Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 203 - 20. oktober 2006 ] Alt kann henda Piotr heldur, at alt kann henda í seinasta umfarinum í morgin. Krzysztof sigur seg bert hugsa um at vinna sín dyst Endabrestur Eyðun Klastein eydun@sosialurin.fo Í morgin fellir avgerðin um, hvat felag verður før­oyameistari í mans­ fótbólti 2006. Tvey feløg kunnu vinna FM – EB/ Streymur og HB. EB/Streymur hevur fyri­munin undan seinasta umfari, tí felagið er tvey stig frammanfyri HB, og harafturat hevur EB/ Streymur eisini 11 mál betur málmun. HB liggur í hølunum og lúrir og kann strúka við FM, um EB/Streymur snávar í seinasta dystin­ um leygardagin. EB/Streymur spælir ímóti KÍ, og HB spælir ímóti ÍF. Bæði EB/ Streymur og HB spæla á heimavølli. - Fótbóltur er fótbóltur, og alt kann henda. Tí kenni eg meg als ikki vísan í, at vit vinna í morgin, men sjálvandi er alt upp til okkum, og vit ætla at dríva á, sigur Piotr Krakowski, venjari hjá EB/Streymi. - Eg haldi ikki, at spæl­ ararnir eru so nervaðir av seinasta dystinum. Teir vita, at teir skulu vinna, og ev veit, at teir fara at geva seg fult út í hesum dystinum, sigur Piotr. Krysztof Popczynski sigur, at hann hevur nóg mikið við at hugsa um sín dyst, og hann roknar ikki við at vinna FM. - Vit hava ein truplan dyst ímóti ÍF, sum stríðist fyri lívinum, og tí skulu vit hugsa um at vinna okkara dyst. Eg verði sera, sera glaður, um vit vinna dystin og fáa 55 stig. Um vit eisini vinna FM, so verður gleðin sjálv­andi enn størri, sig­ ur Kryzysztof. U 17 tapti tepurt Føroyska U17 landsliðið í fótbólti spældi í gjárkvøldið ímóti Sveis í EM-undankapping í Norðurírlandi. Sveis verður roknað sum sterkasta landið í bólkinum, og Føroyar stóðu seg heilt væl ímóti teimum. Dysturin endaði við einum teprum 1-0 sigri til Sveis. Føroyar skulu eisini spæla ímóti Norðurírlandi og Kypros, og teir dystirnir verða leygardagin og týsdagin. Venjarar hjá føroyska liðnum eru Pætur Clementsen og Finn Johannesen. Feløgini tosa um rokmikla kapping Fótbóltssambandið hevur nú boðsent fótbóltsfeløgunum til árligu eftirmetingina av fótbóltskappingini. Einki er at ivast í, at í ár verður nógv at tosa um hjá feløgunum. Kappingini hevur verið merkt av drúgva rokinum um spæliloyvið hjá HB, og á vegnum hava nógvar ósemjur verið millum feløgini og FSF. Eftirmetingarfundurin verður í FSF-húsinum í Havn leygardagin 11. november, og umframt at eftirmeta ársins kapping verður eisini hugt fram ímóti kappingini næsta ár. Líkamikið um tað verður EB/Streymur ella HB, sum vinnur føroyameistari, so verður tað ein pólskur sigur. Piotr Krakowski og Krzysztof Popczynski eru venjarar hjá teimum báðum gullkandidatunum Venjarar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyingar og póllendingar hava havt nógv við hvønn annan at gera gjøgnum árini. Føroyskir menn eru giftir pólskum konum, dugna­ligir handverkarar úr Póllandi hava starvast á skipasmiðjunum, og pólsk­ ir læknir hjálpa fólki á før­ oysku sjúkrahúsunum. Eisini í fótbóltinum hava póllendingar roynst væl hjá føroysku feløgunum, og í morgin verður tað ein pólskur venjari, sum kann kalla seg føroyameistari 2006. Líkamikið um tað verður EB/Streymur ella HB, sum vinnur FM, so verður tað ein pólskur sigur, tí hjá báðum feløgunum eru póllendingar venjarar. - Tað er sera stuttligt, at tað eru eg og Piotr, sum kappast um at vinna FM. Vit báðir hava tann fyrimunin fram um nógvar av hinum venjarunum í Føroyum, at vit hava royndir sum yrkis­ spælarar uttanfyri Før­oyar, og tær royndirnar koma væl við hjá okkum í venj­ arayrkinum, sigur Krzysztof Popczynski, sum er venjari hjá HB. Piotr 17 ár í Føroyum Piotr Krakowski er tann, sum hevur verið nógv longri í Føroyum. Hann kom til Sands at spæla við B71 í 1989, og hann var venjari í B71 frá 1990 til 1996. Síðani hevur hann verið venjari í FS Vágum, ÍF og B36. Seinastu fýra árini hevur Piotr vant EB/ Streym. Krzysztof Popczynski kom til Vágs at spæla í 1998, og árið eftir var hann spælandi venjari hjá liðnum, sum vann føroya­ meistaraheitið. Krzysztof var venjari í GÍ í trý ár, áðrenn hann endaði í HB í ár. Góðir vinmenn Piotr og Krzysztof hava ongantíð spælt á sama liði ella verið í sama felag. Í Føroyum hava teir bara kappast ímóti hvørjum øðr­ um, men teir eru góðir vin­ menn fyri tað. - Eg og Piotr fjala einki fyri hvørjum øðrum. Vit tosa nógv saman og hava eisini hjálpt hvørjum øðrum nógv í ár. Eg haldi, at eg kann siga um okkum báðar, at vita taka okkara venjarayrki í stórum álvara. Vit royna at verða seriøsir og arbeiða miðvíst, og tað gevur úrslit, sigur Krzysztof. - Ja, tað er góð reklama fyri okkum póllendingar, at eg og Krzysztof enda sum nummar 1 og 2 í morgin, sigur Piotr við einum skálka­brosi. Ymiskir persónar Piotr og Krzysztof eru ym­iskir sum persónar. Um­framt at verða góður og gløggur venjari, er Piotr skemtari, sum kann siga nógvar stuttligar søgur um gamlar venjarar hjá sær, og hvat hann annars hev­ur upplivað sum fót­ bólts­spælari. Krzysztof er tann blíði, men eitt sindur friðarligari og seriøsi mað­ urin, sum arbeiðir sera mið­ víst við sínum liðum. - Piotr hevur nógv fleiri royndir enn, og hann kenn­ ir føroyskan fótbólt sera væl. Eg kenni eisini betur umstøðurnar her, enn eg gjørdi, tá ið eg kom av fyrstan tíð, men Piotr hev­ur hóast alt verið her nógv longri enn eg. Piotr er ein stuttligur maður og góður venjari, og hann er sera arbeiðssamur, sig­ ur Krzysztof um lands­ mannin. - Krysztof er ein góður venjari, og hann hevur stýr á øllum tí, sum hann fæst við. Hann gjørdi eitt gott arbeiði í VB, og hann bygdi eisini nakað spennandi upp í Gøtu. Krzysztof ar­beið­ ir nógv við teldu, alt skal skrivar niður, og hann hevur nógv pappír um alt í sambandi við venjing og dystir. Eg komi har við einum lítlum lepa í lumm­ anum, og tað er tað, sigur Piotr flennandi. - Eg ynski Piotr alt tað besta í morgin, og líkamikið um tað verður hann ella eg, sum verður føroyameistari, so ætli eg mær at ringja til hann eftir dystin, sigur Krzysztof. - Eg haldi, at eg kann siga um okkum báðar, at vita taka okkara venjarayrki í stórum álvara. Vit royna at verða seriøsir og arbeiða miðvíst, og tað gevur úrslit, sigur Krzysztof Popczynski, venjari hjá HB. Í morgin dystast hann við landsmannin Piotr Krakowski um FM-heitið í mansfótbólti Mynd: Jens Kr. Vang Póllendingar stríðast um føroyskt gull