Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 204 - 23. oktober 2006 tíðindi At liva við bróstkrabba Leygardagin hevði Føroya Felag móti Krabbameini eitt tiltak í Miðlahúsinum í samband við altjóða bróstmánaðin Krabbameinur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Tvær kvinnur søgdu sína persónligu søgu, og greiddu frá hvussu tað er at liva við krabbameini. Tina Hammer er 28 ár, er donsk og er gift við einum føroyingi. Saman eiga tey eina fýra ára gamla dóttir. Tina hevur bróstkrabba, og er í viðgerð, men hevur fingið at vita, at hon ikki veður frísk aftur. Tina greiddi frá, hvussu tað er at liva við eini lívshóttandi sjúku, sum man veit at man ikki verður frískur aftur frá. Síðan sang Paula Gaard úr sangbólkurin Salt ein sang, áðrenn Maria Frede­ riksen segði sína søgu. Maria var 22 ár fyrstu ferð hon fekk staðfest krabba­­mein, og hevur síðan haft fleiri sløg av sjúkuni, tí hon hevur ættar­bregði fyri at fáa krabba­mein. Maria greiddi frá, hvussu tað var at hava krabbamein, og hvussu hon hevur tað í dag. Nógv fólk vóru komin til tiltakið, og flestu teirra vóru kvinnur. Jansy Gaard­ lykke frá Føroya Felag móti Krabbameini sigur, at tey fingu sera góðar reaktiónir frá luttakarunum, sum søgdu seg hava fingið nógv burturúr. – Vit hoyrdu, hvussu tað er at liva við eini lívs­ hóttandi sjúku, og hvussu man hóast hetta, kann fáa tað besta burturúr hvørjum degi, sigur Jansy Gaard­ lykke. Nógv fólk vóru og lurtaðu eftir fyrilestrunum um hvussu tað er at liva við bróstkrabba. Maria Frederiksen hevur haft krabbamein fleiri ferðir, tí hon hevur ættarbregði fyri at fáa krabbamein. Tina Hammer er 28 ár, hon hevur bróstkrabba og hevur fingið at vita, at hon ikki gerst frísk aftur. Krabbameinur størsta deyðsorsøk Heilsa Ella Larsen ella@sosialurin.fo Veruliga talið á fólki, sum doyðu av krabbameini í 2005, er eisini eitt sindur hægri, enn tað hevur verið undanfarin ár. – Rákið er, at talið av deyðum av krabbameini er vaksið eitt sindur, serliga hjá konufólki, men í teimum tølunum er ikki tikið hædd fyri aldurs­ býtinum, sigur landslæknin, Høgni Debes Joensen. Hetta hevur týdning, tí vandin fyri at fáa krabba­ mein gerst størri, jú eldri fólk eru. So um miðal­ aldurin er høgur, er tað eisini sannlíkindi fyri, at fleir fólk fáa krabbamein. – Tað kann vera, at tað er ein verulig øking av krabba­ meinstilburðum, men tað er ringt at meta um, tí tølini í Føroyum eru so smá, og økingin kann skyldast til­ vildarligum sveiggi, greiðir Høgni Debes Joensen frá. Hyggja vit eftir tølunum fyri tey einstøku sløgini av krabbameini, so sveiggja tølini eisini rættiliga nógv, og av tí at tey eru so smá, er ringt at síggja nakað rák. Um vit leggja tølini fyri fimm ár saman og síðan samanbera tølini fyri fleiri fimmára skeið, er lættari at síggja rákið. Hesi tøl frá 1996 til 2005 vísa, at bróstkrabbi er størsta deyðsorsøk hjá kvinnum, meðan lungakrabbi er tað hjá monnum. Nýggju hagtølini frá landslæknanum, siga at krabbameinur er tann orsøk, sum flest føroyingar doyðu av í 2005. Hetta hongur saman við, at færri fólk eru deyð av hjartasjúkum enn undanfarin ár, og tí gerst lutfalsliga talið av deyðum av krabbameini størri.