mánadagur 23. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ]
Jan Dam venjari í Vágum
Í eina tíð hevur verið greitt, at Bobby Bolton ikki heldur fram sum
venjari hjá FS Vágum 2004. Men nú er so greitt, at tað verða tveir
veteranar í føroyskum fótbólti, ið koma at standa á odda fyri
liðnum komandi kappingarár. Jan Dam verður venjari, og
Jákup Eli Olsen verður hjálpari hjá honum.
Jan Dam er ikki ókendur í starvinum. Í ár var hann
venjari hjá næstbesta liðnum í HB, og eisini hevði hann
ábyrgdina av unglingunum í eldra havnarfelagnum, ið
vann greipuna. Toftamaðurin Jákup Eli Olsen leikti í
ár við LÍF, og umframt at vera venjari, skal hann eisini
hjálpa til á vøllinum.
Villa ynskir sær Henke
Núverandi venjarin hjá Aston Villa, Martin O´Neil, var í
nógv ár venjari hjá Celtic, og millum stóru profilarnar á
Celtic-liðnum var svenski málslúkurin Henrik Larsson.
Nú vónar Martin O´Neil, at hann kann sannføra fyrrverandi
Barcelona leikaran um at skifta til Aston Villa í januar
mánað.
- Fyri nøkrum mánaðum síðan vendi hann Champions
League finaluni, so eg dugi ikki at síggja, at hann hevur mist
evnini og eldhugan upp á 3-4 mánaðir, sigur Martin O´Neil.
Henrik Larsson skifti úr Barcelona til Helsingborg í
summar.
Við einum drønskoti
seint í dystinum,
gjørdi Paul Clapson
av við gulldreymin
hjá EB/Streymi.
Heimaliðið hevði
áðrenn tað havt sínar
møguleikar, og teir
skutu tríggjar ferðir
á tvørstongina ella
stongina
EB/Streymur-KÍ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Gullið gjørdist til grát á
Mølini leygardagin. EB/
Streymur, sum bert skuldi
hava eitt stig í dystinum
ímóti KÍ, endaði við ong
um, og so misti liðið gull
merkini á stokkinum.
EB/Streymur hevði sínar
møguleikar í dystinum
ímóti KÍ, sum veruliga
stríddist fyri sínum møgu
leika í dystinum. Tey,
sum hildu, at KÍ ikki fór
at spenna seg út fyri at
leggja fót fyri EB/Streym í
gullstríðnum við HB, fóru
skeiv. KÍ’arnir stríddust
sera væl allan dystin, og
hóast teir í stórum løtum
vóru í verjustøðu, so bitu
teir eisini frá sær fram eftir
vøllinum.
Trýstu frá byrjan
Tað var fitt av vini á Eiði
leygardagin, og í fyrra
hálvleiki hevði EB/Streym
ur vindin meira undan.
Teir á heimaliðnum løgdu
bragdliga fyri. Teir royndu
at trýsta KÍ aftur á vøllin,
teir høvdu fleiri royndir á
málið, og tað var eisini um
reppið, at teir skoraðu.
Eftir eitt korter hevði
EB/Streymur tvey drønskot
ímóti KÍ málinum. Fyrst
var tað Rafal Kwiecinski,
sum smekkaði til, og síðani
var tað John Heri Dam,
sum fekk skot á, men báðu
ferðirnar bjargaði Mein
hardt Joensen sera væl.
Beint fyri hálvleik kom
Hans Pauli Samuelsen at
standa sera væl til í KÍ
brotsteignum, men hann
sendi skotið á stongina og
út.
KÍ hótti bara av og á málið
hjá EB/Streymi, men í eina
førinum tíðliga í dystinum
rak Paul Clapson seg væl
fyri í brotsteiginum, og tá
mátti René Tórgarð bjarga
sera væl.
Raktu tvørstongina
Í seinna hálvleiki var dyst
urin javnari, og KÍ royndi
eisini støðugt at koma í
álop. EB/Streymur fekk eitt
sindur meira pláss at spæla
og renna á, men teir komu
sjáldan veruliga til opnar
kjansir.
Sjey minuttir eftir steðg
in sendi Oddmar á Lakjuni
á tvørstongina hjá EB/
Streymi, og eina løtu seinni
var tað Gert Hansen, sum
eftir gott gjøgnumbrot og
úr góðari støðu sendi á tvør
stongina.
EB/Streymur var eitt sind
ur meira varið, sum dystur
in leið, tí teir vistu, at tað
var nóg mikið við javnleiki.
Í Havn fekk HB ikki hol á,
og tí var tað óhugsandi, at
teir alt í einum skuldu skora
11 mál.
Eftir ein slakan hálvan
tíma var tað Arnbjørn Han
sen, sum stóð fyri tørni at
senda á tvørstongina hjá
KÍ.
Clapson sendi
gullið av Mølini
Átta minuttir fyri tíð hendi
tað, sum ikki skuldi henda
fyri heimaliðið. KÍ fór í
álop í høgru, bólturin var
spældur til Paul Clapson,
sum beint innfyri brots
teigarmarkið í høgru drøn
aði bóltin í handara mál
horn. Eitt perlumál, sum
gjørdist avgerandi fyri dyst
in.
EB/Streymur hevði ill
gruna um, hvat fór at henda
í Havn, og teir løgdu nógv
fyri frammi á vøllinum,
tað sum eftir var. Egil á
Bø var fluttur fram, og
EB/Streymur gjørdi eina
desperata roynd at javna.
Men samstundis sum HB
skoraði í Havn gekk tað
upp fyri teir á heimaliðnum,
at teir ikki fóru at røkka
gullinum. Eftir fimm minutt
ir við yvirtíð, bríkslaði væl
dømandi Dagfinn Olsen
dystin av, og so var dreym
urin knústur. Tá vóru FSF-
formaðurin og hansara fylgi
longu farnir av Mølini við
kós ímóti Havnini við FM-
steypinum og gullinum.
EB/Streymur-KÍ 0-1 (0-0):
Clapson knústi gulldreymin
KÍ
EB/Streymur
EB/Streymur hevði trý skot á tvørstongina ella stongina, men teir fingu ikki mál, og so endaði tað, sum skuldi verða stóri gulldagurin, sum ein marrukendur
leygardagur
Mynd: Álvur Haraldsen