Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] Eingin sáttmáli til Símun Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti Símun Samuelsen hevur farnu vikuna verið til royndarvenjing í danska superligafelagnum OB. Niðurstøðan eftir hesa royndarvenjing er, at Símun fær ikki sáttmála við felagið. - Tað fekk væl hjá Símn, og vit fara fylgja við gongdini hjá honum frameftir, sigur Michael Hemmingsen, hjálparvenjari hjá OB. Símun Samuelsen hevur í hálvtannað ár spælt fyri íslendska felagið Keflavík, og har hevur tað gingið heilt væl hjá honum. Henrik Larsen blandar seg uppí Køge, sum fekk hálvvánaliga byrjan í donsku 1. deild í ár, er nú rættiliga komið fyri seg, og felagið stevnir nú ímóti toppinum í næstbestu donsku deildini. Í gjár spældi Køge á heimavølli ímóti toppliðnum SønderjydskE, og liðið hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum Henrik Larsen vann 2-1. Hetta var fimti sigur hjá Køge á rað, og liðið liggur nú nummar trý – eitt stig aftanfyri oddaliðið Lyngby. Bæði liðini høvdu nógvar kjansir at gera mál, men tað var B36, sum vann dystin og tryggjaði sær bronsumerkini í Formuladeildini GÍ-B36 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Dysturin í Gøtu leygardagin var helst tann dysturin, sum hevði minst týdning av øllum dystunum. Dyst­ urin hevði onga ávirkan á meistaraskapin ella nið­ urflytingina, men bronsan og Intertoto stóðu upp á spæl. B36 skuldi vinna fyri at tryggja sær bronsuna, og GÍ hevði ein møguleika at vinna billett til europeiskan fótbólt næsta ár, um teir vunnu. Liðini kundu spæla frítt, tey vildu bæði vinna, og tað legði upp til ein lív­ ligan og undirhaldandi dyst. Og dysturin var eisini heilt góður. Bæði í fyrra og í seinna hálvleiki søktu liðini støðugt at málinum hjá hvørjum øðrum, og tað skapti kjansir. B36 gjørdi málini B36 kom á odda 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin, og tað var landsliðsspælarin Fróði Benjaminsen, sum setti bóltin í málið. B36 hevði horna, bólturin endaði út hjá Hanus Thorleifsson, hann legði inn fyri, og har setti Fróði hegnisliga fótin undir bóltin og stýrdi hann í GÍ-meskarnar. B36 skifti tveir spælarar út í hálvleikssteðginum, og tað var kanska ein ásannan av, at venjarin vildi geva onkrum av teimum, sum ikki hava spælt fast við, møguleikan í seinna hálv­ leiki. Herbert í Lon Jacob­ sen og Sylla fóru út, og Bárður Joensen og Obi komu inn fyri teir. Júst Obi skoraði seinna málið hjá B36. Tað var, tá ið ein tími var spældur. GÍ- rangstøðufellan kiksaði, og slapp Obi leysur ígjøgnum. Hann var tryggur og skor­ aði til 2-0 til B36. GÍ svaraði aftur. GÍ legði nógv fyri fram eftir vøllinum í seinna hálvleiki, og teir høvdu fleiri tilboð at gera mál. Samstundis fekk B36 eis­ini pláss til kontraálop, og teir skaptu sanniliga eisini vandamiklar støður, sum kundu havt enda við onkrum máli afturat. Tað gjørdist GÍ, sum fekk seinasta orðið í dystinum. Bólturin varð spældur inn fyri til Sam Jacobsen, sum á brotsteigarmarkinum pla­ seraði bóltin fram við Ják­ upi Mikkelsen og í B36- málið. Eftir hetta var spennandi eina løtu, men GÍ kláraði ikki at javna, og teir á høvuðsstaðarliðinum høvdu tryggjað sær bronsumerkini í Formuladeildini. Kundi verið betur GÍ-veteranurin Magni Jarnskor helt eftir sein­ asta dystin, at GÍ kundi havt fingið meira burtur úr kappingarárinum í ár. - Vit byrjaðu sera væl, men so komu vit inn í eina downperiodu, sum vardi alt ov leingi. Vit kláraðu ikki at vinna okkara dystir, og vit hava spælt 11 javnleikir í ár. Javnleikir muna alt ov lítið, tá ið tú fært trý stig fyri at vinna ein dyst, segði Magni Jarnskor. - Vit høvdu ein møgu­ leika at røkka bronsuna áðrenn seinasta dystin, men nú endaðu vit nummar 6, og eg haldi, at vit kundu havt rokkið longur fram í ár. Hetta er sjálvandi eitt stórt framstig samanborið við í fjør, tá ið vit vóru heilt nær við at flyta niður, segði hann. Vit skulu bara vinna Hanus Thorleifsson var væl nøgdur við, at B36 hevði vunnið dystin í Gøtu, og harvið hevði tryggjað sær bronsu­ merkini. - Vit spældu um brons­ una, men tað er ikki akkurát tað sama, sum at spæla um FM-heitið, og tí hevði dysturin ikki størri týdning enn eitt vist. Men vit vildu sjálvsagt vinna dystin, og tað kláraðu vit. Vit vildu bara hava dystin lidnan og vinna øll trý stigini, segði Hanus. - Bæði liðini royndu at vinna dystin, men eg haldi, at tað var í lagi, at vit vunnu. Sam­ anumtikið vóru vit tað betra liðið. Teir høvdu nakrar møgu­leikar at skora, men vit høvdu helst fleiri møguleikar enn teir, segði Hanus Thor­leifs­son. GÍ-B36 1-2 (0-1): B36 tryggjaði sær bronsuna B36 vann seinasta dystin á árinum, sum varð spældur í Gøtu Mynd: Anton Højgaard B36 GÍ