fríggjadagur 20. oktober 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 203 - 20. oktober 2006
Starvslýsing
Náttarvakt
Heimatænastan Suðuroy
Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøð-
ingum, heilsurøktarum ella heilsu-
hjálparum til eitt tíðaravmarkað
starv at arbeiða í skiftandi vaktum,
skjótast gjørligt.
Arbeiðið umfatar røkt og umsorgan
til heimabúgvandi borgarar og til
búfólkini á eldrasambýlunum í
oynni.
Førleiki
• røktarfakligar royndir
• evni til at arbeiða sjálvstøðugt við
ábyrgd
• førur fyri at loysa bráfengis
uppgávur
• førur fyri at arbeiða undir skiftandi
umstøðum
• góð samstarvs- og samskiftisevni
• koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
• eitt starv við møguleika at menna
starvsinnihaldið
• eitt spennandi arbeiðspláss við
nógvum røktarfakligum uppgávum
• eitt gott arbeiðsumhvørvi
Setan, umsókn og freist
Starvið verður sett 1. november 2006
ella skjótast tilber.
Lønin verður ásett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvar-
andi yrkisfelag.
Setanarøkið er Nærverkið, og tæn-
astustaðurin er fyribils Heimatænast-
an í Suðuroy.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til økis-
leiðaran ella varaleiðaran á tlf.
373907.
Send eina umsókn við prógvi,
autorisatión og møguligum
viðmælum til
Heimatænastan Suðuroy
Stílað: Jeanna í Lágabø, økisleiðari
900 Vágur
Umsóknarfreistin er 27. oktober
2006.
Almanna- og Heilsumálaráðið hevur avgjørt at seta í verk
eina royndarskipan við koyrandi náttarvakt í Suðuroy.
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við
serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna-
og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir:
Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á
nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
sansir.fo
Seinasta freist
at lata broyt-
ingar inn til
telefonbókina
2007 er týs-
dagin 6. nov.
2006
Týsdagin 7. november 2006 er seinasta freist at koma við
rættingum til Hvítu síður í Telefonbókini fyri ár 2007 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 565 í
Telefonbókini 2006, og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya
Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon-
nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir-
striking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri
búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Mánadagin 6. november 2006 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ........................................ kr.
900,00
(B) Innramming ............................................. kr. 1.000,00
(E) Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr.
30,00
(sí dømi á s. 564 í Telefonbókini 2006)
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at
lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta
bakgrund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr.
1.400,00.
Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu síður er á síðu 564 í
telefonbókini 2006, og skal sendast til:
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
Í mars 2007 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt.
Hvítu síður
Gulu síður
tel 30 30 30 www.tele.fo
www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo
lýsingar