Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 31 vikuskifti 31 ”Hvussu skuldi eg skriva um hesi fólk, ið halda at turkar, mótvegis øðrum serliga vesturlenskum grannum, eru eitt serliga hjartagott fólk, ið ikki kunnu fremja fólkamorð, meðan nationalistiskir bólkar senda mær deyðshóttanir. Hvør er logikkurin handan ein stat, ið gremur seg um, at fíggindar siga frá følskum vitnisburði um osmannisku fortíðina, meðan sami staturin ákærir, forfylgir og fongslar ein rithøvunda fyri og annan eftir, og á henda hátt spjaða hesi tankan um Ræðuliga Turkan, um allan heimin”. Orhan Pamuk til The New Yorker, 2005. Kim Simonsen Hann varð ákærdur fyri at gera seg inná turkiska samleikan, men ærukæru turkisku myndug­ leikarnir vildu ikki sleppa ákærunum, sjálvt eftir at hesi vóru fyri harðligum altjóða trýsti. Hesi avgjørdu at ákærunar móti Pamuk skuldu fella burtur, nú vegna ymisk lógartøknibrek, heldur enn at viðganga, at tað serliga var trýstið frá ES, ið gjørdi útslagið. Ein lógarparagraffur kallaður 301, sigur, at: ”Offentlig fornedrelse af tyrkiskhed, af Republikken eller af Den Store Tyrkiske Nationalforsamling straffes med fængsel imellem seks måneder og tre år” (Kelda Politiken). Tað er ikki stjórnin, ið stendur aftanfyri meginpartin av hesum ákærunum, men 60 av hesum eru settar fram av nationalistum og konservativum feløgum sum Turkish Union of Lawyers. Pamuk er kendur fyri bardagan móti turkiskari islamismu, nationalismu og søguligu tøgnini um at turkar framdu fólkadráp móti armenarunum og kurdarnar. Hann hevur fyrr barst fyri at hjálpt Rushdie tá hann fekk eina fatwa mót sær frá irakska prestastyrinum. Tað er sera dapurt, at ein sum Pamuk skal verða so viðfarin, tí eingin hevur sum hann boð uppá, hvat turkar skulu gera fyri at bøta um teirra samleika. Hann byrjar sum allir veruligir tjóðarbyggjarar við at finnast at, men hetta er sjálvandi ikki so væl dámt, tí nationalistar og tey sum á valdinum sita kenna seg hóttan. Ein vaksandi gjógv Eitt tema sum Pamuk eisini arbeiðir við er útlegd, serliga í bókini ”Sne”. Í dag er veruleikin mangan tann, at heimvendir útisetar helst ongantíð heilt kunnu venda heimaftur, tí teir eru oftast broyttir, hetta er tað sum hendir við høvuðspersóninum í ”Sne”. Pamuk hevur persónliga fleiri ferð búð í útlegd, bæði sum lesandi í USA og seinni tá hann ikki kundi búgva í Turkalandi, tí hann varð hóttur. Misti heimstaðurin sæst á ein hátt betri í útlegdarfrástøðu. Myndin við fiskinum, sum á sjónum ongantíð hugsaði um vatn, og seinni tá hann kom uppá land, gjørdist trásettur av vatni, er góð. Tað er tó ein stórur munur á orsøkum til útlegdina ella eksilið, ið hevur týdning fyri upplivingina. Tað er ikki so greitt, hvat vit tosa um, tá vit nevna orð sum »útlegd«. Høvundin Orhan Pamuk er so illa dámdur í Turkalandi, at ein kanning vísti, at hann hevði fýra ferð so nógv mótstøðufólk enn viðhaldsfólk. Nú er tey so stolt av hon­ um í Turkalandi. Hann er hin fyrsti turkin at fáa hesa virðis­løn nakran­tíð. Uttan­ ríkismálaráðharrin Abdullah Gül segði herfyri, at tað er ein stór gleði, at ein turkiskur høvundi fær slíka virðisløn sum hesa. Orhan Pamuk Føddur 7. juni 1952 í Istanbul. Útbúgving: Robert College, Istanbul; Istanbul Technical University; Institute of Journalism á Istanbul University. Giftur í 1982 við Aylin Turegen. Skildur í 2001, børn Ruya fødd í 1991. Bøkur eftir Pamuk: Cevdet Bey ve Oğulları (Cevdet Bey and His Sons), skaldsøga, Istanbul: Karacan Yayınları, 1982 Sessiz Ev (The Silent House) , skaldsøga, Istanbul: Can Yayınları, 1983 Beyaz Kale (The White Castle), skaldsøga, Istanbul: Can Yayınları, 1985 Kara Kitap (The Black Book), skaldsøga, Istanbul: Can Yayınları, 1990 Gizli Yuz (Secret Face), leikrit, Istanbul: Can Yayınları, 1992 Yeni Hayat (The New Life), skaldsøga, Istanbul: İletişim Yayınları, 1995 Benim Adım Kırmızı (My Name is Red), skaldsøga, Istanbul: İletişim Yayınları, 1998 Öteki Renkler (The Other Colors), essays, Istanbul: İletişim Yayınları, 1999 Kar (Snow), skaldsøga, Istanbul: İletişim Yayınları, 2002 İstanbul: Hatıralar ve Şehir (Istanbul: Memories and the City), minnir, Istanbul: Yapı Kredi Yayınları, 2003 At finnast at samleika turkanna Ummæli Kim Simonsen Tey eru ung og forelskaði. Hon er lærari og hann arbeiðir fyri verfaðir, teir selja ognir. Starvsbreytin er komin uppá pláss. Nú skulu tey so giftast og tað skal vera á Hawaii. Alt er perfekt fyri Carl og Molly, sum um tey vóru Barbie og Ken, men Carl hevur ein vin, hansara “best man”, og hann er ikki bert ov seinur, men lendur á einari skeivari oyggj. Alt gongur so nøkunkunda. Kanska ein av søgunum um Carl hjá verfaðirinum var heldur grov, men sum heild er alt sum tað eigur seg. Tey ungu flyta inn í eini nýggj hús, her skulu tey njóta lívið og hvørt annað, men her kemur so hasin vinurin kallaður Dupree í vegin. Carl sær skjótt, at Dupree hevur mist arbeiði, hann er blakaður út úr íbúðini, hann livir stutt sakt sum ein tannáringur frá hondini í munnin. Dupree veit einki um hugtøk sum arbeiði ella skilir at onnur hava eitt privatlív, hann flytir inn hjá Carl og Molly og broytir teirra hús. Nú hava tey við eitt nógv fleir sjónvarpsrásir og teirra telefonsvarari hevur heilt onnur boð, og privatlív hava tey heldur ikki longur. Tey hava fingið ein forvaksnan tannáring búgvandi. Ein idiot Dupree ger alt hann kann fyri at liva eitt fullkominliga ábyrgdarleyst lív, hann syrgir fyri at oyðileggja hvørja samrøðu um arbeiði, hann heur úr at gera við at spæla við børnini á gøtuni. Hann hevur eina súklu og er fyri tað mesta bert óbúgvin og býttari enn flest. Molly hatar at byrja við hendan Dupree, men sum Carl gerðst meiri og meiri upptikin av arbeiðinum, sær hon alt meiri til hendan stóra deingin. Hon gerðst meiri vinalig yvir fyri Dupree, ið gott kann vera filosofiskur og poetiskur, og so dugir hann at gera mat. Dupree er í longdini sera eindimensionellur, ein fest­ apa sum er eini 35 ár er ja einki annað enn patetisk í skataraklæðum. Góðir leikarar, sera vánaligur filmur Tað eru sera góðir leikarar í hesum óvanliga vánaliga filminum. Bæði Owen Wilson og Matt Dillon eru bæði góðir og kendir. Eg eri ei fan av Wilson, men ikki her. Við í filminum er eisini hin kendi Michael Duglas, sum spælir ein maktfullur leiðari og pápi konuna Molly spæld av vøkru Kate Hudson. Tað virkar sum um øll hava hildið summarferiu í hesum filminum, søgan er alt for tvætlut. Filmurin er lættur at gjøgnumskoða og byggir á eitt flatt og býtt tríkantsdrama. Leikarnir eru alt ov góðir til hendan ovurhonds vánaliga filmin. Ein sera ordinerur filmur uttan veruligar ektaðar kenslur, mangan er hann slett ikki skeg heldur. Her er einki at koma eftir og hvørki Dillon, Duglas ella Wilson kunnu bjarga hesi søkkandi skútu. Huff ein lortafilmur. Ein av teim ringastu í 2006. 1 stjørnu av 6. Besti vinurin hjá manninum, whatever – ”You, Me & Dupree” vánaligur skemtifilmur við Owen Wilson. 2006 Kate Hudson |Matt Dillon Owen Wilson | Michael Douglas Leikandi Randolph Dupree Owen Wilson Molly Peterson Kate Hudson Carl Peterson Matt Dillon Neil Seth Rogen Mr. Thompson Michael Douglas Leikstjórn: Anthony & Joe Russo. Framførdur í Havnar Bio frá 20. oktober kl. 21.15 2005: Harold Pinter, bretskur dramatikari. 2004: Elfriede Jelinek, eysturríkskur dramatikari. 2003: J.M. Coetzee, Suðurafrika. 2002: Imre Kertész, Ungarn. 2001: V.S. Naipaul, bretskur-indiskur høvundi. 2000: Gao Xingjian, Kina. 1999: Günter Grass, Týskland. 1998: José Saramago, Portugal. 1997: Dario Fo, Italia. 1996: Wislawa Szymborska, Pólland. Onnur sum hava vunnið Bókmentavirðisløn Nobels seinastu 10 árini: