Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] Beckham er keddur Enski fótbóltsspælarin David Beckhacm viðurkennir nú, at tað gongur illa hjá honum sum fótbóltsspælari. - Eg eri keddur og frustereraður um, at eg hvørki spæli fyri liðið hjá mær ella landið hjá mær, sigur Beckhavm við Mail on Sunday. Nýggi enski landsliðsvenjarin Steve McLaren hevur sagt, at hann hevur ikki brúk fyri Beckham á landsliðnum, og í Real Madrid situr Beckham nógv á beinkinum. Møguleikin at jagstra toppin, heldur enn at vera tann jagstraði, var helst ein av hornasteinunum undir FM-gullinum hjá HB. Eitt gullmerki, sum kanska eisini komst av, at liðið stóran part av árinum hevði eina kenslu av, at »tað eru vit móti restini« Fótbóltur Jákup Mørk Fleiri ferðir í ár hevur verið tosað um »unga« HB-liðið, sum hevur staðið seg so væl. Og hóast liðið ikki hevur havt yngsta miðalaldurin í øllum dystum, so er tað ein staðfesting, at HB eftir kappingarbyrjan í fjør legði doyðin á, at nú skuldi eitt ættarliðsskifti fremjast. Burtur vóru spælarar sum Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen og Hans á Lag, og tað setti krøv til aðrar spælarar um at taka yvir. Og við Formula-gullinum má sigast, at tað gjørdu nýggju menninir. Sjálvandi borgar hetta í sjálvum sær ikki fyri skreyti komandi árini. Men tað skerst ikki burtur, at HB í løtuni er sera væl brynjað til nýggj­ ar avbjóðingar. Av hóp­in­ um í ár eru tað bert Bárð­ ur Johannesen, Jovan Radinovic-Panic og møgu­ liga Janus M. Joensen, sum ikki halda fram. Og við tilgongd av Milan Culjic á miðvøllin, allar helst Marcyn Dawid í málinum og møguliga eisini Christ­ ian Høgna Jacobsen í álop­ inum, man liðið ikki vikna tað heilt stóra. Lærdu stabilitetin Fyrstu umførini gekk hetta nóg so trilvandi. Til tíðir spældi liðið kanska besta fótbóltin í landinum, meðan tað til aðrar tíðir gekk so langt ífrá eftir vild. Tvey tap fyri GÍ, heimatap móti EB/Streymi og eitt tennis- egg móti grannunum úr B36 vóru ikki tað, sum við­ haldsfólkini høvdu ætlað sær frá liðnum, og kanska serliga hetta seinasta var við til at staðfesta, at í ár skuldu tær heilt stóru vónirnar nokk ikki setast til liðið. Og kanska var tað júst hetta, sum í seinasta enda gjørdist bjargingin hjá HB. Í øllum førum varð trýstið/ vónin um at vinna nakað, tikin av liðnum, sum um hetta mundi var at finna á einum sætta plássi. Og kanska var júst hetta ein av fremstu orsøkunum til, at tað hóast alt skuldi gangast liðnum somikið væl. Tað tóktist, sum var einasta kravið eftir hetta tað, sum liðið setti sær sjálvum. Nevnliga ikki at falla í fátt, men stríðast hvønn einasta dyst á tamb fyri eini so góðari endastøðu, sum tað nú var gjørligt. Í so máta ikki heilt ólíkt støðuni, sum tá unga KÍ- liðið var í í 1991. Ein støða, har hugtakið um gummbein als ikki er at finna. Snøgt sagt tí tað er lættari at renna aftan á enn undan. Týdningurin av royndunum Tað skal tó eisini havast í huga, at HB um sama mundi fekk ein munandi styrk. Rógvi Jacobsen kom aftur til Føroya, og eingin sum helst ivi er um, at hann í ovurstóran mun hevur gjørt sína ávirkan. Kanska fyrst og fremst við royndum, tí við Rógva á liðnum høvdu menn sum Jákup á Borg, Bárður Johannesen og kanska eisini aðrir við ein mann, sum veruliga kundi geva sítt íkast til stríðs­ viljan. Ikki tí at hinir ikki stríddust, men við at fáa rætta vinnarahugburðin á liðið, gjørdist HB eitt lið, sum ikki gav seg yvir. Og samstundis var talan um eitt lið, við eyðkendu HB-dygdunum í hásæti. Trygga positiónsspælið, nógv spæl yvir kantarnar og nógv mál eru eyðkenni, sum søguliga hava hoyrt til HB-skúlan. Tekniska botn­ støðið á liðnum er kanska tað hægsta í landinum, og breiddin í hópinum borgaði eisini fyri, at venjarin kundi geva spælarum hvíld í langa og strævna kapp­ ingarárinum. Tí hóast tað er lætt at eyðmerkja berandi kreft­irnar á liðnum, so skerst ikki burtur, at hópurin hjá HB hevur verið – og er – sera breiður. Tað er sjáldan komið fyri, at teir fyrstu ellivu hava verið teir somu tveir dystir á rað. Serstakliga á miðvøllinum hava alternativini verið nógv, og í botn og grund hevur tað bert verið Kári Nielsen, sum hevur verið púrasta fastur á sínum plássi. Saman við Jovan Radi­novic-Panioc hava menn sum Rókur av Fløt­um Jespersen, Emil Nol­søe Leifsson, Ólavur í Ólavs­storuv og Svenn F. Jacobsen stríðst um teir báðir tøku sessirnar á miðvøllinum. Verjan hevur verið rímiliga stabil í fólki, men tá skaðar ella leikbann hava gjørt um seg, hava eitt nú Pætur Jørgensen og Poul Thomas Dam verið frálíkir avloysarar, og tað sama hava Johan Ejvind R. Mouritsen, og Tór-Ingar Akselsen verið í álopinum, tá boð hava verið eftir teimum. Alt í alt ein hópur, sum hevur verið bæði breiður og homogenur. Páll-málið Og at enda, so slepst neyv­an undan at nevna ta ávirkan, sum sonevnda Páll M. Joensen málið hevur havt í ár. Tað er neyvan nakar ivi um, at ein av or­søk­unum til, at EB/ Streym­­ur at enda fór niður við flagginum, er, at liðið ikki hevði orkuna til meira. Og í bakspeglinum er helst lætt at siga, at hevði felagið ikki lagt somikið nógv fyri í steypakappingini, høvdu beinini havt betri orku til seinastu umførini. Tað skal HB tó ikki lastast fyri, og í veruleikanum er merkisvert, hvussu væl hópurin var førur fyri at tackla mótgongdina, sum málið hevði við sær. Fyrst og fremst, so vóru boðini úr hópinum støðugt, at teir bara vildu spæla fótbólt, og tí tímdu teir ikki at nýta kreftir upp á tað, sum fyrifórst á skrivaraborðinum. Og í øðrum lagi, so tykist hetta eisini hava givið sam­ anhaldinum í hópinum eitt ordans skump rætta vegin. Kenslan av »Vit móti øllum hinum« var sterk í HB, tá brotasjógvar vóru í nógv umrødda málinum. Nakað sum hevur fingið hópin – við fullum stuðuli úr felagnum – at berjast sum eina eind. Ein fyrihaldan til veruleikan, sum at enda eisini gav úrslit. Andreas og Eyðun skulu døma í Danmark Tann 12. november stendur enn ein altjóða avbjóðing á skránni hjá altjóða føroyska hondbóltsdómaraparinum – Eyðuni Samuelsen og Andreasi F. Hansen. Talan verður hesa ferð um uppgávu í Skjern, har mansliðið tekur móti belgiskum liði í Europa-Cup kappingini. Og tað fær illa verið annað enn ein álitisváttan til føroyska parið, at teir longu nú fáa dyst av hesum slagnum. Higar til hevur talan fyri tað mesta verið um bleytar altjóða dystir hjá teimum. Og hóast hetta ikki er ein toppdystur í europiskum høpi, so er talan tó um ein uppgradering í so máta. gullið Eyðkendu dygdirnar í hásætinum aftur til sjeynda plássið. Men sammett við hóttanina fyri niðurflyting, sum leingi hekk yvir Skála, varð enda­ støðan ikki so galin. Meistararnir frá í fjør, B36, vunnu bronsumerkini í FM kappingini, og teir vunnu steypakappingina. At høvuðsstaðurin nú er so stinnur í føroyskum fót­ bólti, sum hann sjáldan hevur verið tað, sæst aftur í, hvussu besta deildin fer at verða mannað í 2007. Eysturoy verður fram­ vegis væl umboðað, men tað vóru tvey feløg í Eysturoy, sum vóru tapararnir í stríð­ num fyri at sleppa undan niðurflytingini. Steðgurin hjá B68 í bestu deildini gjørdist hesa ferð bara eitt ár. ÍF flytir niður aftur eftir trý ár í bestu deildini. Fyri tveimum árum síðani endaði ÍF næstaftast og B68 aftast. Ta ferðina slapp ÍF undan niðurflyting, tí teir vunnu endaspæl um pláss í fremstu deildini. Ein av brennandi spurningunum nú verður, um hini feløgini í Eysturoy og kanska onnur feløg eisini sum ravnar um deyðsseyð fara at kasta seg yvir bestu spælararnar í niðurfluttu feløgunum. Tyngdin í bestu deildini koppar næsta ár suðureftir. Styrkin í høvuðsstaðnum fer at síggjast aftur í, at AB fyri fyrstu ferð verður partur av bestu deildini. B71 fer at royna seg aftur, eftir at sandoyingar hava verið í skugganum síðani 2001. Søgan sigur, at tað er torført hjá uppflytarum at standa seg. Tað er ein heilt onnur søga, sum tey á Argjum og á Sandi vita alt um, og sum tey fara at gera alt fyri at sleppa undan. At tað ber til hjá undir­ tippaðum at standa seg er VB/Sumba gott dømi um. Undan kappingarbyrjan og í uppaftur størri mun mitt í summar varð roknað við, at samansetta suðuroyarliðið skuldi flyta niður. Fýra stig í tveimum teimum sein­ astu umførunum bóru við sær, at tað eisini í 2007 verður sunnudagsfótbóltur í Suðuroy. Føroyameistararnir 2006. Standandi eru Klæmint Isaksen, fysioterapeutur, Ólavur Midjord liðleiðari, Svenn F. Jacobsen, Janus M. Joensen, Johan Ejvind Restorff Mouritsen, Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Bárður Mittelstein, Rógvi Jacobsen, Rasmus Nolsøe, Mortan úr Hørg, Høgni, John Eystberg, hjálparvenjari, Albert Ellefsen, hjálparvenjari og Krzyztof Popczynski, venjari Húkandi: Emil Nolsøe Leifsson, Jan Falkenberg, liðleiðari, Poul Thomas Dam, Páll Mohr Joensen, Tór-Ingar Akselsen, Jovan Radinovic-Panic, Tróndur Vatnhamar, Bárður Johannesen við Andres og Beintu, Jákup á Borg, Vagnur Mohr Mortensen, Ólavur S. í Ólavsstovu og Pætur Jørgensen