mánadagur 23. oktober 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ]
Sum at
vinna FM
Gleðin var øgilig á
Skála í gjár, tá Lassin
Isaksen bríkslaði
fyri seinastu ferð.
VB/Sumba hevur
tryggjað sær enn eitt
ár í bestu deildini og
Súni úr Hørg heldur,
at tað var sum at
vinna FM
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
Rómurin á Skála var ikki
til at fara skeivur av. Á
seinasta leikdegi tryggjaðu
suðuroyingar sær enn
eitt ár í Formuladeildini,
og verjuleikarin hjá VB/
Sumba, Súni úr Hørg,
heldur at tað var sum at
vinna FM.
– Hetta var fantastiskt.
Málið seinastu dystirnar
hevur bara verið at yvir
liva, og tá er tað ótrúliga
stuttligt at tað eydnast.
Tað er akkurát sum at
vinna FM, flennir Súni
úr Hørg.
Spurdur um VB/Sumba
er tað rætta av teimum
trimum
botnliðunum,
sum skuldi yvirliva, sigur
Súni úr Hørg, at tað má
stigatalvan svara fyri.
– Liðið hevur verið nógv
skert í ár í mun til áður, og
tað er øgiliga trupult at
svara fyri, hvørt vit eru
betri egnaðir enn hini,
men eg haldi stigatalvan
svarar fyri seg, sigur Súni
úr Hørg.
– Vit hava verið rætti
liga svingandi í ár. Teir
dystir, vit hava spælt væl,
hava vit riggað væl sum
eitt lið. Men so hava tað
eisini havt dystir, har alt
hevur raplað saman hjá
okkum.
Dysturin leygardagin
var eitt dømi um ein dyst,
har tað riggaði væl hjá
VB/Sumba.
– Tað var ein rættiliga
spennandi dystur, har
Skála eisini gav alt teir
áttu.
Fyrri
hálvleikur
gekk onki serligt og ongin
okkara spældi væl. Seinni
hálvleikur riggar munandi
betur og vit fáa skapt eitt
trýst einu løtuna har vit so
eisini fáa eitt mál, greiðir
Súni úr Hørg frá, sum
saman við VB/Sumba
aftur verður at síggja í
Formuladeildini komandi
kappingarár.
Schevchenko fekk hol á
Ukrainski álopsspælarin hjá Chelsea skoraði umsíðir
fyri nýggja felagið hjá sær, tá ið Chelsea spældi ímóti
Portsmouth leygardagin. Schevchenko, sum hevur havt
trupult við at finna málið seinnastu nógvu dystirnar,
legði Chelsea fram um 2-0. Týski Michael Ballack fekk
eisini hol á sína málskjóting, tá ið hann økti upp í 2-0.
Porstmouth minkaði í seinna hálvleiki, men Chelsea
helt fast um sigurin og liggur nú numar tvey í Premier
League.
Bjargaði tveimum
brotsspørkum
Finski málmaðurin Jussi Jaaskelainen var høvuðs
persónurin, tá ið enska felagið Bolton í gjár vann
1-0 ímóti Blackburn. Ivan Campo skoraði málið hjá
Bolton, men tað var ikki minst Jaaskelainen, sum
syrgdi fyri sigrinum. Í móti endanum av dystinum fekk
Blackburn tvey brotsspørk innanfyri tríggjar minuttir,
og báðu ferðirnar bjargaði Jaaskelainen. Fyrst royndi
Benni McCarthey seg og síðani Jason Roberts, men
tað segði tað sama – finski málmaðurin bjargaði.
VB/Sumba fekk eitt
stig úr dystinum, og
tað var nóg mikið til
at tryggja teimum eitt
ár aftrat í deildini.
Dysturin var tættur
og spennandi, Skála
var omaná men VB/
Sumba stríddi seg til
javnleik
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Skála hevði onki at spæla
fyri. VB/Sumba hevði alt
at spæla fyri. Tað var høv
uðsmunurin á liðunum
báðum, sum fóru á vøllin
á Skála leygardagin. Men
hesin munur sást tó ikki
aftur á vøllinum. Bæði
liðini stríddu manniliga og
javnleikur var helst rætta
úrslitið, tá saman um kom,
hóast Skála var oman á
stórar partar av dystinum.
Tilvildin setti hol á
Skála sat oman á allan fyrra
hálvleik. Teir royndu eisini
at trýsta VB/Sumba og
finna okkurt hol í verjuni,
men tað var trupult. Stórur
partur av hesum skal síggj
ast aftur í tí, at VB/Sumba
verjan hevði skipað seg við
sweepara.
Hetta gjørdi liðið eisini
seinast, tá teir spældu móti
NSÍ og vísir hetta seg at
riggað væl. Hin parturin av
orsøkini til vantandi mál
møguleikar til Skála var, at
teir vóru ov grammir. Ferð
aftan á ferð rann Skála seg í
rangstøðu, og annars var tað
oftani seinasta sendingin,
sum vantaði, fyri at teir av
álvara sluppu framat.
Tí var tað rættiliga
symptomatiskt fyri dystin,
at málið sum Skála trýsti so
nógv eftir at fáa, kom eftir
ein deyðbólt, sum av reinari
tilvild endaði í netinum.
Skála fekk eitt fríspark
miðskeiðis millum miðjuna
og
brotsteigarmarkið.
Levi Hansen leggur bóltin
niðan móti brotsteiginum.
Bólturin støkkur einaferð
niður í svørðin, men ongin
tekur hann, og so støkkur
hann uppaftur einaferð har
heldur ongin tekur bóltin,
og áðrenn nakar visti av,
lá bólturin í netinum aftan
fyri Marcin Dawid.
Eitt serstakliga tilvildar
ligt mál, sum fekk Skála-
viðhaldsfólkini at smílast
og frøðast, men sum sveið
hjá suðuroyingum, tí hatta
átti ikki at komið fyri.
Aftursvar
Leiðslan helt sær til hálv
leiks og eisini eitt korter
inn í seinna hálvleik við.
Tá megnaði VB/Sumba at
svara aftur. Tá høvdu ting
ini riggað betur hjá suður
oyingum eina løtu, og tí var
tað helst ikki av eini leið, at
teir javnaðu tá.
Eitt innlegg varð sent
inn fyri og við handaru
stong stóð Jón Krosslá
Poulsen. Hann fekk tíð at
leggja bóltin niður, áðrenn
hann smekkaði hann hart
inn við handaru stong, til
ovurhondsstóra frøði hjá
suðuroyingum.
Merkisvert var annars
at hefta seg byrjunarupp
stillingina hjá Skála. Bjarni
Jørgensen, Alexandur Johan
sen og Pauli G. Hansen
byrjaðu allir á beinkinum,
men hesir komu allir inn í
seinna hálvleiki. Tá riggaði
eisini betri hjá Skála enn
tað gjørdi í fyrra hálvleiki,
men kortini fekk VB/
Sumba javnað, tá umleið
eitt korter var spælt av
seinna hálvleiki.
Yvirlivingin ein
veruleiki
Fleiri mál enn hesi bæði
komu ikki í dystinum. Ikki
tí, bæði liðini royndu at
gera sítt til at vinna dystin,
men meiri spurdist ikki
burtur úr enn tað sama.
Tískil endaði dysturin við
at liðini býttu stigini sína
millum. Men javnleikurin
leygardagin er uttan iva
størsti sigurin hjá VB/Sumba
í ár. Teir hava nú varðveitt
sæti í bestu deildini minst
eitt ár aftrat og tað er ikki
yvir at dylja, at hetta hevur
ovurhondsstóran týdning
fyri fótbóltin í Suðuroynni.
Framman undan hevur árið
í ár roynst stak illa hjá hinum
vaksnamannadeildunum,
og hevði besta liðið úr
oynni endaði í 1. deild,
hevði tað verið steinur
oman á byrðu.
Trupult er at ímynda
sær, at Suðuroyggin ikki
hevði verið umboðað í
landsins bestu deild, men
tað sleppa vit nú undan at
gera, tí yvirlivingin er ein
veruleiki.
Skála-VB/Sumba 1-1 (1-0):
Javnleikurin størsti sigurin í ár
VB/Sumba javnaði í seinna hálvleiki, og so gjørdist javnleikurin til ársins størsta sigur
VB/Sumba
Skála