mánadagur 23. oktober 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 204 - 23. oktober 2006
FÓLKAKIRKJAN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fríggjadagin varð Hoyvíkar
kirkja reist. Tað er Articon,
sum stendur fyri arbeiðinum
at byggja Hoyvíkar kirkju.
Jón Danielsen er stjóri í
Articon. Hann segði nøkur
orð til hátíðarhaldi. Hann
letur væl at arbeiðinum við
kirkjuni.
- Arbeiðið gongur væl,
og vit vænta at halda tíðar
ætlanina. Hetta er ein stór
verkætlan hjá okkum. Tað
er sjálvandi sera týðandi
hjá okkum at fáa slíkar verk
ætlanir. Hetta er helst vist
ein tann størsta verkætlanin
hjá Articon nakrantíð.
Áhugin fyri byggingini
er stórur millum fólk.
- Tað arbeiða 10-15 fólk
fast í Kirkjuni. Tað er sera
stórur áhugi fyri byggingini.
Tey spyrja nógv til arbeiðið,
sigur Jón.
Hoyvíkar
kirkja reist
Fríggjadagin var hátíðarhald í Hoyvíkar kirkju í samband við at kirkjan varð reist
mynd: Jens Kr. Vang
Jón Danielsen er stjóri í Articon, sum stendur fyri arbeiðinum. Hann væntar, at kirkjan verður
klár til tíðina í september næsta ár
Mynd: Jens Kr. Vang