fríggjadagur 20. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 203 - 20. oktober 2006
tíðindi
Hósdagin 19.
oktober vóru
mentanarvirðislønir
M. A. Jacobsens og
Barnabókaheiðursløn
Tórshavnar býráðs
2006 verða handaðar í
Müllers Pakkhúsi
Mentan
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hátíðarhald var í Müllers
Pakkhúsi hósdagin 19.
oktober, tá mentanarvirðis
lønir M. A. Jacobsens og
Barnabókaheiðursløn Tórs
havnar býráðs vórðu hand
aðar.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, beyð øllum at vera væl
komnum og segði m.a. frá
søguni um M.A. Jacobsens
virðislønirnar. Tað var í
januar 1958, at skaldið Tumm
as Napoleon Djurhuus, fyri
Rithøvundafelag Føroya
heitti á Tórshavnar býráð,
um at seta á stovn eina árliga
bókmentavirðisløn, av tí –
sum sagt var í skrivinum – at
so syndarliga lítið verður
gjørt fyri bókmentir her á
landi.
Rithøvundafelagið skeyt
upp, at virðislønin skuldi
bera navn eftir mentamannin
Mads Andrias Jacobsen, ið
hevði avrikað so nógv til
frama fyri henda bý.
Býráðið tók væl ímóti
hesi áheitan frá nýstovnaða
Rithøvundafelagnum, og
samtykti at seta ein hósk
andi minnisvarða yvir fjøl
táttaða býráðsformannin
Mass á Húsum, ið hevði
verið miðdepilin í føroyska
bókmenta- og mentanar
umhvørvinum.
Longu sama ár – í 1958
– vórðu latnar virðislønir úr
grunninum, sum fekk heitið:
Bókmentavirðisløn M. A.
Jacobsens.
Tey sum fingu virðislønir
fyi 2006 vóru: Steintór Ras
mussen, Guðrun Gaard,
Ebba Hentze og Carl Jóhan
Jensen.
Steintór Rasmussen fekk
Barnabókaheiðursløn Tórs
havnar Býráðs fyri hugskotið
og útgávuna “Kular Røtur”
við hesum grundgevigum:
Øll børn í Føroyum kennast
við hugtakið Kular Røtur.
Hetta eru beinraknir barna
sangir við stuttligum og
ævintýrkendum innihaldi,
ið bera upp á rím. Løgini
eru ljómandi og leikandi
løtt. Innihaldið er núligt og
ganga orð, myndir og tón
leikur í eina heild, sum hóvar
børnunum væl. Steintór Ras
mussen hevur við útgávuni
Kular Røtur sýnt listarligt
hegni og fingið fram sang
gleðina hjá okkum øllum,
smáum sum stórum
Guðrun Gaard fekk M.A.
Jacobsens virðisløn fyri
yrkisbókmentir við hesum
grundgevingum: Við væl úr
hondum greiddu ritgerðini
„Far fram á torg“ hevur
Guðrun lýst, hvussu tvinnir
tvídráttir, øðrumegin millum
føroyska uppvøksturin og
lívslongu útisetuna, hinu
megin millum eldri føroyskar
yrkjarar og modernaðan
evropeiskan
skaldskap,
hava verið tað jørðildið,
sum yrkingar Regin Dahls
eru sprotnar úr. Á greiðan
og hugtakandi hátt vísir rit
gerðin, hvussu tráanin eftir
at greiða tilverunnar stóru
spurningar er drívmegin í
ritverki Regins, og hvussu
Regin í hesi tráan støðugt
mennir sítt egna skaldsliga
mál. Við at seta viðgerðina í
samband við dialogiskt ástøði
hevur Guðrun givið okkum
eina dygga bókmentaliga
viðgerð og nýtt innlit í skald
skapin hjá einum av okkara
mætastu skaldum.
Ebba Hentze fekk M.A.
Jacobsens fyri mentanaravrik
við hesum grundgevingum:
Alla sína tíð hevur hon livað
við bókum og skaldskapi.
Hon er ein tann royndasti
metarin av bókmentum,
vit eiga, og hevur dugað,
djørv og beinrakin, at sagt
sína hugsan. Sum rithøv
undur hevur Ebba verið
nýskapandi, men tað er sum
týðari av okkara skaldskapi
í onnur mál, hon hevur havt
sín heilt serstaka týdning.
Meira enn nakar annar
hevur hon skapað føroyskum
bókmentum og føroyskum
rithøvundum eitt beinleiðis
samband út í ein størri og
víðari heim.
Carl Jóhan Jensen fekk
M.A. Jacobsens virðisløn
fyri fagrar bókmentir fyri
verkið „Ó-, søgur um djev
ulskap“ við hesum grund
gevingum: Hetta er ein
evropeisk søga úr 19. og 20.
øld, sum letur ljós sítt falla
á skuggasíðurnar í manna
sálini. Høvundurin vísir í
hesari bókini eitt skaldsligt
kynstur, sum ikki stendur
aftan fyri tað framkomnasta
í okkara tíð. Margfeldi í
máli og frásagnarlist og eitt
stílkynstur, tikið úr leikum,
tølir lesaran og skapar vak
urleika í hesari søguni, ið
er full av óunnileika. Høv
undurin ger bæði í senn:
Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens:
Virðislønirnar handaðar
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs til Steintór Rasmussen
Martha W. Dalsgaard syngur “Heimamynd” hjá M.A. Jacobsen. Bo Isholm spælir gittar og Stamin Stanchev harmoniku