fríggjadagur 20. oktober 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2006
30 vikuskifti
Kim Simonsen
Orhan Pamuk er føddur í
einari ríkari familju í Istanbul.
Hann læs fyrst til arkitekt,
men gavst við hesum og fór
at skriva. Tað tók honum
eitt stórt stríð at finna ein
útgevara til hesa fyrstu bókina.
Nú hevur hann so fingið
Bókmentavirðisløn Nobels
herfyri.
Ein serlig øði kom at raka Pamuk,
tá hann við eitt blað segði, at
fólkadrápið á armenarnar kostaði
1. millión fólkum lívið. Eisini
vóru yvir 30.000 kurdarar
dripnir í 1915. Hetta skapti eitt
øgiligt rok í Turkalandi. Pamuk
varð ákærdur fyri at vera ein
landasvíkjari og fyri at hava sært
turkiska samleikan.
Ein frálíkur høvundi
Vit skulu ikki gloyma at Pamuk
er ein spennandi høvundi. Flestu
stóru verkini hjá honum er týdd
til danskt og sera nógv onnur
mál.
Ein av seinastu bókunum
hjá honum er bókin ’Istanbul.
Memories of a City’, hon finst
ikki í danskari týðing enn, men
er væntandi skjótt. Bókin finst
á svenskum tó og sjálvandi á
enskum.
Í hesi bók eru nokso nógvir
lyklar til ritverkið hjá Pamuk.
Hann skrivar sjálvævisøguligt
um hvussu hann hevur tað við
gátuføra stórbýinum Istanbul.
Hann skrivar um barndóm
og ungdóm, fra 1950inum
til 1970ini. Hetta er ein vøkur
bók, ið inniheldur kenslubornar
hugleiðingar um ein bý og lívið
sum skrivandi, ella royndirnar at
finna út av einum samleika sum
listafólk.
Samleikin á kjørbreyt
Eitt afturvendandi evni hjá
Pamuk er leitanin hjá høvuðs
persónunum eftir at finna ein
samleika, ella at sættast við
ein samleika í modernitetinum.
Her flættar hann altíð søguna
hjá Turkalandi inn í søguna hjá
høvuðspersónunum.
Tað er eisini hesin samleikin,
ið modernaða Turkaland hevur so
ringt við at liva við.
Ungir muslimar í Europa eru
í dag meiri knýttir at islam enn
eldri muslimar eru tað, sjálvt um
hetta átti at verið øvugt. Hetta
snýr seg alt meiri um at finna ein
samleika í einum samfelag og í
einum moderniteti, ið hesi halda
kveistrar teirra virði burtur.
Turkar í Týsklandi føldu seg
nógv meiri integreraðar áðrenn
11. september 2001, enn nú,
og hetta kemur av, at hesir í
alt størri mun venda sær móti
heimlondunum og trúnni.
Fólk í diaspora ella eksil eru
sum fiskurin á landi, sum ikki
hugsaðu um vatni, áðrenn tey
mistu hetta elementið. Tapið
av einum samleika ger ein
pínliga tilvitaðan, av og á
skapar hetta ekstremismur og
fundamentalismur.
Evropa er prestigja
Pamuk livdi sum ungur saman
við síni familju, pápabeiggjum,
mostrum og systkinabørnum í
einum stórum húsum í einum
modernaðum og ríkum býarparti
kallaður Nisantasi. Ovast í
bygninginum sat omman, ið var
høvdið í allari familjuni.
Pamuk skrivar um at turkiska
yvirstættin altíð hevur dyrka
Evropa. Tá hann varð føddur
hevði Turkiska Rupublikkin
verið til í 29 ár. Familjan hjá
Pamuk var sum flestu ríku
familjurnar í Turkalandi vóru
og eru, tær dyrka Evropa. Ofta
vistu tey tó ikki, hvussu nógv
tey skuldu snobba fyri Evropa.
Nógv høvdu klaver, ið tey ikki
dugdu at spældu á og skáp við
koppastellum, ið tey ikki kundi
droymt um at brúkt. Hetta
við at vera vesturlenskur varð
ein spurningur um prestigju í
Turkalandi.
Pamuk meinar, at hendan
ókritiska vesturlandagerð hevur
minka um ávirkanina hjá trúnni,
men eisini rent turkar í eitt
andaligt tómrúm.
Melankoli
Tað eg haldi er vakurt er, at
Pamuk veruliga skriva so flott
og rørandi um fátækradømi
í Istanbul. Hetta er býur, ið
nertur við tveir heimar, tveir
heimspartar møtast har
Bosporussundið deilir býin,
soleiðis eru modernaðir turkar
eisini klovnir millum tað sum er
vesturlenskt og eysturlenskt.
Pamuk sigur, at Istanbul misti
týdning gjøgnum øldirnar. Hetta
var eitt vegamót millum eystur
og vestur í øldri. At býurin
ikki longur hevur tað sama at
siga í eygunum á vitjandi og
fyri umheiminum, hetta hevur
skapt eina serliga melankoli,
ið kann hvíla so tung yvir
Bosporussundinum, sigur Pamuk,
at tað nærum er gjørligt at nerta
við hesa kenslu.
Í Turkalandi er melankoli
nakað, ið eisini er tengt at æru,
nakað, lagnukent og tyngjandi,
sum menniskja skal bera við
stoltleika og taka á seg. Pamuk
heldur at henda melankoli, hevur
sett seg fasta í sálina á turkum.
Seinstu 150 árini hevur turkisk
mentan, tónleikur og poesi verið
gjøgnumsúrga av hesi melankoli.
At vera kloyvdur
Turkar hava ein kloyvdan
samleika. Serliga høvundar og
intellektuel eru noydd at taka
hetta við, at tey føla seg syndraði
og førd sundur av ymisku
rákunum milum eystur og vestur,
nútíð og fortíð, gamalt og nýtt,
trúgv og sekularismu.
Pamuk heldur at turkar eru
illa fyri, tí hesi hvørki hava ein
vesturlenskan samleika, ella ein
eysturlenskan. Tey kenna ikki
til hvørgan. Modernaði turkiski
staturin hevur so lakt lok á
fortíðina.
Pamuk sigur seg hava barst alt
lívið við hesa melankoli. Hann
endaði sum onnur at taka við
hesi melankoli, men tá hetta
hendir hevur menniskja mangan
bert tveir møguleikar, ið antin
endar man sum ein snævursýntur
nationalistur, ið ikki vil vita av
umheiminum og bert vil hoyra
um stóru søguna hjá Turkalandi,
ella fer man at skriva og gerðast
høvundi.
Pamuk hevur í sínum bókum
roynt at funni eina leið fyri
einum nýggjum samleika fyri
Turkaland. Hann vil skapa
eina serliga samanrenning
millum osmannisku fortíðina,
orientalsku og trúðarligu
fortíðina og so modernaða
evropeiska vesturlenska
samleikan.
Keldur: TLS, International Harold
Tribune, HYPERLINK ”http://www.
orhanpamuk.net/” http://www.
orhanpamuk.net/
Orhan Pamuk: Turkalands
rødd og modernaða hjarta
Orhan Pamuk er føddur í einari ríkari familju í Istanbul. Hann læs fyrst til arkitekt, men gavst við hesum og fór at skriva