Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2006 15 tíðindi givin í Klaksvík nógv vitjandi hava verið hesi árini. Í hesum sambandi rennur serliga ein góður tanki í hugan á Kára. ­ Nógv fólk hava verið og vitj­ að í svimjihøllini øll hesi árini. Svimjihøllin er opin allar dagar uttan mánadag, samstundis sum svimjifelagið her norðuri, Ægir, hevur havt høllini fyri seg miku­ dagar. Annars hevur verið opið fyri almenninginum hvønn dag. ­ Serliga í vikuskiftinum hava verið nógv fólk og svomið, og onkrar dagar hava verið omanfyri 400 fólk og svomið í høllini. Í hesum sambandi kann eg siga, at vit í hesi 32 árini, sum høllin hevur verið opin, hava havt oman fyri 1,5 milliónir vitjandi, so eg haldi, at gongdin í høllini hevur verið góð. Borgmeistarin takkaði Kára Leygardagin var so síðsti arbeiðs­ dagur hjá Kára í svimjihøllini. Fyri sløkum ári síðani gavst hann á brandstøðini, so hetta árið hevur hann bert havt starv í svimjihøllini. Eftir at Elsa Matras Kallsberg hevði bjóðað øllum vælkomnum, so var túrurin komin til borgmeistaran í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, at takka Kára fyri hansara stóra og góða kommunala arbeiði nógvu tey síðstu árini. ­ Kári hevur verið bæði áhaldin og trúfastur í sínum størvum hjá kommununi bæði í góðum og ringum tíðum. Hetta síggja vit eisini, tí at hann hevur verið í sama starvi í so langa tíð. Harafturat haldi eg, at hann hevur verið sera neyvur og nágreiniligur í sínum arbeiði sum leiðari. Tað hevur verið ein fragd at tikið ímóti teimum hagtølum, sum hann hevur borðreitt fyri okkum í umsitingini, og hetta eru vit sera glað fyri. Eg vil fegin takka honum fyri drúgva og trúgva tænasta øll hesi árini. Hevur ætlanir fyri framtíðini Nú hevur Kári arbeitt í kommu­ nalum størvum í meir enn eina fjórðings øld. Árini eru vorðin 67 í tali, og tí er hann follin fyri pensiónsaldrinum. Hann er tó ikki bangin fyri, at hann fer at fáa ov lítið at gera, tvørtur ímóti. ­ Eg havi ov mikið at taka mær til. Fyrst og fremst, so ætli eg mær at mála húsini. Tað haldi eg treingir til. So hevur mær eisini altíð dámt væl at skriva. Eg havi umsett onkra bók til føroyskt, og kanska eg fari at skriva eitt sindur. Tað fer tíðin at vísa. Hann ljóðar nakað spentur til framtíðina, og kanska vit einaferð um nøkur ár fara at lesa bøkur frá rithøvundanum, Kára Kjelnæs. Tað ljóðar í øllum førum, sum um hetta er nakað, hann kundi funnið uppá. Kári gevst eftir 25 ár í svimjihøllini Nógvir klaksvíkingar heilsaðu Kára Kjelnæs henda seinasta arbeiðsdagin. Klaksvíkar Hornorkestur setti eisini sín dám á fráfaringarløtuna Kári ynskir eftirmanninum, Torkil Mørkøre góða eydnu við nýggja starvinum Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri handar Kára Kjelnæs gávu fyri trúfast og dygdargott arbeiði øll árini hjá kommununi