Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] Vejle vann umsíðir Í 13. umfari av superliguni í gjár vann Vejle sín fyrsta dyst í ár. Vejle hevur havt tað sera trupult sum uppflytari til superliguni, og liðið hevur bert fingið onkran javnleik higartil. Men í gjár bragdaði umsíðir hjá Vejle, sum vann 3-2 á FC Nordsjælland á heimavølli. Issey Nakajima skoraði tvey av málunum, og fyrrverandi NSÍ- álopsspælarin Ulrik Balling gjørdi eitt av málunum. Vejle liggur tó framvegis aftast í superliguni. Vónbrotið á Mølini var ræðuligt, tá ið FM gullið fyri sættu ferð á rað endaði í Havnini eftir kapping, sum enn eina ferð vísti seg at verða framúr spennandi FORMULA DEILDIN 27. UMFAR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fjarstøðan millum Eiði og Havnina hevur ongan­ tíð kenst so stór sum leyg­ ardagin. Í hvussu so er tá ið tað ræður um kenslu­liga spennið. Í hvassa land­ nyrðingsvindinum á Mølini eftir døgurða kendist gull­ rákin ramur. Í Gundadali vóru silvurkrónurnar, og hóast uppgávan móti ÍF tókt­ist yvirkomilig, so var tað lítið, sum bendi á, at tað skuldi verða til annað enn silvur hjá HB. Klokkan knappliga fimm var alt vent á høvdið. Gull­ krónurnar og FM steypið fóru við ferð undan vind­in­um suður gjøgnum Sunda­lagið, yvir um brúnna og í Gunda­ dal. Á vegnum møtti fínasta skreytið silvur­krónunum, sum í stríðum mótvindi vóru á veg norður til Eiðis. Gundadalur kókaði, og á Mølini vóru tey sum slig­ in á nevið í regninum og kuldanum. Tað var einki at siga til, at lagið í Gundadali, sum hevði verið hampuligt, fór heilt í topp, og tað var ikki minni væl skiljandi, at hýrurin millum tey á felagsliðnum fór fullkomuliga í kjallaran, hóast EB/Streymur við næst­fremsta plássinum megn­aði betri úrslit, enn felagið nakrantíð áður hev­ur megnað. Í politikki verður ofta tikið til, at tað er betri at vinna eitt val enn at standa seg best í hundrað velj­ arakanningum. Í HB og EB/Streymi duga tey betri enn nakar annar at skilja sannleikan í hesum. Gummibeinini snávaðu Fyrsta umfar var á skránni 2. apríl. EB/Streymur vann á heimavølli 2-1 ímóti B68. HB vann 5-1 á heimavølli móti ÍF. Í fyrstu støðutalvuni var HB oddalið. Eftir 3- 0 sigur á VB/Sumba var GÍ á øðrum plássi, og EB/Streymur var á triðja plássi. Í øðrum umfari vann EB/Streymur 3-2 í Gunda­dali ímóti HB. GÍ spældi 1-1 á Toftum. B36, sum í fyrsta umfari hevði vunnið 1-0 á Skála, vann 3- 1 í Fuglafirði, og KÍ, sum í fyrsta umfari hevði vunnið 1-0 í Runavík, spældi 2-2 á heimavølli ímóti Skála. B36 var ovast eftir tvey umfør. Í triðja umfari vann EB/Streymur 2-0 á ÍF. B36 spældi á heimavølli 1-1 ímóti KÍ, og GÍ vann 3-2 á HB. Einasta felagið, sum hevði fult stigatal, var EB/Streymur. Felagsliðið var ovast á støðutalvuni, og soleiðis, sum umfar datt av umfari, staðfesti EB/Streymur oddasessin meiri og meiri. Fyri einum mánað síðani var EB/Streymur sjey stig undan HB, sum eftir knús­ andi 5-1 heimasigur á KÍ var einasta liðið, ið hevði evarska lítlan møguleika at fáa fatur á oddaliðnum. B36 spilti sín møguleika, tá ið teir taptu 2-1 í Fuglafirði. Í sluttspurtinum fingu teir á Eiði gummibein, sum tað plagar at verða tikið til. Meðan HB fekk tólv stig ímóti B36, VB/Sumba, B68 og ÍF, fekk EB/Streymur fýra stig ímóti B68, GÍ, ÍF og KÍ. Eitt stig í síðsta umfar­ inum hevði verið nóg mik­ ið hjá EB/Streymi. Tað eydnaðist ikki at fáa nakað stig. KÍ vann 1-0 á Eiði, og harvið vóru klaksvíkingar við til so at siga at spæla FM heitið upp í hendurnar á arvafíggindanum. KÍ av­rikið og úrslitið undir­ strikar, at tað á ongan hátt luktar av italskari støðu í føroyskum fótbólti. EB/Streymur hevur ong­ an­tíð áður verið í nánd av at vera so tætt gullinum, sum teir vóru tað hesa ferð. Í síðstu umførunum mundu teir á samansetta liðnum stríðast mest við seg sjálvar. Tað stríðið taptu teir. At teir ikki megnaðu meiri enn 1- 1 á Toftum, og at teir taptu 3-2 á heimavølli ímóti GÍ vísti seg at kosta gullið og tað lítlu milliónina, sum er á muni í upphæddunum, sum UEFA leskar gullið og silvurið við! Ótrúligur hugburður Gullið endaði aftur í ár í høvuðsstaðnum. Hetta var sætta árið á rað, at feløgini, sum halda til í Gundadali, vóru best. B36 var meistari í 2001, HB vann í 2002, 2003 og í 2004, B36 var meistari í fjør, og nú var HB aftur best. KÍ var meistari í 1999 og VB í 2000. Síðani hevur gullið hoyrt til í Havnini. KÍ eigur framvegis metið við fimm FM heitum á rað. Men nú kunnu havnarmenn vísa á, at tað ongantíð áður er komið fyri, at eitt og sama pláss í landinum hevur vunnið FM seks ferðir á rað. Og klaksvíkingar kunnu svara aftur við at vísa á, at tað vóru teir við til at syrgja fyri! HB er mest vinnandi fe­lagið í landinum, og ikki minst í ár hevur HB víst ótrúligan vinnarahugburð. Fyri góðari viku síðani stóðu teir í EB/Streymi í Fuglafirði og bíðaðu fyri at vita, um teir longu tá høvdu vunnið FM. HB skoraði sigursmálið á Svangaskarði í síðstu løtu. Leygardagin sá leingi einki út hjá HB, men síðstu løtuna skoraðu teir tvey mál ímóti ÍF. Soleiðis hevur uppskriftin so ofta verið fyrr í ár. Tap og javnleikir hevur HB í evstu løtu megnað at vent til javnleikir og sigrar. EB/Streymur hevur skor­ að tvey mál fleiri enn HB, og seks mál færri eru farin ígjøgnum hjá EB/Streymi, enn tað eru farin ígjøgnum hjá HB. Bæði tey fremstu liðini hava vunnið 16 dystir, men HB fór eina ferð færri av vøllinum sum tapari, enn EB/Streymur fór tað. Tí er HB meistari. Hjartaliga tillukku við tí! Koppar suðureftir Klaksvíkingar eru neyvan nøgdir við fjórða plássið. Venjarin segði í vár, at teir heilt víst fóru at vinna okkurt. Sammett við í fjør kunnu gøtumenn liva við sætta plássinum, meðan teir í NSÍ, sum søgdu seg miðja eftir gullinum, sjálvandi ikki kunnu vera nøgdir við fimta plássið. Á Skála vunnu teir í fjør silvur. Tað er langt lop frá næstfremsta plássinum og United knógvaði Liverpool Arvafíggindarnir í Onglandi Manchester United og Liverpool brustu saman á Old Trafford seinnapartin í gjár. Í einum ferðmiklum dysti endaði Manchester United omaná. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið, og sigurin var uppiborin. Stutt fyri hálvleik legði miðvallarin Paul Scholes heimaliðið á odda og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti enski landsliðsleikarin Rio Ferdinand til 2-0. Úrslitið hevur við sær, Liverpool má metast at vera úti av stríðnum um meistaraheitið eftir laka byrjan upp á kappingarárið. Betur stendur til hjá Manchester United, sum liggur á odda í Premier League við sama stigatalið sum meistararnir úr Chelsea. Høvuðsstaðurin eigur patent upp á HB er mest vinnandi felagið í landinum, og ikki minst í ár hevur HB víst ótrúligan vinnarahugburð Mynd: Jens Kr. Vang