fríggjadagur 20. oktober 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2006
39
Bilførari til IRF
Søkt verður eftir einum bilførara til Bjølluvísu, at
byrja skjótast gjørligt. Bjølluvísa er ein fýraakslaður
bilur við skiftilastskipan, sum koyrir bæði við
komprimaturaggregati, lastum og bingjum.
Arbeiðið umfatar:
1. heintan
av
burturkasti
frá
virkjum
og
bingjuplássum v.m. í limakommununum hjá IRF
2. annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF.
Krøv til umsøkjaran:
1. Stóra koyrikortið, og vanur at koyra lastbil
2. Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt
3. Skal vera kundavinarligur og nágreiniligur við
útfylling av fylgiseðlum o.t.
4. Skal vera røkin.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF á
telefon 41 42 43, Adelbert Ellingsgaard.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan
fríggjadagin 27. oktober 2006.
Postboks 39
FO-520 Leirvík
Arbeiðsleiðari til Tvøroyrar Kommunu
Tvøroyrar Kommuna søkir eftir arbeiðsleiðara til
anleggsdeildina.
Tekniska deild ætlar at menna anleggsdeildina, við
at fáa arbeiði í sambandi við viðlíkahald og nýgerð
av vegum, kloakkum, reinhald, fríðkan av økjum
v.m. hjá kommunini, lagt í eina fast skipan.
Arbeiðsuppgávur
Undir leiðslu av teknisku deild, fyriskipar og røkir
arbeiðsleiðarin hesar uppgávur:
stendur fyri og hevur rakstrarábyrgdina av
viðlíkahaldi og útbygging av anleggsdeildini
hevur dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi og
nýgerð av vegum, kloakkkervinum, fríðkan
av økjum, reinhaldi v.m. um hendi
hevur umsitingarligu ábyrgdina av
amboðum, maskinum o.a. ið eru knýtt at
anleggsdeildini
luttekur í skráseting av vegum og
kloakkleiðingum
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við
møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Fakligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi fakligan
kunnleika og arbeiðsroyndir til anleggsarbeiðir. Tað
er ein fyrimunur at tú eisini hevur royndir innan
betongarbeiði. Tað er ikki ein treyt at tú hevur
sveinabræv. Tú skalt hava koyrikort.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, málsøkjandi, fyrikomandi,
hevur leiðsluroyndir og gongur undan í at menna
tænastustøðið, dugir væl at fara við starvsfeløgum
og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt
og taka avgerðir.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast tilber og verður sett
sambart sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Tummas Sørensen,
býarverkfrøðing, tlf. 371085.
Umsóknir
Saman við møguligum viðmælum, avritum av
møguligum prógvum og upplýsing um royndir, skal
vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, FO 800
Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”arbeiðsleiðari til
Tvøroyrar Kommunu”, í seinasta lagi hósdagin 2.
november 2006.
Dagrøktari
til dagrøktina á Skála
Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja
15.11.2006.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal verða soleiðis innrættað, at
tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at
venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 586004.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
mikudagin 1. november 2006.
Dagrøktin á Skála
Bryggjan 2
480 Skála
Føroya Handilsskúli á
Kambsdali søkir eftir
lærarum
Talan er um tvey størv. Annað í marknaðarførslu
C, samfelagslæru C og virkisbúskapi C og hitt í
støddfrøði D/C/B.
Arbeiðsuppgávur:
• undirvísa í viðkomandi lærugreinum
• leggja til rættis undirvísingargongdir
• luttaka í toymisarbeiði
• vera við í ráðlegging skúlans
• luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella
aðra hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan
til lærugreinir á A- og B-stigi.
• hevur viðkomandi útbúgving á bachelor-stigi ella
aðra hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan
til lærugreinir á C-stigi.
• hevur áhuga í undirvísing
• dugir væl at samstarva og samskifta
• vilt vera við at menna skúlan
• ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
Vit kunnu m.a. bjóða:
• eitt fakligt mennandi umhvørvi
• eftirútbúgvingarmøguleikar
• góðar arbeiðsumstøður
• ein spennandi og lívligan gerandisdag
Løn:
Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum
Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsóknin skal stílast til Føroya Handilsskúla og
sendast til Føroya Handilsskúla á Kambsdali, 530
Fuglafirði. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi
í seinasta lagi 3. november 2006.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær
til Páll Isholm, deildarstjóra, á telefon 444900/219930
ella palli@kambsdal.olivant.fo
Hús á Argjum til sølu
Um nøktandi boð fæst, verða hús okkara á
Argjum seld. Húsini standa í barnavinarligum
umhvørvi og nær við skúlan.
Tlf. 26 34 54
lýsingar