Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. oktober 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 20. oktober 2006 41 Skrivstovustarv í Fótbóltssambandi Føroya Eitt skrivstovustarv í Fótbóltssambandinum verður við hesum lýst leyst at seta so skjótt, sum til ber. Møgulig málsøki: • lands- og steypakappingarmál • dómara- og eygleiðaramál • annað arbeiði Broytingar á málsøkjum kunnu verða gjørdar. Vit hugsa okkum, at tú hevur: • hollan kunnleika til føroyskan fótbólt • kunnleika til fyrisiting • góðan kunnleika til føroyskt og enskt • góðan kunnleika til at brúka teldu • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: Eitt fjølbroytt og avbjóðandi sjálvstøðugt starv, til tíðir strævið og krevjandi, men áhugavert og mennandi. Lønin verður eftir nærri avtalu. Umsóknir: Umsókn við møguligum upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: Fótbóltssamband Føroya Postrúm 3028, 110 Tórshavn Umsóknirnar skulu vera Fótbóltssambandinum í hendi í seinasta lagi 1. november 2006. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ísak Mikladal, aðalskrivara, tlf. 211988 ella teldupost fsf@football.fo Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Køkshjálp til Frítíðarskúlan í Hornabø Søkt verður eftir einum køkshjálpi til Frítíðarskúlan í Hornabø at arbeiða 15 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu vera Frítíðarskúlanum í Hornabø, Hornagøta 13, 100 Tórshavn, í hendi seinasta lagi mánadagin 30. oktober 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Joensen, leiðara, tlf. 214467. Sjúkrarøktarfrøðingur til Tjarnargarð Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn við upplýsing um útbúgving, viðmælum og royndum skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi seinasta lagi mánadagin 30. oktober 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hensiu Einarsson, leiðara tlf. 302075 ella Eyðun Jensen, sosialdeildarleiðara tlf. 302010. Hjálparfólk til Dagstovnin millum Bóla Søkt verður eftir einum hjálparfólki at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 13. november 2006 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juli 2007. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir skulu vera Dagstovninum millum Bóla, í Líýðini 20, 410 Kollafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. november 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Nielsen, stovnsleiðara, tlf.421375. Avloysari til Stella Maris vøggustovu Søkt verður eftir einum sjúkra- og feriuavloysara at arbeiða, fyri starvsfólk í feriu og- ella vegna sjúku, at byrja 6. november 2006 ella nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Eldevig, tlf. 312853 / 212853. Umsóknir skulu vera Stella Maris vøggustovu, Varðagøta 11, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. oktober 2006. Køksfólk til Býlingshúsið inni á Gøtu Søkt verður eftir einum køksfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard, stovnsleiðara, tlf. 317701. Umsóknir skulu vera Býlingshúsið inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík, í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. oktober 2006. Tórshavnar kommuna Leys størv Handilshølini við Sverrisgøtu 7 og N. Finsensgøtu 9 verða lýst til leigu frá 1. desember 2006. Tórshavnar kommuna ynskir, at handilsfyritøkur, sum leiga høli í miðbýnum, skulu verða við til at menna og skapa trivnað í miðbýnum. Viðkomandi umsøkjari verður biðin um at gera nágreiniliga lýsing av tí virksemið ætlandi skal vera í handilshølinum. Meiri fæst at vita við at venda sær til Katrina S. Nielsen ella Jens M. Poulsen tlf. 302010. Umsøkn við upplýsingum skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. november 2006 kl. 15.00. Tórshavnar kommuna Handilshølir til leigu ...er lisin -so ert tú við! lýsingar