mánadagur 23. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ]
VB fær serba
Kvinnurnar hjá VB hava mist nakrar av stuðulsleikararunum
frá í fjør, og tí hevur felagið roynt at leita sær styrk
uttanlands.
Síðan sunnudagin hevur serbiski hondbóltsleikarin Ivana
Ljubicic royndarvant í felagnum, og formaðurin í VB, Jan
Haldansen, váttar á heimasíðu felagsins, at VB og Ivana hava
undirskrivað sáttmála fyri komandi kappingarár.
Ivana Ljubicic er 23 ára gomul og hevur fyrr spælt í bæði
Serbia og í Italiu. Hon kann bæði spæla á bakkinum og á
miðjuni. Ivana verður væntandi við á VB-liðinum komandi
heimadyst, sum verður ímóti STÌF í næstu viku.
ÍF spælarar leingja
sáttmálarnar
Bartal Eliasen, Nenad Saric og Alexandar Jovevic spæla
allir í ÍF komandi tvey árini. Hóast brotasjógvarnir hjá ÍF
eru tungir, nú liðið eftir øllum at døma noyðist úr Formula-
deildini, so hava tey í felagnum als ikki givið skarvin yvir.
ÍF-stuðlarnir hava nú boðað frá, at sáttmálarnir hjá
trimum av stuðulsspælarunum hjá felagnum eru longdir
við tveimum árum. Hetta kann illa tulkast øðrvísi enn, at
felagið framvegis vil sigla við fullum seglum. Eisini hóast
ein niðurflyting skuldi komið upp á tal.
- Tað er ein ógvuliga
beisk kensla, eg standi
við beint nú, og tað
kennist næstan sum
um, at vit eru fluttir
niður í 1. deild, segði
Ronnie Samuelsen
eftir dystin
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ronnie Samuelsen hevur
verið millum týdningar
miklastu leikararnar hjá
felagsliðnum í ár, og hevur
hann stýrt miðvøllin við
harðari
hond.
Hansara
drúgvu royndir hava verið
gull verdar fyri liðið, men
nú hevur hann boðað frá, at
hann gevst at spæla fótbólt.
Tí gjørdist bitin helst upp
aftur beiskari at svølgja,
nú FM glapp honum av
hondum í síðstu løtu.
– Tað er ein ógvuliga
beisk kensla, eg standi
við beint nú. Tað kennist
næstan sum um, at vit eru
fluttir niður í 1. deild.
Men kanska um eina
viku ella so, fara vit at
síggja, at samanumtikið
er hetta eitt fínt úrslit
í ár, greiðir Ronnie
Samuelsen frá.
EB/Streymur hevur ong
antíð verið føroyameist
ari, men Ronnie hevur
kortini roynt hetta við B36.
Víkamaðurin
viðgongur
tó, at tað hevði verið heilt
serstakt at vunnið FM við
EB/Streymi.
– Tað hevði verið nakað
heilt, heilt serligt at vunni
við EB/Streymi, og eg
ætlaði eisini so heilt víst
at enda við gullinum um
hálsin, men tað skuldi
tað so ikki vera. Eg eri
annars stak væl nøgdur við
kappingina í ár, og eg haldi
eisini at vit hava gjørt ein
góðan figur, sigur Ronnie
Samuelsen.
Gott úrslit hóast alt
Seinastu dystirnar hevur
tað tó ikki riggað heilt hjá
felagsliðnum, og tað kost
aði í síðsta enda føroya
meistaraheitið.
– Vinnaratraditiónirnar
eru ikki har. Tá á stóð hava
vit ikki megnað tað, sum
vit skuldu, og tá tað kom
til stykkis, so megnaðu vit
ikki at binda fyri.
– Í dag riggaði heldur
ikki. Hann vildi ikki inn,
men vit hava so væl og
virðiliga kjansirnar. KÍ
hevur hálvanannan kjans og
teir fáa so eitt mál, staðfestir
Ronnie Samuelsen.
– Nei, vit hava ikki verið
nóg góðir seinastu dystirnar.
Vit kundu fari við gullinum,
men tað glapp. Eg haldi tó,
at tá øll eru komin niður
aftur á jørðina, so síggja
vit helst, at hetta er eitt
rættiliga gott úrslit hóast
alt. Vit settu sum mál at
røkka upp á medalju pláss,
og tað náddu vit so væl
og virðiliga, sigur Ronnie
Samuelsen.
Í fekk EB/Streymur besta
úrslitið í søgu felagsins,
tá liðið endaði á fimta
plássi í deildini. Í ár bøtti
EB/Streymur
aftur
um
hetta úrslit, tá teir endaðu
nummar tvey, og so er spurn
ingurin, um fólk kunnu
loyva sær at vera vónbrotin
av, at tað ikki eydnaðist at
vinna FM.
– Ja, tað haldi eg avgjørt
er rímiligt. Vit hava spælt
ein tann besta fótbóltin sum
er. Men HB hevur avgjørt
eisini spælt væl, og teir
kláraðu so tað, sum vit ikki
megnaðu. Teir høvdu eisini
marginalarnar við, sum
skulu til fyri at vinna FM,
og tað kemst helst av teirra
vinnaratraditiónum, sum
vit enn ikki hava, staðfestir
Ronnie Samuelsen hjá EB/
Streymi.
Kennist næstan sum at flyta niður
– HB hevur avgjørt
eisini spælt væl,
og teir kláraðu so
tað, sum vit ikki
megnaðu, staðfestir
Ronnie Samuelsen
hjá EB/Streymi