mánadagur 23. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ]
Spenningurin helt
sær í 88 minuttir,
men tá Vagnur Mohr
Mortensen stútaði
upp um útferðarrakta
Íf-málverjin, fór FM-
heitið til Havnar. Og í
so máta var 2-0 málið
hjá Rógva Jacobsen
bert staðfestingin
av, at bólturin enn er
rundur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er nú ikki serliga
ótrúligt í sjálvum sær, at
HB er føroyameistari. Tað
høvdu teir verið 18 ferðir
undan leygardegnum, og tí
bara styrktu teir um støðuna
sum mest vinnandi felagið í
landinum.
Men tað var nú ótrúligt,
at spenningurin um For
mula-gullið yvir høvur
varð varveittur fram til
seinasta leikdag. Seinastu
nógvu
umførini
hevði
EB/Streymur so væl og
virðiliga verið á gullkós,
men so hvørt sum teir á
felagsliðnum hoyknaðu alt
meira, trokaði sigursvanda
HB seg alt nærri. Og tá
teir á Toftum skoraði í 94.
minuttinum stóð greitt, at
spenningurin skuldi halda
sær til tað seinasta.
Kendu trýstið
Enn sum áður var tað tó
EB/Streymur, sum hevði
avgerðina í egnum hondum,
men tað var tó ikki frítt,
at HB tóktist darvað av
trýstinum, tá seinasti dyst
urin varð blástur ígongd.
Móti einum ÍF-liði, sum
púra greitt hevði í hyggju at
verja og síðani dúva upp á
kontra, megnaði HB sjáldan
at skapa nakað serligt.
Kvika spælið, sum hevur
eyðkent liðið stóran part av
árinum, var mest sum ikki-
eksisterandi. Eina løtu fyri
steðgin var talan kanska
um miðvíst trýst, men hetta
komst tó einamest av, at ÍF
hevði hug at bakka aftur í
egnan brotsteig, og hetta
tóktist eisini vera løtan, har
HB skuldi avgera alt.
Men
Jákup
á
Borg
fekk ikki brotsspark, tá
hann vildi. Bartal Eliasen
tveitti seg niður í frmaúr
blokadu, tá Rókur av Fløt
um Jespersen hamraði til
retur-bólt, og tá Ólavur í
Ólavsstovu meddaði móti
samankomingini,
stóð
Andras Gango væl plaser
aður, soleiðis at hann fekk
jústað uppum.
Boðini órógvaðu
Og spakuliga kom ÍF eisini
meira við í dystin. Ikki
minst mundi talan vera um
góð tíðindi, tá tað frættist, at
Skála hevði lagt seg á odda
móti VB/Sumba, og bitið í
mótálopunum gjørdist alt
hvassari.
Serstakliga megnaði Han
us Eliasen fleiri ferðir at
skapa órógv í HB-verjuni,
eins og Christian Solberg
hevði fleiri innlegg, sum
væl kundu skapt nakrar
møguleikar, um ÍF í størri
mun hevði megnað at flutt
fólk fram við, tá leitað varð
móti HB-málinum.
Sum dysturin leið, tók
HB alt meira yvir. Ivaleyst
vistu fuglfirðingar eisini,
at VB/Sumba hevði javnað
á Skála, og tað merkti, at
vónin um framhaldandi
sunnudagsfótbólt var um at
hvørva.
Og tá brølið úr HB-
skýlinum avdúkaði, at KÍ
hevði skorað, raknaði HB
av álvara við. Tankin um at
teir ikki megnaðu at gera
sítt, sendi bylgdur gjøgnum
alt liðið, sum støðugt flutti
alt meira fólk fram. Jákup á
Borg var beinleiðis óheppin,
tá hann heldur enn at fáa
brotsspark varð dømdur at
vera rangstaddur – hann
var minst ein metur on-side
– og tá ÍF’ari mundi gjørt
sjálvmál, hevði Gango eina
framúr bjarging niðri við
nærmara stólpa.
Eydnan og gullið
Neglabondini
mundu
vera mest sum niðurbitin
í HB-húsinum, tá frúgvin
Fortuna brádliga sendi sítt
stóra smíl móti teimum.
HB-ÍF 2-0 (0-0):
Tað ótrúliga hen
Tríggjar ferðir á odda
Fram til 88. minuttin í seinasta dystinum hevði HB bara
tvær ferðir verið á odda í landskappingini. Eftir fyrsta
umfar var HB fremst, og somuleiðis vóru teir fremst, tá
teir í 12. umfarinum vunnu heimadyst móti VB/Sumba. Í
aðrar mátar vóru teir ikki á odda, fyrr enn 27. og seinasta
umfarið var liðugt. Av hinum 24 umførunum var B36
á odda einaferð, GÍ einaferð og so var tað annars EB/
Streymur, sum í alt átti oddasessin 22 ferðir.
Trummar bert fyri HB
Eitt av kendu andlitunum í Gundadali er uttan iva
Oskar Eiriksson, sum aloftast hevur trummurnar
við, tá HB spælir heima. Oskar er eisini kent andlit
frá landsliðsfótbólti, men her hava trummurnar
tagt í gott og væl eitt ár.
Eg eri keddur av at siga tað. Men við
landsliðnum tapa vit hvørja ferð, og hóast vit
royna at halda vónini, so er talan hvørja ferð um
vónbrot. Tá er stuttligari at trumma við HB, tí vit
vinna í hvussu so er av og á, sigur fyrrverandi
Blackbirds-trummarin.
Stabilitetur
í langum
banum
Ein tann svartasti dagurin hjá HB var uttan iva, tá teir
tann 2. juli taptu við tennis-tølum móti grannunum úr
B36. Men samstundis sum hetta sendi lagið í botn, so
kann í dag staðfestast, at hetta var vendin hjá liðnum.
Siðani tá hevur HB nevnliga ikki tapt, og tað vitnar um
støðufesti, heldur Rasmus Nolsøe, sum alt árið hevur
spælt í miðverjuni hjá HB.
- Síðani tá hava vit í øllum førum verið rættilgia
stabilir. Fyrst og fremst, so settu vit okkum fyri, at
nú skuldu vit stríðast meira. Tað eydnaðist, og sum
kappingin leið, so høvdu vit – ein lítlan – møguleika
fyri gullinum. Men vit vóru samdir um, at so leingi,
sum tann møguleikin var til staðar, so skudlu vit
stríðast fyri honum, og tað gjørdu vit.
- Og í dag vóru vit sum so rættiliga avkláraðir.
Vit kundu ikki gera nakað av sjálvir, men vunnu vit
okkara dyst, so kundu vit ikki gera meira. Og sjálvt
um tað stóð nógv á, so eydnaðist tað – tíbetur, segði
Rasmus.
Vilja uppaftur
- Soleiðis sum dystirnir lagaðu seg, so kundi tað jú
gera tað sama fyri okkum. Men vit spældu alla tíðina
okkara møguleika.
Soleiðis segði Hanus Eliasen hjá ÍF, tá tað eftir
seinasta umfarið stóð greitt, at ÍF varð niðasta liðið
í Formula-deildini, og at teir tí noyðast eina deild
niður at spæla komandi kappingarár.
- Men eg haldi so ikki, at tað eru teir báðir seinastu
dystirnir, sum hava kostað okkum. Hesir hava verið
móti EB/Streymi og HB, og hóast vit stóðu væl í
báðum dystunum, so spurdist einki burturúr.
- Skulu orsøkir finnast, so eru tað nokk aðrir
dystir, sum hava kostað meira. Ikki minst báðir
heimadystirnir móti VB/Sumba og heimadysturin
móti B68. Tað eru dystir, sum vit í dag iðra okkum
um.
Tað er tó líkt til, at fuglfirðingar fegnir vilja
upp aftur alt fyri eitt. Soleiðis kundi felagið longu
leygardagin boða frá, at Nenad Saric, Alexandar
Jovevic og Bartal Eliasen allir hava skrivað undir
tvey-ára sáttmálar. Men spurdur, hvørt hann eisini
fór at spæla við ÍF komandi ár, vildi Hanus einki
siga.
- Hatta havi eg onga viðmerking til í løtuni, var
einasta viðmerkingin, sum fekst um hetta.
ÍF
HB