mánadagur 23. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 204 - 23. oktober 2006
tíðindi
– Altjóðagerðin
bankar á dyrnar
– ja, kanska ikki
nógvastaðni so hart
sum her hjá okkum,
men Runavíkar
kommuna vendir
henni ikki bakið,
men hevur dirvi til at
bjóða henni inn og at
bjóða henni av, segði
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, tá
ið hann sunnudagin
setti mentanarvikuna
í Runavíkar
kommunu
Mentanarvika
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í menta
málum, sum setti mentanar
vikuna í Runavíkar kommunu
seinnapartin sunnudagin.
Veðrið var skiftandi hesa
løtu. Viðhvørt regnaði, og
viðhvørt skein sólin.
Nes sóknar Hornorkestur
var eisini við til løtuna
og setti enn einaferð sín
serstaka dám á eitt slíkt
tiltak í økinum.
Ljós á mentan
Jógvan á Lakjuni segði, at
tað er honum ein gleði og
heiður at verða biðin um at
seta mentanarvikuna, sum
verður fyriskipað í komm
ununi í sambandi við, at
altjóða vinnustevnan, Faro
expo, er í Runavík 24.-26.
oktober.
– Sum landsstýrismaður
í mentamálum fegnist eg
um, at ljós verður varpað á
mentanina - ikki minst, tá ið
hetta verður gjørt uttan fyri
høvuðsstaðarøkið.
Hann vísti á, at tað mangan
verður borið fram, at alt ov
fá mentanarlig tiltøk finna
vegin út um bøgarðarnar í
høvuðsstaðnum.
– Við teimum karmum,
sum eru á mentanarøkinum
– ikki bara her hjá okkum,
men eisini í øðrum londum,
er altíð ein ávís miðsavnan.
Men til at bøta um hetta eru
tit her í Runavíkar kommunu
við tykkara mentanarviku
fyrimyndarlig.
Stóran týdning
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at tað, vit rópa mentan,
kanska ikki altíð er so lætt
at definera.
– Men vit vita øll, hvussu
stóran týdning tað hevur, at
vit í okkara dagliga strevi
eisini dyrka og røkja tey
andligu og listarligu evni, ið
Skaparin hevur givið okkum,
og at vit virða og varðveita
tann ríka mentanararv, ið
forfedrar okkara hava givið
okkum at bera víðari. Vit
mugu ikki seta tæguna
frá okkum við vegin, men
flýggja hana víðari til hin
unga, sum Heðin Brú tekur
til.
Hann segði, at tað hevur
so sera stóran týdning fyri
trivnaðin hjá borgarunum,
at hann – har, sum hann býr
– hevur høvi til at taka lut
í mentanarligum tiltøkum,
tað veri seg í kirkjum, sam
komum, kvøldskúla, sangi,
tónleiki og ítrótti – bert
fyri at nevna nøkur øki úr
rúgvuni.
– Vit vita, at tað mangan
eru einstaklingar og eldsálir,
sum við sínum stóra áhuga
halda lív í nógvum mentan
arligum tiltøkum kring um
í bygdunum. Teimum hava
vit nógv at takka fyri, og vil
eg fegin senda teimum eina
serstaka heilsan og tøkk.
Jógvan á Lakjuni segði, at
tey í Runavíkar kommunu
eiga nógv góð fólk, sum
soleiðis taka hond um
mentanina.
Bjóðar av...
– Í dag verður nógv tosað
um altjóðagerð og tær broyt
ingar, sum hetta hevur við
sær við tað, at heimurin
gerst minni og minni, og
alt kemur so tætt at okkum.
Tey ungu leita sær út í
heimin eftir útbúgving og
avbjóðingum. Tilknýti til eitt
ávíst bústaðarøki er kanska
ikki eins avgerandi longur.
Hann helt, at júst í einari
rembingartíð sum hesari
kunnu mentanartilboð sum
tey, ið verða boðin fram hesa
vikuna í Runavíkar komm
unu, stimbra undir trivnaðin
hjá fólki – og ikki minst hjá
teimum ungu, sum jú skulu
taka yvir og føra alt víðari.
– Altjóðagerðin bankar
á dyrnar – ja, kanska ikki
nógvastaðni so hart sum her
hjá okkum, men Runavíkin
vendir henni ikki bakið, men
hevur dirvi til at bjóða henni
inn og at bjóða henni av.
Nakað til øll
Landsstýrismaðurin vísti á,
at mentanarvikan er eisini
fyrimyndarlig á tann hátt,
at hon vísir á eina gongda
leið at lata vinnu og mentan
ganga hond í hond.
– Hetta er spennandi, tí
eingin ivi er um, at listafólk
kunnu vera til stóran íblástur
hjá vinnulívinum. Tey hava
mangan heilt serligar før
leikar, tá ið ræður um kreat
ivitet og nýhugsan, og á
henda hátt kann vinnulívið
verða við til at stuðla lista
fólkunum.
Hann helt fyri, at skráin
fyri mentanarvikuna er fjøl
táttað og hevur nakað at
bjóða øllum aldursbólkum.
– Her er ein góður bland
ingur av siðbundnari og
nýhugsandi list – av lokalum
og altjóða úrmælingum. Av
verðsligum og trúarligum
tiltøkum. Jú, samanumtikið
kunnu vit siga, at Runa
víkar kommuna við sínari
mentanarviku er ein spegils
mynd av okkara mentan. Hon
er ein góð samanrenning
av gomlum, sum vit vilja
varðveita og nýggjum, sum
vit vilja menna og taka til
okkara.
Landsstýrismaðurin
vísti á, at soleiðis er eisini
við Runavíkar kommunu,
sum er ein samanseting av
gomlum niðursetubygdum
og nýggjum býlingum - og
nú seinast eisini nýggjum
kommunum.
– Hetta myndar tann menta
litet, sum tykist vera her; her
er framdrift og bjartskygni
heldur enn andróður og dap
urskygni.
At byggja brýr
Í røðu síni vísti Jógvan á
Lakjuni eisini á orðini, at
maður er mans gaman.
– Felagsskapurin byggir
brýr millum fólk og bygdir.
Runavíkar kommuna hevur
soleiðis valt sær eina brúgv
sum sítt evsta savningarmerki,
nevniliga gomlu brúnna um
Glyvragjógv. Síðan mið
skeiðis í 1980’unum hevur
kommunan havt brúnna sum
búmerki, fyrst umboðandi
níggju bygdir í felagsskapi,
og hesi seinastu árini eru
fleiri komnar aftrat.
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at hetta búmerkið
symboliserar so væl tað
sambindingarliðið, sum er
so alneyðugt.
– Tað er neyðugt at byggja
brýr millum menniskju, tað
er neyðugt at byggja brýr
millum bygdir og oyggj
ar – og tað er neyðugt at
byggja brýr millum lond.
Við
mentanarviku
og
vinnustevnu byggir Runa
víkar kommuna brýr millum
vinnu og mentan – og millum
Føroyar og útheimin.
At enda segði lands
stýrismaðurin seg vóna, at
mentanarvikan og vinnu
stevnan fara at verða vinnu
lívinum og mentanini til
frama, bæði hvør sær og
saman - og bæði fyri Runa
víkar kommunu og Føroyar
sum heild.
– Tað er
neyðugt
at byggja
brýr
– Tað er neyðugt at byggja brýr millum menniskju,
tað er neyðugt at byggja brýr millum bygdir
og oyggjar – og tað er eisini neyðugt at byggja
brýr millum lond, segði Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í mentamálum, sum her stendur
undir liðini á Hans Peturi Ellingsgaard, formanni
í mentanarnevndini hjá Runavíkar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá mentanarvikuni og
Fareoexpo, og við setanina sunnudagin var Bassi í gávuhýri
Mynd: Vilmund Jacobsen