fríggjadagur 20. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2006
29
vikuskifti 29
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Fyri nøkrum fáum árum síðani
gav Petur Jacob Sigvardsen út
fýra bøkur um heimbygdina við
Gjógv. Í veruleikanum var talan
um tvær bøkur í fýra bindum, og
tilsamans vóru síðurnar 1285 í
tali. Nú er hann liðugur við eitt
annað verk, og eisini hesaferð er
evnið siðsøguligt. Eftir drúgvar
kanningar hevur hann latið
prentsmiðjuni verkið ”Torvið í
Føroyum í søgu og siðsøgu”.
Talan er um eitt stórverk.
Síðurnar eru slakar 2100 í
tali, og hetta sigst vera størsta
bókaverk, sum nakar føroyskur
høvundur hevur givið út eftir
einum degi. Tær 2100 síðurnar
eru býttar í 10 høvuðspartar,
sum aftur eru býttir sundur í
93 kapitlar. Søguliga fer Petur
Jacob aftur til fornaldarfólkini og
seinni til landnámið og skrivar,
at okkara fyrstu landnámsmenn
høvdu brúkt torv til brenni,
áðrenn teir komu henda vegin.
Og sambært høvundinum var tað
heppið fyri teir, at her var nóg
mikið av mógvi, tí annars høvdu
teir ikki kunnað lívbjargað
sær her. Hetta var ikki bara
fortreytin fyri livilíkindunum hjá
landnámsmonnunum, men eisini
hjá okkara forfedrum tey næstu
1000 árini. Tí, sum Petur Jacob
skrivar einastaðni í innganginum:
”Tá sannaði tú, at torvið átti lívið
í Føroyinginum”.
Fjórðingsøld
Í dag munnu tað vera mong, sum
nóg illa vita, hvat torv er, og
tíansheldur vita nakað um mógv,
torvskurð ella torvheiðar. Onkur
hissini krógvin er at síggja
varðveitt sum fornminni, men
kaga vit í verkið hjá Petur Jacobi,
fáa vit eina sera greiða frásøgn
frá hesum so týðandi partinum av
tilveruni hjá farnum ættarliðum
- okkara siðsøgu.
Frásøgnin er ikki bara greið
og stór í vavi. Hon er eisini sera
neyv og lýsir øll viðurskifti í
sambandi við torv. Høvundurin
hevur lisið og kannað alt
hugsandi keldutilfar. Tað sæst í
kelduávísingini, at hann hevur
hugt væl eftir, hvat onnur hava
skrivað um evnið, tað veri seg
bøkur, ritgerðir og frágreiðingar
um jarðfrøði, landafrøði,
fornfrøði, fólkalívsfrøði, sam
felagsfrøði, løgfrøði o.s.v. Tí
hvør einasta frøði hevur sítt at
siga um torv.
Men hann hevur ikki bara lisið
og kannað tað skrivaða orðið.
Í innganginum greiðir hann
sjálvur frá, at hansara fyrsta
keldutilfar er sjálvsupplivingin
frá barna- og ungdómsárunum
í heimbygdini. Í 1982 skrivaði
hann eina ritgerð um torv til eina
kapping hjá Fróðskaparsetrinum,
og hetta var í veruleikanum
byrjanin til verkið, sum er liðugt
nú eina fjórðingsøld seinni. Trý
ár aftan á ritgerðina setti hann
sær fyri at ferðast kring landið
at hava samrøður við fólk um
torvarbeiðið á staðnum, og
í verkinum er sagt frá torvi í
hvørjari einastu bygd.
Granskari
Petur Jacob valdi læraraleiðina
og var lærari í mong ár og
arbeiddi seinni í skúlafyrisiting
ini. Kanska hevði hann valt
fólkalívsfrøðina, hevði hann
verið føddur nøkur ár seinni. Í
øllum førum var áhugin har,
soleiðis sum hann sjálvur skrivar
í formælinum til verkið:
- Tað mundi vera rættiliga
tíðliga í mínum lívi, at
áhugin fyri tí, ið rópt verður
fólkalívsfrøði, kom til sjóndar, tí
longu í ungum árum setti eg mær
fyri at sita undir og festa á blað
mangt av tí, eg hoyrdi tey eldru
sita og greiða okkum frá.
Vit kunnu bara fegnast um,
at hann valdi fólkalívsfrøðina
kortini, og nýggja stórverkið
vísir, at hann er stak væl egnaður
til hesa frøði. Tí Petur Jacob er
nærlagdur og gløggur eygleiðari,
og hann gevst ikki, fyrr enn hvør
smálutur er lýstur so væl, sum
tað nú eina ferð ber til. Hann er
við øðrum orðum granskari. Tað
prógvar tað nýggja verkið, tí tað
er bara ein granskari, sum kann
skriva samfullar 2100 síður um
torv - eitt evni, sum tey flestu
valla fáa at fylla eina síðu í dag.
Og so er hvør einasta av øllum
hesum síðunum viðkomandi fyri
evnið.
Málið
Og so er tað málið. Petur Jacob
dugir væl at skriva, annað var nú
ikki væntandi, og hansara nýggja
verk er í sjálvum sær eisini ein
málfrøði. Eitt er, at hann brúkar
sítt gamla bygdarmál, sum ger
bøkur hansara lættar at lesa. Har
er eisini okkurt forvitnisligt fyri
tey, ið hava áhuga fyri málinum.
Í verkinum er ein partur, ið ber
heitið Torvorð, har høvundurin
hevur savnað orð og máliskur,
sum viðvíkja torvi og torvarbeiði,
og fleiri av hesum orðum standa
ikki í orðabókunum.
Men soleiðis eigur tað at vera,
tá ið ein granskari arbeiðir.
Torvið átti lívið í Føroyinginum
Um ein mánað
kemur út stórt
granskingarverk,
sum Petur Jacob
Sigvardsen
hevur skrivað,
og sum hann
nevnir ”Torvið í
Føroyum í søgu
og siðsøgu”.
Ein viðja - funnin í mónum í
Gásadali
Pinnagrev til báðar hendur
Torvskurður
Petur Jacob Sigvardsen. Tað eru
hansara egna forlag, Búgvin, og
Fróðskaparfelagið, sum geva nýggja
verkið út.
– Nei, hatta torvið er eisini skorið so mikið nær
einari lítlari á, at tað man helst fara at hvítna,
tá ið tað tornar. Eisini plagdi hann at strúka
eitt sindur av mópottinum, koyra tað í munnin
og fjasast eitt sindur við tunguni og siga: ”Nei,
hatta tjenar ikki”.
(Úr: Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu)
Tá bygdin vaks, so mátti eisini haldast skil
á torvheiðarættindum, so vanligt var, at
torvheiðarættindini hoyrdu grúgvuni til. Tað
vil siga, at tóku fremmand fólk fyrndarhús upp
eftir fólk, sum deyð vóru, so fylgdu torvheiðarnir
grúgvuni ella húsinum eftir.
(Úr: Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu)