mánadagur 23. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2006
7
tíðindi
Á løgreglustøðini
hava tey ikki sitið
hendur í favn. Bæði
fríggjakvøld og
leygarkvøld vóru tey
ofta boðsend, men
trupulleikarnir loystu
seg sjálvar sum oftast
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið var eitt av
teimum strævnu hjá løgregl
uni. Trupulleikarnir vóru
ikki teir størstu, men teir
vóru nógvir í tali. Serliga
varð løgreglan boðsend at
skilja ófriðarkroppar sund
ur, og sum oftast er tað nóg
mikið hjá teimum at koma á
staðið, men í einstøkum før
um var neyðugt at blanda
seg.
Í einum føri noyddist løg
reglan at taka tveir mans
við sær á støðina. Tað var
á einum dansistað, har tveir
mans ikki tímdu út, tá tíð
var at gevast. Í staðin bjóð
aðu teir av at berjast, og
so varð løgreglan boðsend.
Teir komu á staðið og tóku
ólátaðu menninar við á støð
ina, har teir gistu.
Nógv úti men lítið kom inn
Leygarkvøldið var heldur
friðarligari.
Fótbóltsárið
endaði og nógv fólk var í
býnum, men sum heild var
lagið gott á fólki, og tá eru
sjáldan trupulleikar.
– Løgreglan var tó nógv
úti, men tíbetur kom lítið
inn, sigur vakthavandi á løg
reglustøðini í morgun.
Onkur brot vóru á politi
viðtøkurnar. Ein kúllur helt
tað var eitt gott hugskot at
bróta eina fløsku uttan fyri
løgreglustøðina, men má
nú sanna, at tað var betur
ógjørt.
Rýmdu frá ferðsluóhappi
Sunnumorgunin var eitt ferð
sluóhapp í Leynum, har ein
bilur rendi á ein garð. Trígg
ir mans vóru í bilinum, og
tveir teirra rým du av stað
num, men vórðu tiknir aftur
beinanvegin.
Ongin skaði stóðst av hes
um, men løgreglan veit enn
ikki, hvør teirra koyrdi bil
in. Blóðroynd er so tikin av
øllum trimum, tí okkurt er
sum bendir á, at menninir
vóru ávirkaðir, og so mugu
víðari kanningar vísa, hvør
tað var, sum koyrdi bilin.
Eisini í Kollafirði var
eitt minni ferðsluóhapp um
vikuskiftið. Fríggjakvøldið
fór ein lastbilur útav vegn
um á Signabø. Vegurin har
er so smalur og bilurin so
stórur, og tí var øll ferðsla
til og frá Signabø tarnað í
hálvanannan tíma, tá ein
brandbilur fekk bilin upp
aftur.
– Sum heild kann sigast,
at
døgnrapportin
fyllir
nógv, men tíbetur er talan
um smáting, sum ikki hava
givið stórvegis trupulleikar,
sigur vakthavandi á løgregl
ustøðini.
Løgreglan var nógv úti
Á Signabø fór ein lastbilur út av vegnum, og av tí at vegurin er
so mikið smalur har, so var øll ferðsla tarnað í hálvanannan
tíma, áðrenn lastbilurin var fingin upp og av vegnum
LANDSFUNDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin
hevur
havt landsfund í vikuskift
ið í Miðvági. Í landsfund
arsamtykt
sigur
lands
fundurin, at hann fegnast
um, at tað hevur eydnast
Javnaðarflokkinum at trygg
ja vælferðarbatar í hesi
samgonguni, og at arbeiði
er til flestar hendur, og
framgongd er í búskapin
um.
Landsfundarsamtyktin er
soljóðandi:
- at útgjaldið úr samhalds
fasta á nýggjárinum verður
umleið 2 túsund krónur, so
at tryggjað verður einum
støkum
fólkapensjónisti
góðar 9 túsund krónur um
mánaðin og pensjónista
hjúnum 15 túsund um mán
aðin.
- at stig verða tikin til, at
tíma lønt fáa rætt til at vera
heima hjá sjúkum barni
eins og tey alment løntu.
- at heimleys fáa betri sømd
ir.
- at stig eru tikin at styrk
ja javnstøðuna, við tað at
øll foreldur hava møguleik
an at velja felags foreldra
myndugleika.
- at forsyrgjarar í trongum
korum kunna fáa hækkaðan
barnastuðul.
- at bústaðarpolitiska ætlan
in hjá samgonguni verður
sett í verk.
- at ítøkilig stig eru tikin
til at nøkta tørvin á eldrabú
støðum kring landið.
- at farið verður undir fasta
sambandið til Sandoynna
- at samgongan framhald
andi ger munandi íløgur í
útjaðaranum
- at Javnaðarflokkurin fekk
loyst flogvallarmálið.
- at løgmaður hevur tikið
ítøkilig stig til at brynja Før
oyar til altjóðagerðina við
visjónsarbeiðinum, uttanrík
ispolitisku heimildarlógini
og slóðanini fyri øktum
samstarvi við útheimin á
vinnu-, útbúgvingar-, og
menningarpolitiska økin
um.
- at løgmaður gongur fremst
í stríðnum fyri tolsemi og
virðing millum menniskju.
Samstundis ásannar land
sfundurin, at framhaldan
di er neyðugt við Javn
aðarflokkinum í landsins
leiðslu fyri at kunna
loysa átroðkandi avbjóðin
gar so sum:
- at styrkja fólkaskúlan við
at styrkja felagsskapin og
fakligheitina. Landsfundur
in tekur úrslitið av PISA
kanningini í størsta álvara
og ásannar, at neyðug stig
mugu takast.
- at steðga spekulatiónini
í fiskivinnuni. Landsfund
urin heldur fast um, at
fiskiríkidømið er ogn Før
oya fólks.
- at fáa politisku skipanina
at ásanna týdningin av
einum virknum orku- og
umhvørvispolitikki og at
taka ítøkilig stig á hesum
øki.
- at fáa styrkt javnstøðuar
beiðið, soleiðis at tað gevur
úrslit í politisku skipanini
og samfelagnum annars.
-
at
fremja
rúmligan
arbeiðsmarknað fyri fólk
við skerdum førleika , og
at lægsta fyritíðarpensjón
verður tikin av.
- at hægri útbúgvingarstuðul
verður veittur forsyrgjarum
undir útbúgving, og at bar
silsskipanin eisini fer at
umfata lesandi. At Javnað
arflokkurin fekk loyst flog
vallarmálið.
- at Javnaðarflokkurin trygg
jar, at eldrarøkt, skúli og
aðrar umsorganartænastur
ikki verða einskildar.
Vit
hava
meira
frá
landsfundinum í blaðnum
í morgin.
Javnaðarflokkurin: Vit tryggja vælferðarbatar
Eyðun Johannesen av Oyrarbakka & Palle Dalsgaard úr Skálavík á landsfundi hjá
Javanaðarflokkinum í Miðvági um vikuskiftið.
Stillar uppaftur
Í síðstu viki frættist, at norðoyatingmaðurin Vilhelm
Joahnnesen stillar ikki upp á næsta løgtingsvali, og
samstundis ljóðaði, at Annfinn Kallsberg umhugsar sína
støðu. Hinvegin er greitt, at veljararnir í Norðoyggjum fáa
í hvussu er høvi til at seta kross fyri Jógvani við Keldu,
tá val verður aftur. Hann sigur við Norðlýsið, at hann
gjørdi av at stilla uppaftur, tá hann fór úr landsstýrinum. Á
seinasta vali fekk Jógvan við Keldu 200 atkvøður.
Vínsmakking
Í Føroyingafelagnum í Århus hava tey nú sett sær fyri at kanna, um tað ber til at drekka
reyðvín aftur við fiski ella høsnarunga, samstundis sum tey ætla sær at fáa at vita,
hvørjum ein skal hyggja eftir, tá ein ætlar sær at keypa gott vín. Tí verður eitt tiltak í
Áarstovu tann 28. oktober, har ein vínkønur dani fer at greiða frá. Hann fer eisini at siga
frá víni úr teimum ymsu heimspørtunum, og fólk fáa høvi at royna tey ymsu sløgini.