Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 203 - 20. oktober 2006 Kunngerð Býráðið hevur á fundi tann 10. oktober 2006 avgjørt at vegleiðandi fólkaatkvøða skal verða leygardagin tann 2. desember 2006. Støða skal takast til um: 1. Suðuroyggin skal leggast saman í eina kommunu 2. Í Suðuroynni skulu verða tvær kommunur 3. Vágs kommuna skal framhaldandi vera sjálv­ støðug kommuna Atkvøðugreiðslan verður í samkomuhøll skúlans. Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Býráðs­ skrivstovuni til og við tórsdagin 30. november 2006. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri fólkaatkvøðuna, men boðað má verða frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 373024 í seinasta lagi kl. 15.00 henda dagin. Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast. 20. oktober 2006 Valstýrið í Vági Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna søkir eftir eftir hallarvørði til Ítróttarhøllina í Kollafirði. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at røkja høllina og økið uttanum • at gera umvælingar • at ljós, hiti, luftreinsan og sanitetsviðurskiftini eru í lagi • at trygdarbúnaðurin virkar sambært ásettum krøvum • at halda reint og ruddiligt inni og uttan um høllina • at hava umsjón við og samskipa reingerðina í høllini • at hava ábyrgd av hallarleiguni/hallartímum • at hava samskifti við tey, ið brúka høllina Førleikakrøv Tú skalt hava handverkaraútbúgving, duga at arbeiða sjálvstøðugt, vera røkin og hava góð samstarvsevni. Hevur tú ikki skeið í skipaðum viðlíkahaldi av bygningum, skipar kommunan fyri hesum skeiði. Starvs- og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum og verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eivind Danielsen, leiðara á húsaumsitingini, tlf. 302010 ella Jákup Simonsen, mentanarleiðari, tlf. 302010. Umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndum og møguligum viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. november 2006. Tórshavnar kommuna Hallarvørður Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Altjóða Skrivstovuna tlf. 322065 ask@ask.fo www.ask.fo TOEFL-roynd fríggjadagin 17. november 2006 (Test of English as a Foreign Language) Møguleiki er aftur at taka sonevndu TOEFL iBT- royndina í Føroyum. TOEFL-royndin er ofta upptøkukrav á hægri læru- stovnum í ensktmæltum londum. Royndin verður fríggjadagin 17. november 2006 á Fróðskaparsetri Føroya. Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 8 dagar undan royndini. Tilmelding fer fram on-line á: www.ets.org/toefl Kostnaðurin er 140 USD. Faldarin Information and Registration Bulletin 2006-07 for Internet-based Testing (iBT) fæst við at venda sær til: Fróðskaparsetur Føroya tlf. 352500 setur@setur.fo www.setur.fo lýsingar