Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 203 - 20. oktober 2006 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Almannastovan søkir samskipara /skrivara Á Stjórnardeildini eru 3 starvsfólk í fulltíðarstarvi og ein deildarleiðari. Starvsøkið hjá Stjórnarskrivstovuni fevnir um ráðgeving og vegleiðing til leiðslu og starvsfólk í sosialfakligum, løgfrøðiligum og øðrum fyrisitingar- ligum spurningum, ger av innanhýsis leiðbeinandi reglum og kunningartilfari, kæruummæli, ummæli av lógar- og kunngerðaruppskotum o.a. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd og virðing fyri einstaklinginum. Virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum K R E A . F O . TEL 47 80 80 tey eru væl lýst, áðrenn tey verða løgd fyri Pensjónsfundin, sum tekur avgerðir um tillutan av fyritíðarpen- sjón. Tú kemur at virka sum skrivari á pensjónsfundinum. Uppgávan kemur somuleiðis at umfata tilevnan og endurskoðan av leiðbeiningum, skipan av økinum o.t. Í tann mun tað er møguligt við atliti til høvuðs- uppgávurnar, kemur tú at luttaka í øðrum arbeiði á stjórnardeildini. Í arbeiðnum kemur tú at hava tætt samskifti og samarbeiði við tær deildir á stovninum, sum gera tilráð- ingar um tillutan av fyritíðarpen- sjón, herundir serliga arbeiðsmark- naðardeildina. Tú verður sett/ur við tilvísing til leiðaran á stjórnardeildini á Almannastovuni. Vit sóknast eftir einum persóni við løgfrøðiligari ella aðrari samfelags- ligari útbúgving frá hægri læru- stovni ella einum persóni við sosialráðgevaútbúgving og roynd- um innan almannafyrisiting at samskipa arbeiðið við málum um fyritíðarpensjón. Okkara ynski eru, at tú dugur at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samstarvsevni, góð evni at orða teg skrivliga sum munnliga og hevur kunnleika til EDV á brúkarastøði. Hevur tú hug at royna teg í einum livandi tvørfakligum og fjølbroytt- um arbeiðsumhvørvi, har sam- skipan og samstarv við onnur starvsfólk hevur serligan týdning í arbeiðnum, er hetta nakað fyri teg. Uppgávan verður at fyrireika mál um fyritíðarpensjón og tryggja, at Starvið verður sett og lønt sam- bært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkis- felag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Mariu Jacobsen, deildarleiðara, ella Petru Johns- dóttir Joensen, stjóra á tel 35 35 10. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2006, kl. 12. Vinarliga merkið brævbjálvan: ”samskipari/skrivari” og send umsóknina til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. lýsingar