Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] – Hetta er ongin katastrofa, men eg eri øgiliga skuffaður, segði Piotr Krakowski eftir tapið leygardagin EB/Streymur-KÍ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var ein fáorðaður Piotr Krakowski, sum vit fingu orðið á eftir dystin, har hann og EB/Streymur høvdu mist FM á gólvið. – Hetta er ongin kata­ strofa, men eg eri øgiliga skuffaður. Vit hava ligið nummar eitt so leingi og vera yvirhálaðir nú í seinasta umfarinum, sigur pólski venjarin hjá EB/ Streymi. – Tí eri eg ikki glaður um at fáa silvur medalju nú. Hetta er ikki nóg gott, tí vit áttu at vunnið gull, sigur hann. Mistu FM ímóti GÍ Piotr Krakowski heldur tó ikki, at tað var í dystinum leygardagin, at FM glapp felagsliðnum av hondum. – Nei, eg haldi ikki tað var í dag, vit mistu. Vit vita, at ársins seinasti dystur altíð kann fara báðar vegir. Harafturímóti haldi eg, at FM heldur glapp í dystinum móti GÍ. Akkurát handa periodan var hørð hjá okkum, og nú mugu vit eisini seta okkum spurn­ ingin, um vit gjørdu rætt við eisini at satsa upp á steypakappingina, sigur Piotr Krakowski. Hann ivast heldur ikki eina løtu, tá hann verður spurdur, um tað var uppi­ borið at KÍ vann dystin. – Tað var ikki í ordan at KÍ vann. Vit vóru nógv betri og høvdu nógv fleiri kjansir. Men fótbóltur er soleiðis at skorar tú ikki, so vinnur tú heldur ikki og tað var støðan hjá okkum í dag, sigur Piotr Krakowski. Piotr var sera vónbrotin – Eg føli við EB/Streymi Christian Lundberg byrjaði dystin á beinkinum í gjár, men kom inn í seinna hálvleiki, og í øllum ódnarveðrinum spurdu vit hann, hvussu tað var at koma inn ein slíkan dyst. – Í allari mínari karrieru havi eg ongantíð upplivað at spælt í líknandi veðrið, tað má eg siga, og tað var eisini eitt sindur av einum skelki at skula spæla, segði Christian Lundberg, sum eisini helt, at vøllurin liggur fullkomiliga á skeivum staði, í mun til veður og vind. – Nei, hatta vóru ikki virðiligar umstøður til ein so týdningarmiklan dyst, og eg kann ikki annað enn føla við EB/Streymi beint nú, segði vandamikli danin. – Men vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at HB er meistari. Teir hava kanska verið eitt sindur hepnir síðstu dystirnar, men tað hevur EB/Streymur eisini verið fyrr í ár, so í síðsta enda er tað nokk í lagi, at tað er HB sum er meistari, heldur Christian Lundberg. Teir á liðnum hjá EB/Streymi vóru sera keddir eftir dystin leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen