Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 203 - 20. oktober 2006 ] – Vit hava ábyrgdina - Vit kunnu ikki geva NSÍ skyldina fyri, at vit liggja til at flyta niður, sigur Súni Fríði Barbá, álopsspælari hjá B68 NSÍ-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo B68 liggur til niðurflyting, og felagið kann ikki sjálvt gera av, um tað skal bjarga sær lívinum í For­ muladeildini. Fyrsta kravið til B68 leygardagin er ein sigur ella minst javnleikur ímóti NSÍ, og samstundis skal Skála spæla javnt ella vinna ímóti VB/ Sumba, sum er eitt stig frammanfyri B68. Seinast vann VB/ Sumba ímóti einum tann­leysum NSÍ-liði, og B68-álopsspælarin Súni Fríði Barbá hevði eina speiska viðmerking til NSÍ í 3-2 og sipaði til, at teir høvdu ikki givið seg fult út ímóti VB/Sumba. - Tá ið tú ert heitur, so kemur tú onkuntíð at siga okkurt, sum tú ikki átti at sagt. Vit kunnu ikki geva NSÍ skyldina fyri, at vit liggja til at flyta niður. Vit hava vunnið ov fá stig ígjøgnum árið, og tí hava vit sjálvir ábyrgd­ina av, at liggja vit soleiðis fyri, sum vit nú gera, sigur Súni Fríði Barbá. - Tað verður trupult hjá okkum í Runavík leygar­ dagin, men vit fara at geva alt, sum vit eiga, og so vóna vit, at Skála kann geva okkum eina hjálpandi hond eisini, sigur hann. Ralph van Dooren hevur leikbann í morgin, og bæði Arnbjørn Daniel­ sen og Julian Johnsson hava verið burturi frá venjing í vikuni orsaka av skaða. Ivasamt er, um nakar av teimum spælir í morgin. NSÍ manglar tveir spæl­arar. Óli Hansen er skaddur, og Julian Flores­ cu hevur leikbann eftir reyða kortið í Vági. Gøtumenn vandu við AaB Tríggir undir spælarar úr Gøtu hava verið í Aalborg og vant við liðum hjá AaB. Erling Jacobsen, sum hevur spælt við á 1. liði hjá GÍ í ár, og teir báðir yngru Bárður Hansen og Magnus Jarnskor hava allir verið í AaB og roynt seg í nakrar dagar. - Venjingin gekk avbera væl. Allir fingu at vita, at teir vóru í betra endanum á teimum liðum, teir vandu við, sigur Pauli Jarnskor, ið skipaði fyri ferðini, við GÍ heimasíðuna. AaB kennir til føroyskar spælarar, tí gøtumaðurin Súni Olsen og havnamaðurin Jón Rói Jacobsen eru yrkisspælarar í felagnum. Umframt í fjør var eitt tað mest spennandi síðsta umfarið nakrantíð í 1987, tá ið trý feløg inntil síðsta sparkið kappaðust um FM heitið SÍÐSTA UMFAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað plagar at vera á aðal­ fundinum hjá FSF, sum plagar at vera í februar, at uppskotið til leikskrá fyri næsta kappingarárið verður lagt fyri feløgini at gera viðmerkingar til. Eitt tað fyrsta, sum eyguni verða fest við, er, hvussu skráin sær út í fyrsta umfari og so í síðsta umfari. Metingar verða gjørdar, um tað fer at vera einstakur dystur í síðsta umfari, sum verður sonn finala um FM heitið. Í gomlum døgum – tað vil í hesum sambandinum siga inntil feløgini í Eysturoy fyri stórari fjórðings øld síðani av álvara fóru at blanda seg í FM kappingina – var tað oftast soleiðis, at t. d. HB og KÍ ella HB og TB kappaðust um FM, og fleiri ferðir vóru sannir finaludystir millum tvey av hesum feløgunum. Dømini hava síðani verið mong um, at úrslitini í fleiri dystum í síðsta umfarinum hava verið avgerandi fyri, hvør fór at vinna FM. Gott dømi um hetta var síðsta umfarið í fjør. Tá stóð tað at bresta í báðum endum. GÍ, TB og VB vóru í niðurflytingarvanda, og í síðstu sekundunum varð tað greitt, at TB skuldi flyta niður. B36, HB og Skála stríddust um FM heitið. B36 og HB spældu finaludyst, og samstundis var Skála á heimavølli móti GÍ møguligur meistari. B36 vann 2-1 í Gundadali og gjørdist meistari. Eina løtu í síðsta umfarinum var Skála á FM kós. Minnisríkur endi Eitt annað minnisríkt dømi um stóran dramatikk í síðsta umfarinum var í 1987, sum var síðsta árið við átta feløgum í bestu deildini. Tá stóð FM heitið upp á spæl í trimum av fýra uppgerðum í síðsta umfarinum. GÍ og TB høvdu undan 14. og síðsta umfari 17 stig (málmunurin hjá GÍ var betri) og HB hevði 16 stig. GÍ spældi í Runavík, HB í Klaksvík, og TB hevði vitjan av VB, sum eisini fyri 19 árum síðani í síðsta umfari stríddist fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Inntil tað restaðu tíggju minuttir stóð á jøvn­um í øllum trimum pláss­un­um. Á Tvøroyri endaði tað mál­ leyst, og hóast HB eftir KÍ leiðslu trýsti nógv í 2. hálv­ leiki, tá ið teir eisini høvdu nógvar málmøguleikar, so eydnaðist havnarmonnum bara at skjóta eitt mál og harvið at javna til 1-1. Tí var GÍ á FM kós. Men so legði NSÍ seg framum 2-1 og 3-1, og so vendist vónbrotið um bara at hava megnað 0-0 á heimavølli móti VB til gleim og gaman og FM fagnað á Sevmýri. Hetta var síðsta ferðin higar­ til, at TB hevur vunnið FM heitið. Undanfarnu árini hava merkisverd úrslit verið at sæð í síðsta umfarinum. Hetta er kanska serliga kom­ ið fyri í dystum, har FM, Europa Cup og niðurflyting ikki hava staðið upp á spæl. Eitt dømi um hetta var í fjør, tá ið dysturin í Klaksvík millum KÍ og NSÍ endaði 5-6! Ábyrgdarmenninir í teimum trimum feløgunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, hava ikki so lítið í felag FELAGS BAKGRUND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið dómararnir seinna­ partin í morgin hava bríksl­ að fyri síðstu ferð, verður tað fagnaður í einum fe­lag, tí hetta felagið er komið undan niðurflytingar hóttanini, sum leingi hevur hingið yvir felagnum, og í tveimum øðrum feløgum verður hýrurin ikki góður, tí hóttanin um niðurflyting nú verður veruleiki. Talan er um ÍF, B68 og VB/Sumba. Hesi feløgini hava tað í felag, at tey í turbolenta kappingarárinum hava skift venjara. Jón Simon­sen loysti í summar Petur Simonsen av við róðrið í Fuglafirði. Finn Jo­hannesen loysti í summar saman við Bjarna Johansen Ole Andresen av í Vági, og á Toftum loysti Bill Jacobsen Jóannes Jakobsen av sum venjari hjá B68. Felags fyri venjararnar hjá teimum trimum feløg­ unum, sum í morgin fara at royna at renna undan niðurflytingini, er, at teir eru uppvaksnir í Klaksvík og harvið í KÍ. Tað er eis­ini felags fyri teir, at hetta er fyrsta árið, at teir hava ábyrgdina av liði í bestu deildini. Eitt annað felags eyðkenni fyri Finn Johannesen, Jón Simonsen og Bill Jacobsen er, at eingin teirra hevur roynt seg sum spælara á hægsta støði. Í fjør var stórur spenningur í síðsta umfarinum, tí trý feløg høvdu møguleikan at vinna føroyameistaraheitið. Tað endaði við, at B36 fór við gullinum Mynd: Álvur Haraldsen Lassin skal halda skil á Keane Lassin Isaksen hevur seinastu árini verið altjóða fótbóltsdómari, og hann hevur havt nógvar uppgávur uttanlands – millum annað ungdómslandsdystir og Intertoto-dystir. UEFA hevur nú givið Lassin eina stóra uppgávu, sum helst verður ein av hansara seinastu í altjóða fótbólti, nú hann fellir fyri aldursmarkinum. Lassin skal nevniliga døma EM-undankappingardystin millum Írland og San Marino, sum verður spældur í Dublin tann 15. november. Harvið verður tað Lassin, sum skal halda skil á Robbie Keane, Damien Duff og hinum spælarunum á vøllinum. FM leingi í leysum lofti Tríggir klaksvíkingar renna undan