Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2006 17 tíðindi – Hevur tú verið á nøkrum skíðferðum, setir tú størri og størri krøv til um­støðurnar, og tú »hungrar« snøgt sagt eftir tí besta, sigur formaðurin í Klaksvíkar Skíðfelag, Marni Isaksen, sum hevur verið á nógv­um skíðferðum uttan­ lands Skíðferðir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samstarvi við Smyril Line hevur Sosialurin skipað fyri eini spurnarkapping, har vinningurin er ein skíð­ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Voss í Noregi. Umborð á Norr­ønu millum verður gist á 4-koyggjukamari við vindeyga og wc/ bað. Allar máltíðir umborð eru við í vinninginum. Aftrat hesum er vinningurin 9 nætur í íbúð á Fleischers Apartment í Voss í Noregi. Í Noregi eru máltíðirnar tó ikki íroknaðar. Virðið av ferðini er 11.995 krónur. Góðar skíðferðir Marni Isaksen, sum hevur verið formaður í Klaksvíkar Skíðfelag í eini átta ár, sigur, at skíðferðir er nakað, tú fullkomiliga verður bitin av, um tú fyrst hevur roynt hetta einaferð. – Klaksvíkar Skíðfelag hevur nógv ár á baki, men felagið hevur ikki øll árini verið líka virkið. Felagið hevur verið á skíðferð nógva­staðni í Føroyum, og vit hava eisini skipað fyri kappingum, sum hava fingið góða undirtøku. Seinast, vit skipaðu fyri skíðkapping, var her norðuri fyrst í hesum árinum, og tá luttóku hópin av fólki, bæði børnum og vaksnum. Tá skipaðu vit eisini fyri kapping fyri børn­ um á sletum. Klaksvíkingar hava eisini verið á mongum skíðferðum uttanlands, men tá er tað sum so ikki felagið, ið fer avstað, men ein bólkur av einstaklingum, sum taka seg saman. – Fyri nógvum árum síðan var Klaksvíkar Skíðfelag tó tvær skíðferðir í Voss í Noregi, har tey, sum vinna kappingina hjá Smyril Line og Sosialinum, nú sleppa. Hetta vóru frálíkar ferðir. Marni heldur, at skíð­ ferðirnar í Noregi eru sera væl egnaðar hjá teimum, sum fara á skíðferð fyrstu og aðru ferð. – Tá ið tú so hevur verið einar tveir túrar í Noregi, hevur tú kanska hug at royna okkurt annað, og í mong, mong ár hava vit verið í Fraklandi, har umstøðurnar eru serstakliga góðar til slíkar ferðir. Kavi og sólskin Hann sigur, at tá ið tú fert á skíðferð syðri í Evropu, hevur tú samstundis møgu­ leikan at njóta sólina – og gerast sólbrendur. – Hóast tað er kalt í veðr­inum, kann sólin skína rættiliga bjart, og tú noyðist at smyrja teg við sólkremi, um tú ikki skalt brenna teg. Vit hava sum heild verið rættiliga heppin við veðrinum, men tað er komið fyri, at tað verður vindur og kavarok, soleiðis at lyftirnar lata aftur. Hetta er tó undantakið. Hann sigur, at tað eisini er komið fyri, at onkur hevur staðið á skíð í berum yvirbelti, men tá skalt tú helst ikki detta, sum hann tekur til. Marni sigur, at um­støð­ urnar í Fraklandi eru rættiliga góðar, og lyfta-kapasiteturin er stórur. Tí verður eingin bíðitíð. – Hevur tú verið á nøkrum skíðferðum, setir tú størri og størri krøv til umstøðurnar, og tú ”hungrar” snøgt sagt eftir tí besta. 25 saman á skíðferð Saman við øðrum – eini 15- 20 í tali – er Marni á skíðferð hvønn vetur, og aftur í vetur verður farið á eina slíka ferð. – Vit fara avstað aftur síðst í januar komandi ár, og nú verður farið til Eysturríkis. Hesaferð verða vit eini 25 í tali, bæði menn og kvinnur, sum hava áhuga fyri hesum ferðum. Marni sigur, at tey vanliga eru eina viku á staðnum – og tilsamans 10 dagar úr Føroyum. Spurdur, um fólk, sum regluliga fara úr Føroyum á skíðferð um vetrarnar, hava skíðir og annan útbúnað við sær, sigur hann: – Tað er ymiskt, hvussu fólk gera. Summi tíma ikki so væl at hava viðførið við sær at dragsa upp á og leiga tí útbúnaðin á staðnum. Onnur hava útbúnaðin við sær úr Føroyum. Ikki bara á skíð – Vit hava verið á nógvum ymiskum støðum hesi mongu árini, vit hava verið á skíðferðum. Eg haldi, at tað ger einki, um tú vitjar á sama staði meira enn eina­­ferð, men tað er eisini áhugavert at vitja nýggj støð, tí møguleikarnir eru so nógvir. Hann sigur, at tey velja støð, har eisini aðrir møgu­ leikar eru enn bara skíð­ breytin og tær umstøður, sum har eru. – Vit velja pláss við góð­ um fasilitetum, og soleiðis kunnu vit eisini stytta okk­ um stundir við eitt nú at bowla, svimja og spæla fót­ bólt – ella, hvat tað nú kann vera. Marni sigur, at hann í sín­ari tíð var á fleiri sól­ ferð­um sunnanfyri, men seinstu mongu árini hevur hann burtur av valt at fara á skíðferð, og soleiðis bæði kunnað notið kavan og sólina í senn. – Tað ber saktans til at ger­ ast sólbrendur á eini slíkari ferð, leggur hann aftrat. Eingin Langubrekka Langubrekka á vestursíðuni á Klaksvíkini hevur verið akbreytin hjá Klaksvíkar Skíðfelag í fleiri ár, men nú er hesin møguleikin farin í søguna. - Skíðkappingin, vit skip­ aðu fyri á Longubrekku síðsta vetur, var hin sein­asta. Nú er økið farið til útstykk­ ingar. Vit harmast um hetta, men vóna, at vit finna eitt annað økið, sum eisini fer at roynast. Marni sigur, at felagið hev­ur tosað við Klaksvíkar kommunu um nýtt øki, og kommunan hevur verið ógvuliga positiv. – Tað sermerkta við Longu­ brekku er, at hon hevur verið so áskoðaravinarlig og sosial – um vit so kunnu siga, tí kappingarnar enda millum áskoðararnar. Mangan hevur nógv fólk verið savnað við endan av breytini, og vanliga fingu fólk pannukøkur og kaffi. Marni Isaksen heldur kortini, at onnur rímiliga væl egnaði økir eru í komm­ un­uni, og hann vónar at enda, at tað fer at eydnast felagnum og kommununi í felag at finna eitt hóskandi øki til endamálið. Fantastisk at vera á skíðferð – Skíðkappingin, vit skipaðu fyri á Longubrekku síðsta vetur, var hin seinasta. Nú er økið farið til útstykkingar. Vit harmast um hetta, men vóna, at vit finna eitt annað økið, sum eisini fer at roynast, sigur Marni Isaksen, formaður í Klaksvíkar Skíðfelag Mynd: Høgni Thomsen Alis hepni vinnarin av kappingini Hepni vinnarin í kappingini, sum Sosialurin í samstarvi við Smyril Line hevur skipað fyri, gjørdist Alis Jacobsen á Toftum Í morgun hevur verið drigið í kappingini um skíðferðina til Voss. Hópur av fólk hevur sent Sosialinum svar upp á spurningarnar, sum hava verið í Sosialinum. Seinasta freist at lata inn svarini var mikudagin 18. oktober. Hepni vinnarin av luta­ kast­inum og soleiðis eis­ini av ferðini fyri tvey vaks­ in og tvey børn til Voss gjørdist Alis Jacobsen á Toftum. -vilmund.