Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] Raillo og gummibeinini Meira enn nakað, so vóru tað helst tiltiknu gummibeinini, sum at enda feldu EB/ Streym. Ein støða, sum kann íkoma, tá lið ella einstaklingar ikki megna at tackla trýstið, sum fylgir við oddasessinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tú skalt tora at vera best. Tað var høvuðsboðskapurin hjá norska Willy Raillo, tá hesin í síni tíð trein fram á pallin sum ein av fremstu ítróttarsálarfrøðingunum yvirhøvur. Psykologiski faktoruruin eigur á ongan hátta at undirmetast í ítrótti, og í veruleikanum er hesin helst eins týdningarmikil á einum fótbóltsliði, sum tekniski, taktiski og fysiski parturin er tað. Og júst tað dirvið, sum krevst, um tú skalt verae bestur, var tað, sum EB/Streymur ikki hevði í seinasta enda. Fimm umfør undan seinasta leikdegi var EB/ Streymur annars sjey stig framman fyri HB. Og við málúrtøkuni í huga, so var at kalla einki at tosa um. Megnaði felagsliðið at vinna sær 8 av seinastu fimtan stigunum, so var gullið heima. Fýra tey fyrstu av hesum stigunum vórðu fingin í teimum báðum næstu dystunum, men tá HB áhaldandi vann, var kravið framvegis fýra av níggju stigum. Eitt krav, sum undir vanligum umstøðum skuldi verið gjørlit at rokkið hjá EB/Streymi. Ikki minst, tí tveir av trimum seinastu dystunum vóru á heimavølli, har liðið als ikki hevði tapt í ár. Tí trýstinum megnaði EB/Streymur tó ikki at spæla við, og tí er eingin ivi um, at teir fyrst og fremst hava sær sjálvum at takka, at endastøðan bleiv tann, sum hon bleiv. Seks tey seinastu umførini vóru hesi: ndi Hevði ikki droymt um tað HB-liðskiparin var púrasta erligur, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann. - Hetta hevði eg ikki droymt um í morgun. Sjálvandi vistu vit, at møguleikin var har, men eg ivaðist ikki í, at EB/Streymur fór at gera sítt arbeiði. Tá ið vit so frættu, at KÍ hevði skorað, skuldu vit fram. Og hóast tað var lítil tíð eftir, so var eg ikki í iva um, at vit fóru at skora. Hetta er bara heilt fantastiskt, helt Janus. Bannaði fráboðanum HB-venjarin, Krzyztof Popczynski vildi als ikki hoyra nakað tos um, hvussu gekst á Eiði leygardagin. - Eg hevði sagt, at vit onga fráboðan skuldu hava umvegis hátalaran, og heldur ikki beinkinum høvdu vit nakað útvarpstól. Men tað er klárt, at vit vistu, hvat var hent, tá KÍ skoraði. Og so kann eg bara staðfesta, at eg eri ein glaður maður í dag. Eg segði undan árinum, at endaðu vit í topp-fýra, var eg væl nøgdur. So eg má bara siga, at eg eri sera, sera, sera væl nøgdur í dag, flenti Krzyztof. 22. umfar VB/S-EB/S 1-4 GÍ-HB 1-4 Støðan EB/S 47 stig HB 40 stig 23. umfar EB/S-Skála 2-0 HB-KÍ 5-1 Støðan EB/S 50 stig HB 43 stig 24. umfar B68-EB/S 1-1 HB-B36 2-1 Støðan EB/S 51 stig HB 46 stig 25. umfar EB/S-GÍ 2-3 HB-VB/S 2-0 Støðan EB/S 51 stig HB 49 stig 26. umfar ÍF-EB/S 1-2 B68-HB 0-1 Støðan EB/S 54 stig HB 52 stig 27. umfar HB-ÍF 2-0 EB/S-KÍ 0-1 Støðan HB 55 stig EB/S 54 sig Upprunin til málið var ein mest sum tilvildarligur bóltur, sum Vagnur Mohr Mortensen elti.Ítøkiligur vandi var als ikki á ferð, men onkursvegna kendi frálíki ÍF-málverjin orsøk til at fremja sítt størsta mistak í ár. Og fangaður í ongamannalandi kundi hann bara spjálkandi hyggja at, tá Vagnur sum ein vandur billardspælari spakuliga stoytti leðurkúluna í einum bleytum boga móti málinum. Og so brakaði um allan Gundadal. ÍF royndi í eini seinastu roynd at flyta alt fram seinastu minuttirnar av dystinum, men ikki óvæntað kostaði hetta eisini í hinum endanunm. Innskifti Tór-Ingar Akselsen dróg hegnisliga tríggjar mans at sær, áðrenn hann legði bóltin til Rógva Jacobsen, sum við einum drønandi høggi sendi bóltin niður í handara málhorn. Og so mundi fagnaðurin ikki tikið nakran enda. Ikki tí HB-viðhaldsfólkini eru óvon við støðuna, men tað er langt síðani, at HB á hendan hátt hevur sníkt seg at gullinum í seinastu løtu. Tað kravdi hjálp frá øðrum. Og tað kravdi nakað av hepni, tá avgerandi bólturin skuldi sendast inn. Men hinvegin hevur yvir­ ritaði skrivari ongan tíð hoyrt um eitt lið, sum hevur vunnið nakað sum helst, uttan at hepnið eisini hevur spælt við á vegnum! Fýrverkið dundi og fólkini tustu inn á vøllin. Sjáldan hevur fagnaðurin um eitt meistaraheiti verið so stórur í HB-húsinum Myndir úr Gundadali: Jens Kristian Vang