Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 17 17 ikki, metir Christian Matras, greitt úr hondum meiri enn eitt næmingsverk, um enn eitt frálíkt næmingsverk. Víst verður á fleiri lýti og gekkir á verkinum. Eitt nú eru persónslýsingarnar í søguni fleiri nóg so kámar, hava ikki tikið við holdi og blóði. Ja, onkur persónur er ikki so frætt sum ein skuggi og høvuðspersónurin sjálvur, Høgni, so bróskkendur, at viðhvørt er lesarin glaður, tá ið skaldið gloymir hann. Ummælið tekur eisini fram aðrar frásagnartøkniligar veikleikar, eitt nú tann, at høvundurin ov ofta kemur við einum fingri at vísa okkum á, hvat vit eiga at halda um tað og tað. Tað er altíð best, heldur ummælarin, tá ið skaldið krógvar seg aftan fyri eina sterka frásøgu og roknar við tí, at lesarin dugir at lesa. Eisini byggingina í skaldsøgunum báðum, má Heðin Brú hoyra fyri: hon er nakað veik, skrivar Christian, og endan á Fastatøkum dámar honum einki betur enn tann á Lognbrá. Hann er óveriligur, óektaður, uppgjørdur. Grundarlagið undir ummælinum av Fastatøkum er tó tað sama, sum undir hinum, ið stóð í Dimmalætting á sinni. Ummælisevnið er ummælisverdugt. Heðin Brú eigur skrivingargávur javnt við teir bestu í øðrum londum, skrivar Christian Matras, hví skuldi hann ikki komið á mál, og við honum føroyskar bókmentir? Orðið skald, ið á føroyskum má sigast at vera eitt virðingarheiti, verður somuleiðis havt um høvundin alt ummælið út ígjøgn, og Christian tekur seg ikki aftur í at geva høvindinum tað, sum honum er heimilt: við honum (t.e. Heðini Brú) er føroyskur søguskaldskapur komin um eitt enni, stílurin hjá honum er nýggjur og málið runnið úr bestu keldum, harumframt hevur hann úrsýna gott hegni til at lýsa náttúruna, gerandislív osfrv. Triðja ummælið er sum nevnt ummælið av yrkingabókini: Yvir teigar og tún eftir H . A. Djurhuus. Hetta er uttan iva eitt tiltiknasta ummælið í føroyskari ummælingarsøgu. Í senn miskunnarleyst og næstan óhuganliga beinrakið. Støða Hans Andriasar í føroyskum skaldskapi verður lýst við eini mynd av berjahenting. H.A.D. er so stórvirkin sum lýriskt skald, skrivar Christian, at har sum starvsbrøður hansara henta upp í berjablikk, fyllir hann lættliga ein tunnuposan fyri og annan eftir. Fara vit so at hyggja niður í posan, er ofta ilt at fáa eyga á berini, tí har er so mangt annað í, sum hevur verið í berja nánd, men ikki er ber. Hóast hesi orð kunnu tykjast heldur enn ikki kaldlynt út á útskinninum, so er kortini ikki sørt, at ummælið eisini goymir í sær samhug við yrkjaran. Í fyrsta lagi ummælir Christian her upp somu treytir, sum hann ummælti bøkurnar hjá Heðini Brú: ummælisevnið er ummælisverdugt. Í øðrum lagi rívir hann ikki Hans Andrias úr haminum eftir skaldaæru hansara, tvørturímóti hann viðurkennur hann sum skald, men fýlist hinvegin á, at tað, sum kemur á prent eftir skaldið, er ov illa sáldað, ov illa ritstýrt. Við øðrum orðum er tað í royndum hin almenni hugburðurin til bókmentir, sum enn eina ferð stendur fyri skotum, tann hugburðurin, sum eftir áskoðan Christians nívir menniningina av føroyskum bókmentum. Í ummælinum av fyrsta yrkingasavninum hjá Regini Dahl, Í útlegd, er tónin ikki fult so hvassur, men næstan lagaligur. Helst kemst tað av, at ummælisevnið er blaðungt, bert 19 ára gamalt. Christian ymiskt hugleiðir um lýriskan skaldskap alment, ymiskt dømir um og kemur við ráðum til hin unga skaldsprotan (eitt nú tað, at Regin átti at havt bíðað við at geva út: til hann fekk meira stimbrað ljóð fyri kenslum sínum). Kortini er heldur eingin ivi her um, á hvørjum grundarlagið, ið ummælt verður. Dugi eg at meta rætt, skrivar Christian, so hevur hann (t.e. Regin Dahl) gávur, sum fara at spyrjast í bókmentum okkara, um honum verður lív lagað. Og hann leggur afturat, at Regin Dahl er eitt skald, ið hevur eitt ríkt og margbroytt tilfar, ið streingir á, og tó at hann enn ofta ikki er losnaður úr frá orðalag, rýtmum og rímum hjá øðrum (mest J.H.O.Djurhuusi) hevur hann yvirhøvur eitt annað snið enn onnur føroysk skald, er meira nútíðarskald, kanska við fyrimyndum í nýggjum europeiskum lýrikki. Ella øðrvísi sagt, talan er um ummælingarverdugan skaldskap. Men hóast atfinningarnar her eru mjúkliga orðaðar, so bera tær alt tað sama boð um, at í grundkrøvum sínum til skaldskap slakar Christian Matras ikki: Tað er ikki hvørs manns føri at skapa lýriskan skaldskap, skrivar hann, og tað er ein vandi fyri føroyska skaldlist, um vit krevja ov lítið. Aftursvar í samtíðini At ummælisstílurin, sum Christian Matras kom við í tretivunum, bæði var øðrvísi og ørkymlaði tær hugmyndir um bókmentaskapan, sum samlag leingi hevði verið um í Føroyum, sæst eina best av teirri eitt sindur tvívendu viðmerking, Rikard Long, ritstjóri á Varðanum, skoytti upp í áðurnevnda ummæli av Fastatøkum. Rikard Long samanber ummælisstílin hjá Christiani Matras við leiku-trøllið, ið best sum er, brestur upp úr dós síni, ljótt og ræðuligt. Christian vil skjóta støkk í menn, vekja teir. Kortini ivast Rikard Long í, hvussu rætt tað er at ummæla út frá einum reint listarligum sjónarmiði. Hetta sjónarmiðið hevur ikki ofta verið nýtt í føroyskum ummælum, skrivar hann, hvørki av bókmentum ella aðrari list. Og hann heldur fram: um vit einans høvdu sett bókmentir okkara í virði út frá listarligum sjónarmiði, tá hevði lítið verið, sum ikki lá eftir í sandasorli. Rikard Long endar viðmerking sína við hesum orðum, sum í senn neyvt lýsa hugburðin í samtíðini til ummæli og bókmentaviðgerð sum heild, men hinvegin eisini vísa, at tað longu var tikið at klárna fyri summum, at í longdini fór annað lag at vera neyðugt: Føroysk bókaummæli, skrivar Rikard Long, hava higar til dags dømt mest eftir, um bøkurnar hava verið gagngóðar út frá tí mentunarstøðu, ið vit til einhvørja tíð hava staðið í. Um framburður skal verða, má einaferð verða farið undir at lata ta reint listarligu virðisetan hava fyrimunin. C.M. hevur hugsað, at nú hevur verið bíðað nóg leingi. Kann vera hann hevur rætt. Tær báðar bøkurnar, ið komu út nú á jólum “Fastatøkur” og “Fuglar og fólk” tola ið hvussu er at verða dømdar á henda hátt. Samanumtikið kann sigast, at Christian Matras hevði tvinnar atvoldir til at ummæla soleiðis, sum hann gjørdi, í ummælum sínum í tretivunum. Hann helt í fyrsta lagi, og ikki grundarleyst, at ein uppnýgging av føroyskum bókmentum var neyðug. Skuldi ein slík uppnýgging verða, ráddi mest um, at øðrvísi krøv, fagurfrøðilig eins væl og evnislig og tøknilig, vórðu sett til bókmentaskapan á føroyskum máli, enn tey, sum semja hevði verið um millum mentafólk síðani aldamótið nítjanhundrað. Við øðrum orðum: skaldverk, sum komu á prent á føroyskum áttu at tola at verða máld við somu stikku sum skaldverk eitt nú á donskum ella øðrum norðurlendskum máli. Í øðrum lagi liggur málspurningurin honum frammarlaga í huga og ikki at undra, maðurin hóast alt málfrøðingur. Føroyskt var til tað ungt sum skriftmál og ófullfíggjað. Nógv av tí, sum skrivað hevði verið á føroyskum ella føroyskað úr øðrum málum, var í slíkan mun, tykir honum, merkt av tí tætta samlagi, sum føroyskt mál og føroysk mentan hevði (og enn hevur) við danskt, at tað beinavegin var til hindurs fyri menningina av føroyskum skaldskapi. Umráðandi var tí, at skapa málinum víðari ræsur, búgva tað út til at bera nýtíðarligan mentaskap og hetta gjørdist, eftir hansara áskoðan, best og virðiligast á heimligari grund. Tí er málslig viðgerð ein megintáttur í ummælum hansara. Men endamálið er tó ikki málreinsan sum so, men málrøkt í besta skilningi, t.e. málslig menning við tí endamálið at gera føroyskt bókmentaliga bakkaført. Men hvat varðar okkum nú á døgum um hesi nøkur og hálvfjerðsára gomlu ummæli? Ikki so lítið, satt at siga. Tey viðurskifti, sum ummælini varpaðu ljós á, eru í mongum tey somu, ið føroyskar bókmentir og føroyskt listarlív enn liggja og skúrast ímóti, sum danga í rekísi. Tak eitt nú munin á yrkis og áhugalist, brotrivuna, sum aftur og aftur skakar grundirnar undir føroyskari samtíðarmentan við spurningum, ið eru nærlíkir teimum, ið Christian Matras tók upp í bókmentaviðgerð síni í tretivunum. Hvørji krøv eiga vit at seta? Eiga reint listarlig sjónarmið at gera av, hvussu skaldverk t.d. verða vigað? Ella áttu vit heldur at halla okkum til onnur sjónarmið, eitt nú hitt ómakaleysa sjónarmiðið hjá miðlingsskapinum, hjá mentamálayvirvøldini, hjá kringvarps- og skúlaleiðslu, ið heldur vilja tunnuposar fullar av onkrum, ið hevur verið í listar nánd, enn upp í blikk av dygd. Hetta eru spurningar, ið mentað samfelag ikki enn hava svarað til fulnar ella skáka okkum undan at svara. Elin Súsanna Jacobsen og Marjun Arge Simonsen fingu sømdargávu úr grunni Christians á Brekkumørk