fríggjadagur 20. oktober 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 203 - 20. oktober 2006 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Vit kunnu ikki geva NSÍ skyldina fyri, at
vit liggja til at flyta niður.
Súni Fríði Barbá, B68-álopsspælari
GÍ fer eftir
møgu
leikanum
GÍ hevur enn ein
møguleika at røkka
evropeiskari luttøku.
Til tess krevst ein sigur
á B36, sum í sínum
lag vil varðveita triðja
plássið. GÍ verður uttan
Sámal Joensen, meðan
B36 hevur allar mans
tøkar til dystin.
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
GÍ tekur leygardagin
ímóti B36 í síðsta umfari
av Formula deildini. Um
alt gongur eftir ætlan
hjá gøtumonnum, kunnu
teir røkka evropeiskari
luttøku. Fyrst skulu teir
tó vinna á B36, meðan KÍ
ikki skal vinna á Mølini
ímóti oddaliðnum.
Áslakur Petersen hjá
GÍ sigur, at teir sjálvandi
ætla at elta møguleikan,
men hann ásannar, at
hetta ikki verður lætt.
- Vit ætla at royna
at røkka fjórða plássi,
soleiðis at vit sleppa út í
Evropa. Tað verður ikki
lætt, men vit skulu bara
vinna, og so er at vóna,
at KÍ missir stig á Eiði.
GÍ má tó vera ein av
týdningarmesta
leik
arunum hetta árið fyri
uttan, tí Sámal Joensen
verður ikki við vegna
skaða. Hann fekk ein
snudd í knæið undir
venjing og var ikki við
ímóti KÍ seinasta. Sámal
spælir heldur ikki í morg
in. Áslakur heldur hetta
sjálvandi vera óheppið.
- Sjálvandi er tað keði
ligt, at Sámal ikki er
við. Men Símin Louis
og Sam Jacobsen spældu
mitt á miðjuni ímóti KÍ
týsdagin, og tá gekst
bara heilt væl.
B36 ætlar sær tó ikki
inn til Gøtu at slappa av.
Teir ætla sær í Sarpugerð
eftir øllum teimum stig
unum, sigur Bergur Mid
jord, sum skoraði annað
av B36-málunum í javn
leikinum ímóti Skála týs
kvøldið.
- Ja, vit ætla okkum
heilt sikkurt til Gøtu at
vinna dystin. Vit kunnu
enn missa okkara triðja
pláss, og tað vilja vit
ikki. Tí fara vit eftir sigr
inum.
Hjá B36 hava verið
onkrir smærri snuddir,
men Bergur sigur, at allir
mans eru tøkir til dystin
leygardagin.
FM stríðið fer í
morgin at standa
á Eiði og í høvuðs
staðnum, og telvingin
um at sleppa undan
niðurflyting verður í
Runavík, á Skála og í
Gundadali
FYRITREYTIRNAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í morgin verður lok lagt á
fótbóltsárið 2006. Tá er 27.
umfar í Formula deildini
á skránni, og spenningurin
er stórur. Bæði í toppinum,
har EB/Streymur og HB
kappast um FM heitið og
í botninum, har ÍF, B68 og
VB/Sumba stríðast um at
verða felagið, sum fer at
leypa av, tá ið fasittlistin
verður liðugur, og tvey nøvn
fara at standa niðanfyri
niðurflytingar strikuna.
Í morgin verður staðfest,
um EB/Streymur fer at
megna at varðveita styrkina
og støðufestið, sum krevst
fyri at vinna fyrsta FM
heitið nakrantíð, ella um
HB á málstrikuni fer at
snýta felagsliðið.
EB/Streymur vinnur FM,
um felagsliðið megnar javn
leik á heimavølli móti KÍ.
EB/Streymur er tvey stig
og ellivu mál frammanfyri
HB, sum á heimavølli skal
spæla ímóti ÍF. Hjá fugl
firðingum verður tað bara
sigurin, sum kanska fer
at bjarga teimum undan
niðurflyting, men tað fer at
valdast um úrslitini hjá B68
og VB/Sumba.
Motivatiónin hjá KÍ á Eiði
verður at varðveita fjórða
plássið og rættin at luttaka
í Intertoto. Um KÍ fær fult
á Eiði, so er møguleiki at
røkka bronsuni.
Steypavinnararnir í B36
hava góð kort á hondini
í bronsustríðnum. Triðja
plássið kunnu teir missa
til GÍ, um gøtumenn vinna
við fýra málum og til KÍ,
um klaksvíkingar fáa fult
á Eiði, og um B36 ikki fær
meiri enn eitt stig í Gøtu.
Meðan FM stendur upp
á spæl í Gundadali og á
Mølini, so fara úrslitini í
Gundadali, á Skála og í
Runavík at gera av, hvørji
tvey feløg skulu flyta nið
ur.
ÍF hevur 16 stig, B68
18 stig og VB/Sumba 19
stig. Málmunurin kann
fara at verða avgerandi
fyri niðurflytingina. Mál
munurin hjá ÍF er – 31,
hjá B68 – 22 og hjá VB/
Sumba – 49. Einasti møgu
leikin fyri ÍF bjarging er,
at fuglfirðingar vinna í
Gundadali og at VB/Sumba
og B68 einki stig fáa.
VB/Sumba bjargar sær
við sigri á Skála ella við
javnleiki, um B68 ikki
vinnur í Runavík. Møgu
leikin hjá B68 er treytaður
av størri úrtøku í Runavík
enn VB/Sumba úrtøkuni á
Skála.
Móti einasta liðnum,
sum einki hevur
at spæla fyri, ætlar
VB/Sumba at vissa
sær neyðugu stigini á
seinasta leikdegi
Skála-VB/Sumba
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skála endar á sjeynda pláss
inum. Tað er tað einasta,
sum liggur fast undan sein
asta leikdegi í Formula-
deildini.
Hetta hevur verið støðan
nú í nøkur umfør, men
hóast hetta, so tykist ikki,
sum hava Skálamenn mist
allan hugin at spæla bólt.
Seinastu vikurnar hava teir
fingið javnleik móti trimum
av liðunum, sum eru oman
fyri á talvuni, og lítið er at
ivast í, at teir fegnir vilja
enda árið væl við einum
sigri.
Til dystin leygardagin
er Pauli G. Hansen einasta
ivamálið. Hann fór út úr
dystinum móti B36 við
skaða, og síðani hevur hann
ikki fingið vant.
Hjá VB/Sumba eru allir
mans tøkir. Og har er málið
púrasta
greitt.
Sigurin
á NSÍ lyfti liðið upp um
niðurflytingarstrikuna, og
tað arbeiðið kann gerast
liðugt leygardagin. Megnar
VB/Sumba at taka øll stig
ini á Skála, er tað nevnliga
púrasta líkamikið, hvussu
skerst hjá B68 og ÍF í sínum
dystum. So hóast teir eru á
útivølli, so fer VB/Sumba
at spæla fyri øllum trimum
stigunum leygardagin.
Gestirnir kunnu avgera sjálvir
Einki er líka mikið
HB ella EB/Streymur vinnu seinnapartin í morgin føroyameistaraheitið í mansfótbólti 2006
Mynd: Álvur Haraldsen