Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] Holst skoraði aftur Føroyski framherjin í Lyngby, Christian Lamhauge Holst, skeyt aftur mál fyri Lyngby í gjár. Lyngby hevði vitjan av Braband á heimavølli, og vertirnir fingu øll trý stigini. Dysturin endaði 3-2 eftir 1-1 í hálvleikinum. Millum málskjúttarnar hjá Lyngby var hálvi føroyingur Christian Lamhauge Holst. Hann gjørdi málið til 3-1. Holst hevur verið í føroysku landsliðstroyggjuni einaferð. Lyngby er í løtuni á odda í 1.deild í Danmark. Taptu aftur tepurt Føroyska U-17 landsliðið er í løtuni í Norðurírlandi og spælir EM- undankapping. Hósdagin taptu Føroyar við einum máli móti Sveis, og sama søga endurtók seg í gjár móti vertunum Norðurírlandi. Hóast tað gekk javnt á allan dystin, eydnaðist Norðurírlandi at fáa einasta málið í dystinum. Málið varð skotið beint áðrenn leiklok. Týsdagin skulu Føroyar spæla ímóti Kypros Formaðurin heldur, at B68 ikki hevur havt marginalirnar á sínari síðu, og nú fara teir á Toftum at fyrireika seg til aftur at flyta hagar, sum teir halda seg at hoyra heima B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo B68 verður ikki í Formula deildini í 2007. Tað var greitt, eftir at B68 hevði tapt 2-0 í Runavík. B68 spældi frá 1981 og til 2004 í bestu deildini. Í 2005 vunnu toftamenn næstbestu deildina, men í ár vóru teir aftur ov stuttir. Ber hetta boð um, at B68 ikki hevur styrki at spæla saman við teimum bestu? - Vit mugu staðfesta, at í ár fingu vit ikki nóg nógv stig til at halda fram í bestu deildini. Vit meta okkum í fleiri førum at hava verið ógvuliga óhepnar. Í nógvum dystum hava vit mist stig í evstu løtu, og eftir 27 umfør vísti tað seg at vera so mikið kostnaðarmikið, at vit hava mist plássið í Formula deildini, stað­ festir formaðurin í Tofta Ítróttarfelag Niclas David­ sen. Hvussu verður nú? - Vit fara at fyrireika okk­um til avbjóðingina í næstbestu deildini. Hon verður ivaleyst stór, men vit ætla at stríðast fyri at koma upp í part aftur í fremstu røð. Her á plássinum hava vit verið í bestu deildini í mong ár, og felagið, spælararnir, viðhaldsfólkini og stuðlarnir fara at arbeiða miðvíst fyri, at Formula fótbóltur sum skjótast aftur verður á Svangaskarði. Eru tit farnir undir fyri­ reikingarnar til næsta kapp­ ingarár? - Tað hevur verið torført at fyrireika seg, tá ið vit ikki hava vitað, hvørjari deild vit skulu spæla í. Tað gera vit nú, og nú fara vit sum skjótast at fyrireika okkum, sigur Niclas Davidsen. Enn er ikki greitt, hvør verður venjari hjá B68 næsta ár. Bill Jacobsen, sum í summar avloysti Jóannes Jakobsen, var upprunaliga settur sum ungdómsvenjari, og hann hevur sáttmála við B68 sum ungdómsvenjari næsta ár. Men Eiler Rasmussen heldur, at talan var um hendiligt óhapp heldur enn tilvitaða hevnd, tá ið dómarin í trunka av spælarum brádliga fór um koll og kendi seg noyddan at taka time out NSÍ-B68 Eyðun Klakstein Tað var sjáldsamt slag av dramatikki í intenstu grannauppgerðini við Løkin leygardagin. Í 69. minutti bríkslaði Eiler Rasmussen fyri brotssparki til NSÍ. Dómarin metti, at brotssparksbrot var framt móti Sonna L. Petersen. Tríggjar minuttir framm­ anundan hevði dómarin rikið B68 miðvallaran í vinstru Alexandro Castilio av vøllinum. Dómarin og linjuverjin vóru samdir í, at B68 spælarin hevði hevnt seg inn á Eyðstein Skipanes. Tað stóð á gomlum nøgl­­um hjá B68, og spæl­ ar­ar­nir mótmæltu brots­ sparks­dóminum, sum teir avgjørt ikki vóru samdir við dómaranum í. Meðan diskussiónin gekk fyri seg, fór dómarin brádliga um koll. - Hetta gekk so skjótt og óvæntað fyri seg, at eg ikki hevði møguleika at taka hendurnar fyri meg. Høvdið tók, og eg kendi meg so mikið groggy, at tað ikki bar til at halda fram beinanvegin. Tí blásti eg í floytuna. Eg blásti ikki dystin av, men heldur var talan um time out, so eg kundi koma fyri meg. Eftir at eg hevði summað meg eina løtu, kom eg fyri meg aftur, og so hildu vit fram við dystinum. Men hetta hevði við sær, at eg legði longri tíð afturat, enn tað plagar at verða gjørt, sigur Eiler Rasmussen. Tú sektaði ikki nakran fyri at hava rent teg um koll? - Tað gjørdi eg ikki, tí eg metti ikki, at hetta var tilvitað. Talan var heldur um so at siga dominoávirkan. Tað vil siga, at onkur spæl­ ari kom undir onkran annan, og so endaði tað við, at ein spælari kom undir meg. Tí var eingin orsøk at sekta nakran, sigur dómarin. Kendu ikki sínar vitjunartíð B68 hevði ryggin móti múrinum. Toftamenn løgdu bragdliga fyri, og teir høvdu møguleikar at leggja seg á odda. Andersson Castilio hevði tveir gyltar møguleikar í 1. hálvleiki, men hann var ikki nóg avgjørdur. Sum 1. hálvleikur leið dovnaði B68 trýstið, og NSÍ kom fyri seg. Fyrra málið fekk NSÍ við brotssparkinum, sum Andy Olsen setti í netið í 69. minutti. So var mótbrekkan hjá B68 ógvuliga tung. Teir vóru undirmannaðir og kortini noyddir at flyta fólkið longri fram á vøllin. Tað bar NSÍ møguleikar í kontra álopum við sær, og í 86. minutti staðfesti toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen NSÍ sig­ urin. Miðvallarin Bogi Løkin hevði møguleika bæði at spæla innskifta unglinga­ spælaran Øssur Dalbúð og Christian Høgna. Topp­ skjúttin fekk bóltin út í vinstra borð, og hann smekk­aði úr eitt sindur spískum og inn við nærra stólp­anum. Dómarin Eiler Rasmussen varð rendur um koll og noyddist av vøllinum fyri at koma fyri seg aftur Mynd: Anton Højgaard NSÍ-B68 2-0 (0-0): Dómarin small í vøllin Ætla at herja á aftur B68 NSÍ