mánadagur 23. oktober 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 204 - 23. oktober 2006
Fyrireikarin Jeffri
Johannesen letur
væl at ferðini hjá
George El Khoury.
Hann hevur verið
kring landið og greitt
frá sínari lívssøgu.
Møtið úr Kelduni
verður víst á hansara
sjónvarpsrás
TRÚARLÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
George El Khoury úr Liba
non hevur síðstu vikuna
verið í Føroyum, har ið
hann hevur havt møtir og
fyrilestrar. George verður
kallaður Guds bankamaður,
tí at hann var ein ríkur fram
standandi
bankamaður,
áðrenn hann gjørdist krist
in.
Hansara lívssøga um,
hvussu hann stríddi seg
fram til pengar og ríkidømi
og síðani valdi alt hetta frá
fyri at gerast evangelistur,
er ein spennandi søga.
George vaks upp í Libanon
undir trongum korum, men
hann stríddi seg uppeftir
innan bankaheimin. Hann
gjørdist ein av teimum
heilt stóru kanónunum, tá
ið hann menti eina nýggja
inn- og útlánsskipan.
Vendi aftur til konuna
Áðrenn George gjørdist
heilt kendur, varð hann
giftur einari libanesiskari
kvinnu, sum hann fekk fýra
børn saman við. George
tímdi tó ikki at vera bundin,
og tá ið hann fekk bjóðað
starv í Belgia, rýmdi hann
frá konu og børnum. Hóast
hann livdi eitt lív, sum nógv
av okkum droyma um, so var
hann ikki nøgdur. Ikki fyrr
enn hann gjørdist kristin
gjøgnum sonin Walid, fann
hann tann friðin, sum hann
hevur leitað eftir alt lívið.
- Eg skilji ikki, at nakar
orkaði meg, tá ið eg
var ríkur. Eg dugi nú at
síggja, at eg havi verið ein
býttlingur, segði George, tá
ið hann støkk inn á gólvið í
Miðlahúsinum hósdagin.
- Øll familjan hjá mær
gjørdist kristin um somu
tíð gjøgnum sonin hjá mær
Walid. Stutt eftir hetta møtt
ust eg og fyrrverandi konan
aftur, og vit giftust aftur í
1999. Hon hevði ikki havt
samband við nakrar annan
mann, hóast vit hava verið
sundur í meira enn 30 ár. Eg
havi livað eitt flýggjasligt lív
við nógvum konufólki, men
nústani eri eg lukkuligur,
sigur maðurin, sum nú er
evangelistur og rekur eina
kristiliga sjónvarpsrás í
heimlandinum Libanon.
- Tú kanst av sonnum
kalla meg hin burturvilsta
sonin, sum er vendur aftur
til konuna, familjuna og
heimlandið, sigur George.
Møti vísast í arabiska
heiminum
Tað er Jeffri Johannesen,
sum hevur fingið George
til Føroya. Hann letur væl
at ferðini hjá honum.
- Tað hevur gingið heilt
væl. Tað vóru um 25 fólk
í Miðlahúsinum fríggja
kvøldið. Hann greiddi frá
um sína søgu, og fólk settu
spruningar. Til skeiðið í
Kelduni leygardagin vóru
70-80 luttakarar, og tað
var meira enn væntað. Til
morgunmøtið í Oasuni
vóru 100 fólk og til møti í
Kelduni um kvøldið møttu
250-300 fólk, sigur Jeffri.
- Møtið í Kelduni varð
tikið upp, og tað skal vísast
á Spirit Channel, sum er
sjónvarpsrásin hjá George.
Sostatt fer arabiski heimurin
at síggja hetta møtið, sigur
Jeffri.
George El Khoury fór
avstað í morgun.
Arabisk sjón
varpsrás vísir
føroyskt møti