndir, sum ring søguskald nýta, og at hann í summum samrøðum nýtir “poetiskt” mál, ið fær ein falskan tóna inn í orðaskifti millum persónarnar (t.e. samtalurnar). Í triðja parti verður málið í skaldsøguni viðgjørt. Her strikar Christian Matras í fáum orðum upp hugmyndir sínar um føroyskt ritmál. Tey fyrstu, sum fóru at skriva føroyskt søgumál, heldur hann hava verið ov heft av útlendskum fyrimyndum. Mál og stílur teirra átti ikki føroyskt lag, søguhátturin var fremmandur og óføroyskur, skrivar Christian. Men føroyingar eiga tó gott tilfar at gera burturúr, bygdarmálini. Tey eru full av góðum orðum og máliskum. Tað geldur bara um at lurta og leita eins og Heðin Brú ger og undan honum H.M. Eidesgaard. Kortini tekur Christian Matras høvundar vara fyri, at fáa serligar bygdarmálsformar inn í tað unga skriftmálið (uttan, sum hann tekur til, í sjálvum orðaskiftinum, t.e. samtalunum). Um tað vanliga skriftmálið hevur orðasnið, sum eru eldri enn í avvarðandi bygdarmáli, so er tað bara til skaða, heldur hann, at taka málføriformarnar við. Hugmyndir av samlíkum slag koma fram í øðrum ummælum, eitt nú tá ið Christian ummælir týðingina hjá Janusi Djurhuus av Verjurøðu Sokratesar í Varðanum bd. 12 (1932). Har skrivar hann um orðalagið: tað er í støðum óføroyskt, ikki ávirkað av grikkskum, men donskum máli. Her meini eg ikki við einstøk orð fyri fremmand hugtøk, men tað er alt tað, sum skal binda tey einstøku orðini saman í talu: smáorð og tiltøk, - slíkt er ikki altíð so føroyskt sum tað átti. Í ummælinum av Fastatøkum, skrivað góð fimm ár seinni í Varðan, er tónin heldur hvassari. Hóast ymiskt gott er at finna í tí lýriska skaldskapinum og í lýriskum prosa á føroyskum, skrivar Christian, gongst illa hjá teimum skrivandi at fáa fastatøkur á lívinum sjálvum, á tí, sum skapar tann ofta illsvíggjuta og harðvunna gerandisdagin í Føroyum. Føroyskar bókmentir á óbundnum máli evna samanumtikið ov illa veruleikan, við tí úrsliti, at sálarlýsingin er ov kám, persónarnir ofta mest sum skindeyðir. Og Fastatøkur er ikki leys við hesi almennu brek í føroyskum prosabókmentum. Við teirri roynd, sum Heðin Brú hevur gjørt við báðum skaldsøgum sínum Lognbrá og Fastatøkum, hevur hann kortini Skald, mál og tunnuposar Nøkur hugarensl um Christian Matras og bókaummæli hansara í tretivuárunum. Við ummælum hansara kom eitt nýtt og meira atfinningarsamt lag inn í føroyska bókmentaviðgerð. Áður høvdu bøkur yvirhøvur verið mettar við tí mentunarstøðu í huga, sum valdaði í føroyska samfelagnum, og fongur hildin at vera í mest sum øllum, sum kom út á føroyskum máli. Christian Matras afturímóti setti kravið um listarliga dygd fremst. Carl Johan Jensen segði nøkur orð um Christian Matras á hátíðarhaldinum, tá sømdargávurnar úr grunni Christians á Brekkumørk vórðu latnar