fríggjadagur 20. oktober 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 203 - 20. oktober 2006 ]
Tvey væl
mannað lið
EB/Streymur hevur
fyri fyrstu ferð í rúma
tíð allar mans tøkar,
og kunnu tí stilla við
sterkastu manning.
Hjá KÍ eru onkur
smærri ivamál, men
eisini har rokna tey
við øllum leikarum
UPPTAKT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað eru tvey vælmannað
lið, sum fara á vøllin
leygardagin til ársins
seinasta landskapping
ardyst.
EB/Streymur
spælir fyri gull, KÍ fyri
bronsuni og tí kunnu vit
rokna við, at allir mans
bjóða seg fram, tá liðini
skulu setast – eisini teir
sum hava onkran minni
snudd, tí nú skal slagið
standa, og so kunnu teir
hava ilt aftaná.
EB/Streymur
hevur
fyri fyrstu ferð í langa
tíð allar mans tøkar.
Seinasta dyst var Marni
Djurhuus leikbannaður,
men hann er so við aftur
nú.
Bárður Olsen hevur
verið úti leingi við skaða,
men var við í Fuglafirði.
Hann er eitt sindur eym
ur í knænum nú, men
á Mølini rokna tey við
honum leygardagin.
Klaksvíkingar
hava
eisini
onkrar
menn,
sum dragast við minni
snuddir. Erling Fles datt
í vikuni undir venjing og
meiddi sær økslina. Tí
er hann ivasamur og tað
sama er Sinisa Jovanovic,
sum ikki var við í móti
GÍ orsaka av skaða. Men
klaksvíkingar bæði vóna
og vænta, at hesir báðir
vera við leygardagin.
Ein annar leikari, sum
heldur ikki var við í móti
GÍ, var Høgni Madsen.
Hann var leikbannaður
tá, men er nú tøkur aft
ur.
Við øðrum orðum,
so eru allir mans helst
tøkir leygardagin. Onkur
minni ivamál, men tá
dysturin skal spælast
vilja helst allir sleppa
upp í part hóast alt.
Formuladeildin, seinasta umfar
21/10
HB-ÍF
Petur Reinert
21/10
EB/Str.-KÍ
Dagfinn Olsen
21/10
NSÍ-B68
Eiler Rasmussen
21/10
Skála-VB/S
Lassin Isaksen
21/10
GÍ-B36
Páll Augustinussen
Allir dystirnir byrja kl. 15.00
Jónas gevst í Frem
Jónas Tór Næs heldur ikki fram í danska 1. deildarfelagnum Frem, tá
ið sáttmálin gongur út við árslok. Jónas fekk í summar eitt tilboð frá
Frem um at skriva nýggjan sáttmála, men hann var ikki nøgdur við
tilboðið og takkaði nei. Síðani spældi hann tríggjar dystir á liðnum,
áðrenn hann varð settur av, og hann hevur als ikki verið upp á tal síðani,
hóast hann undan vrakaði tilboðnum var fastur maður á liðnum.
- Eg leiti mær nú eftir einum nýggjum felag, og eg ætli mær at halda
fram at spæla í Danmark. Ætlanin er ikki at koma heim til Føroya
at spæla, hóast tað ongantíð ber til at útiloka nakað, sigur Jónas Tór
Næs.
Fuglfirðingar foku
sera upp á møgu
leikan at sleppa
undan niðurflyting,
og í HB verður tað
roknað sum super
eykavinningur, um
silvur í morgin verður
til gull
HB-ÍF
Eyðun Klakstein
Fyritreytir vera ymiskar í
Gundadali í morgin. HB
hevur tryggjað sær silvur
merkini, og um tað fer
at vilja heilt væl til, so
kann talan gerast um gull.
ÍF hevur annað beinið í
1. deild. Um teir fáa øll
stigini, so er møguleiki
fyri, at teir fara at bjarga
sær rættin at halda fram í
Formula deildini.
Í HB eru allir spælararnir
tøkir. HB hevur ikki tapt
ellivu tær seinastu ferðirnar
í landskappingini ella síðani
Rógvi Jacobsen kom aftur
úr Íslandi.
- Vit eru sera væl nøgdir
við kappingarárið. Serliga
síðani Rógvi kom aftur,
hevur tað riggað væl. Ímóti
ÍF fara vit at arbeiða hart
fyri at vinna. Vit rokna við,
at úrtøkan verður silvur,
men sjálvandi fara vit at
fylgja við í, hvussu tað fer
at ganga hjá klaksvíkingum
á Eiði, sigur Jákup á Borg
í HB.
Í ÍF er Bartal Eliasen
tøkur aftur eftir, at hann
var leikbannaður ímóti
EB/Streymi. Tórður Lervig
er eisini tøkur aftur eftir
skaðasteðg. Ivi er um
Høgna
Zachariassen.
Orsaka av trupulleikum við
rygginum noyddist hann
tíðliga av vøllinum ímóti
EB/Streymi. Høgni hevur
ikki vant í vikuni, men
tað verður vónað, at hann
verður førur fyri at spæla í
morgin.
- Vit fara á vøllin fyri
at vinna øll stigini,og vit
rokna við, at um tað fer at
eydnast, so fara vit at halda
fram í bestu deildini. Vit
rokna tað rættuliga sannlíkt,
at B68 og VB/Sumba fara
at fáa tað torført í Runavík
og á Skála, heldur Høgni
Zachariassen í ÍF.
Hjá monnunum vera
fleiri toppdystir á
skránni, men serliga í
Havn verður brak, tá
Fleyr og Fram bresta
saman. Hjá kvinnunum
verður toppdystur í
Trongisvági, har KÍF
vitjar TB.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hjá
monnunum
skulu
øll liðini í eldin, og fleiri
toppdystir eru á skránni. Hjá
kvinnunum eru eisini fleiri
spennandi dystir á skránni,
men størsti spenningurin
tykist vera í Trongisvági,
har TB tekur ímóti KÍF.
Fleyr og Fram berjast
um Havnina
Hjá monnunum vera tveir
toppdystir
leygardagin.
Her møtast ÍF og Mjølnir
á Kambsdali, meðan Fleyr
og Fram hittast í Havn. ÍF
eru ósigraðir í ár, meðan
Mjølnir hevur tvey stig
av fýra møguligum. Hesi
bæði liðini ætla sær heilt
víst sigurin leygardagin, tí
vinnarin leggur seg fram í
oddin.
Í Havn hittast bæði havn
arfeløgini Fleyr og Fram
í einum spennandi dysti.
Bæði liðini vunnu sínar
fyrstu dystir, so vinnarin
kann leggja seg heilt fram
í oddin. Hesin dysturin
er eisini fyrsta slagið um
Havnina í nógv ár, tí Fram
hevur ikki verið partur av
bestu mansdeildini seinastu
árini.
Sunnudagin vera aftur
tveir dystir á skránni. Her
møtast bæði botnliðini, SÍ
og Nøvan, í Sørvági, og her
er SÍ stórfavorittur at vinna
dystin. Í hinum dystinum
møtast ÍF og Fleyr á Kambs
dali.
Toppdystur á Tvøroyri
Hjá kvinnunum vera tveir
dystir á skránni leygar
dagin, og serliga dysturin
í Trongisvági tykist spenn
andi. Her tekur TB ímóti
KÍF. Bæði liðini vunnu sínar
fyrstu dystir, og KÍF hevur
júst vunnið FK-kapingina.
TB plagar tó at klára seg
sera væl í Trongisvági,
og tí kunnu kvinnurnar úr
Kollafirði vænta sær dygga
mótstøðu.
Hin dysturin er á Kambs
dali, har ÍF tekur ímóti
Mjølnir. Hesi liðini taptu
bæði í fyrsta dystinum, og
tí hevur tað stóran týdning
fyri bæði at vinna dystin
leygardagin.
Sunnudagin er enn eitt
brak, tá bæði vágaliðini,
Dráttur og SÍ, bresta saman
á Giljanesi. Dráttur vann
við bit og slit fyrsta dystin,
meðan SÍ tapti í Kollafirði.
Í eini slíkari grannauppgerð
fara bæði liðini at leggja
nógv fyri í teirra royndum
at vinna dystin. Hin dyst
urin sunnudagin verður á
Kambsdali, tá ÍF tekur ímóti
TB. Her er TB favorittur,
men ÍF kann meir enn so
taka TB á bóli í hesum
dystinum.
Gull og niðurflyting eru á skránni
Toppdystur og brak um Havnina
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
26
16
-
6
-
4
63
29
34
54
2 HB
26
15
-
7
-
4
59
36
23
52
3 B36
26
12
-
8
-
6
43
31
12
44
4 KÍ
26
11
-
9
-
6
53
39
14
42
5 GÍ
26
10
-
11
-
5
38
32
6
41
6 NSÍ
26
11
-
6
-
9
48
39
9
39
7 Skála
26
7
-
9
-
10
32
28
4
30
8 VB/S
26
5
-
4
-
17
23
72
-49
19
9 B68
26
4
-
6
-
16
34
56
-22
18
10 ÍF
26
4
-
4
-
18
29
60
-31
16