Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 »Men HB hevur avgjørt eisini spælt væl, og teir kláraðu so tað, sum vit ikki megnaðu« Ronnie Samuelsen, EB/Streymur HB-liðskiparin var ikki blíður, tá Vagnur Mohr Morten­sen droppaði verju­skyldurnar í eini seinastu roynd at avgera FM. Ein avgerð, sum tó vísti seg at vera skilagóð, og eftir dystin mátti liðskiparin eisini flenna at hendingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við 1-0 málinum eftir góð­­ um 87 minuttinum í Gunda­ dali varð Vagnur Mohr Mortensen meira enn nakar dagsins HB’ari. Tað málið sendi HB á FM-kós, og tað punkteraði helst eisini tí allar seinastu vónina hjá ÍF, sum eftir hetta noyddist longur fram. Nakað sum eisini avleiddi 2-0 málið hjá Rógva Jacobsen í yvir­ tíðini. Gamal áleypari Tað at skjóta mál er nú ikki nakað fremmant hjá Vagni. Stóran part av yngru árunum var hann áleyp­ ari – saman við Jón Róa Jacobsen – men eins og javnaldurin í AaB hevur vaksnamannatilveran fyri tað mesta bjóða upp á sess í verjuni. Men hvussu bar tað til, at hann móti dystarenda sats­ aði alt og fór niðaneftir? - Vit skulu jú skora, men tað sá einki serligt út. Longu eftir 70 minuttum spurdi eg Krzyztof, um eg ikki skuldi fara niðan, so vit kundu trýsta enn meira, men hann bað meg bíða. - Men tá vit so hoyrdu, at KÍ hevði skorað, vistu vit, at nú máttu vit av álvara satsa. Hesa ferð játtaði venjarin eisini, men tað vóru nú ikki allir, sum vóru so glaðir: »Hvat fanin skalt tú í álop­ inum«, geylaði Janus eftir mær, tá eg fór niðan. Men eg haldi, at hann fekk svarið ein minutt seinni, sigur Vagnur stórflennandi. Og í skiftirúminum eftir dystin mátti liðformaðurin hjá HB eisini koma við lítlari umbering til liðfelag­ an. Málverjin átti sín lut Um málið segði Vagnur annars, at hetta var nokk meira enn ein lítil kiksari frá Andras Gango í ÍF- málin­um. - Ikki spyrja meg, hví hann kom rennandi soleiðis út. Men hann seldi í øllum førum seg sjálvan, og tí visti eg, at eg bara skuldi lyfta bóltin við høvdinum. Og tað eydnaðist tíbetur. Og vart tú tá vísur í, at tit vóru meistarar? - Ja. Eg ivaðist onga løtu, og tá Rógvi so skoraði, varð tað ein staðfesting. Faktiskt helt eg, at dómarin hevði blást av tá, tí øll tustu jú inn á vøllin. Har var tó ein lítil minuttur eftir, men so kundi veitslan av álvara byrja, segði ein ovurfegin Vagnur. Bárður Johannessen hevði vallað orð fyri kenslunum, sum komum, tá tað stóð greitt, at hann í sínum seinasta dysti fyri besta HB- liðið vann sítt fimta meistaraheiti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Hetta er bara heilt fantast­ iskt. Eg hevði ikki droymt um, at tað skuldi eydnast hjá okkum, hóast vit sjálvandi vistu, at møguleikin var til staðar. Bárður Johannessen var mest sum málleysur, tá dyst­urin móti ÍF var av. Hann hevði undan hesum boðað frá, at hann nú gavst við fótbóltinum á hægsta stigi, og fyri teir 202 dyst­ irnar í HB-búnanum fekk hann eisini eitt reytt/svart blómutyssi undan dystin­ um. Rósurnar mundu ikki verða færri, tá dysturin var av, men sjálvur dugdi Bárð­ ur illa at fata tað, sum var hent. - Vit blivu við at spæla fyri okkara teoretiska møgu­ leika. Men sum støðan var fyri nøkrum umførum síð­ani, so var hesin bara teoretiskur. Reelt mundu tey flestu halda, at EBS/ treymur fór við gullinum, men tað gjørdu teir so ikki. Tit fingu eingi boð út á vøllin, men tit mundu væl hoyra, tá KÍ hevði lagt seg á odda á Eiði - Tað var nokk einki at ivast í, hvat var hent, tá vit hoyrdu áskoðararnar. Men vandin var jú eisini, at vit ikki megnaðu at gera okk­ ara arbeiði, so eg má siga, at móttøkan av boðunum var nakað bland­að. Tíbetur gekk tað kortini, og tað er fantastiskt at standa sum vinnari eftir eitt slíkt kappingarár. Tað er so fyrsta ferðin, at eg havi roynt tað upp á hendan hátt, og tað ger bara gleðina enn størri! Tú hevur boðað frá, at hetta var seinasti Formula- dysturin hjá tær. Hvat ætlar tú at nýta frítíðina til nú? - Tað veit eg ikki. Kanska verið eg meira á hestbaki, sum mær eisini dámar sera væl, staðfesti Bárður. Navn: Bárður Johannessen Føddur: 14. november 1973 Fyrsti dystur: 29. juni 1996 (HB-TB, 7-1) Landskappingardystir: 145 Steypadystir: 48 EC-dystir: 9 Meistari: 5 ferðir (1998, 2002, 2003, 2004, 2006) Steypavinnari: 2 ferðir (1998, 2004) FAKTA UM BÁRÐ Navn: Vagnur Mohr Mortensen Føddur: 10. februar 1983 Fyrsti dystur: 19. seprember 199 (HB-ÍF 4-0) Landskappingardystir: 68/9 mál Steypadystir: 30/2 EC-dystir: 6/0 Landsdystir: 3/0 Meistari: 2 ferðir (2004, 2006) Steypavinnari: 1 ferð (2004) FAKTA UM VAGN Fer at nýta tíðina á hestinum Hvat fanin skalt tú í álopinum