Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2006 3 tíðindi Fríggjadagin varð Hoyvíkar kirkja reist. Í hesum sambandi varð skipað fyri hátíðarhaldi í kirkjuni. Har vóru millum onnur prestar, umboð fyri býráðið, arbeiðsfólk frá Articon og avvarðandi landsstýrismaður FÓLKAKIRKJAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Hans Jacob Joensen, bispur, var eisini til hátíðarhaldi. Hann er væl nøgdur við byggingina. - Tað sær gott út higartil. Eg haldi, at arbeiðið gongur væl. Hetta er ein gomul verkætlan, og vit síggja fram til at fáa kirkjuna lidna. Eftir ætlan skal hon verða klár í september næsta ár, og tað sær út til, at tíðarætlanin fer at halda, metir hann. Hans Jacob metir, at tað er tiltrongt at fáa eina kirkju í Hoyvík. - Tað er stórur tørvur á einari kirkju. Har búgva um 5000 fólk, og tað bara veksur. Tað er tørvur á hesari kirkjuni, tí at íbúgvatalið í høvuðsstaðnum er so stórt, sigur hann. Kirkjan verður gjørd eftir gomlum siði. - Hugskotið er frá tí gomlu føroysku bygdini, har ið kirkjan liggur eitt sindur uttanfyri og myndar bygdina. Tó skal hon liggja væl fyri, so at fólk ikki hava ov langt at fara. Hetta hugskotið er nýtt í nýggjum skapi, sigur Hans Jacob. Arbeiðsmenninir hjá Articon eru væl nøgdir við arbeiðið. Tað eru 10-15 fólk frá Articon, sum arbeiða fast í kirkjuni Mynd: Jens Kr. Vang 3ETHÞSATRYGD FAMILJUTRYGD VANLUKKUTRYGD BILTRYGD FER¡ATRYGD6ITGEVATRBESTURÉ¡INI lNNABESTULOYSNINA N’KTATÓNT’RV429'$VILVERAFREMSTOGSETURVI¡SKIFTAFØLKSÓNIÓMI¡DEPILIN6I¡ATVERANâHUGSANDIOGBJØ¡ANâGGJARTNASTUR VÓSAVITÓVERKI AT429'$HUGSARUMTEG +  ) + ( 3 2).'%,,!6)4*!777429'$&/ .Æ''*429'').' sTÓMALKNARÉ¡GEVING s&RÓTTVALAVPRIVATSJÞKRAHÞSIELLAPRIVATKLINIKKÓ3KANDINAVIA s"ÓLIGUROGLAGALIGURmUTNINGUR s%INGINBÓ¡ITÓ¡s/NGARLKNAVÉTTANIR s/NKIPAPPÓRSVELDI &ULNA¡UR 6I¡GER¡ARTRYGDVEITIRFULNA¡FYRImESTUKANNINGAR VI¡GER¡IROGEFTIRVI¡GER¡IR4ILD’MISFYRIEYGNASJÞKUR KNTRUPULLEIKAR HJARTASJÞKUR KRABBAMEINOGmEIRIA¡RARSJÞKUR Stórur tørvur á kirkju í Hoyvík Hans Jacob Joensen, bispur, metir, at tørvur er á einari kirkju í Hoyvík Mynd: Jens Kr. Vang