mánadagur 23. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 204 - 23. oktober 2006
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Leygardagin 30. september var
stór almenn móttøku í svimji
høllini í Klaksvík. Nógv fólk var
komið saman fyri at hátíðarhalda
seinasta arbeiðsdagin hjá Kára
Kjælnes, sum í nærum 40
hevur verið í almennum starvi í
Klaksvík.
Í 1967 byrjaði hann á brand
støðini, og í juni 1981 fekk
hann eisini starv í svimjihøllini.
Hesi bæði størv røkti hann líka
til desember í 2005, tá hann
fór úr starvi á brandstøðini.
Leygardagin kom so seinasti
arbeiðsdagur í svimjihøllini, og tí
var stór móttøka hildin.
Løtan byrjaði við, at Elin
Matras Kallsberg bjóðaði øllum
vælkomnum. Tá hetta var liðugt,
trein borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen fram og
bar talu til høvuðspersónin, har
hann takkaði honum fyri góða
arbeiðið, sum hesin hevði gjørt
fyri kommununa í Klaksvík í
sløk 40 ár.
Vit ætla í hesi grein at siga
eitt sindur um Kári Kjelnæs, og
hansara arbeiðsgongd seinastu
40 árini.
Fór í starv á brandstøðini
Vit skulu heilt aftur til 1968
fyri at finna fyrsta arbeiðsdag
hjá Kára í kommunalum starvi.
Hetta árið bleiv hann nevniliga
settur í starv á brandstøðini.
Ikki gekk long tíð, fyrrenn
Kári hevði arbeitt seg upp á
brandstøðini. Longu í 1973, 5
ár eftir sín fyrsta arbeiðsdag,
bleiv hann settur í starv sum
varaleiðari á brandstøðini í
Klaksvík. Hann var í hesum
starvi í samfull 17 ár, áðrenn
hann í 1990 bleiv settur í starv
sum leiðari á brandstøðini.
Hetta starv røkti hann til
desember mánað síðsta ár, tá
hann fór frá. Ætlanin hjá honum
var at gevast longu í 2004, tá
hann gjørdist 65 ára gamal,
men tá lá illa fyri at finna ein
avloysara. Tí bleiv hann verandi í
starvinum líka til desember í fjør,
tá ein nýggjur leiðari endiliga
bleiv funnin.
Kári sigur, at honum dámdi
stak væl at vera í starvi hjá
brandstøðini, men hann væntar
ikki, at hann fer at sakna tað so
øgiliga nógv enn.
Mær dámdi væl at vera á
brandstøðini, men sum nú er
fari eg ikki at sakna tað. Fyri
tveimum árum síðani boðaði eg
frá, at eg ætlaði mær at gevast í
starvinum.Tað gekst tó strilti at
fáa annað fólk í hetta starv, og tí
bleiv eg verandi líka til á jólum
í fjør. Í alla hesa tíð hevði eg
vænt meg við tankan, at eg innan
alt ov langa tíð fór at gevast á
brandstøðini. Av tí at eg bleiv
so vanur við tankan, so fari eg
ikki at sakna hetta júst nú, men
longsulin kemur kanska á meg
einaferð seinni.
Svimjihøllin letur upp
Í 1974, tá Kári longu hevði verið
í starvi á brandstøðini í 6 ár, letur
so svimjihøllin í Klaksvík upp.
Her verður Kári Kjelnæs settur í
starv í 1981, soleiðis at hann nú
hevði tvey kommunal størv at
røkja. Hetta bar sjálvandi bara til,
tí tað er kommunalt arbeiði.
Tá hann hevði verið í starvi
í svimjihøllini í 9 ár, bleiv
hann settur í leiðarastarv í
svimjihøllini. Hetta var í 1990,
sama ár, sum hann eisini bleiv
leiðari á brandstøðini. Nú
hevði hann so tvey kommunal
leiðarastørv at røkja, og hetta
kann av mongum tykjast
rættiliga strævið.
Vit spurdu Kára, hvussu tað
riggaði at vera leiðari í tveimum
støðum samstundis.
Tað var sum so ongantíð
nakar trupulleiki, men tað bar
tó bert til, tí hetta er kommunalt
arbeiði. Eg hevði sjálvandi
nógv at gera, men børnini vóru
blivin vaksin, so tað vóru bara
eg og konan, Valborg. Eg má
leggja afturat, at hetta hevði ikki
borið til uttan konuna, tí hon
hevur virkiliga verið ein góð og
hjálpsom kona.
Ongar stórar vanlukkur
Nú hevur Kári arbeitt hjá
Klaksvíkar kommunu í nærum
40 ár. Góð 37 ár á brandstøðini,
og góð 25 ár í svimjihøllini.
Hann sigur seg hava verið
vitni til nógvar góðar løtur, og
sjálvandi eisini onkrar minni
góðar, men hann heldur ikki, at
har er nøkur einstøk hending,
sum stendur fremst í huganum.
Nei, eg haldi ikki, at har
hevur verið nøkur heilt serlig
hending, sum stendur fremst
í huganum hjá mær. Tað hava
verið nógvar góðar og hugaligar
hendingar, og sjálvandi eisini
onkur minni góð.
Men jú, nú eg hugsi um tað,
so er eitt ting, sum rennur mær í
huga. Hetta er ikki nøkur einstøk
hending, men nú havi eg verið í
starvi í svimjihøllini í meir enn
25 ár, og eg eri sera fegin um,
at ongar stórar vanlukkur eru
hendar. Eingin hevur latið lív í
høllini hesi 25 árini. Hetta er í
míni verð ein stór hending, sum
eg fari at minnast.
Nógv fólk hava vitjað
í svimjihøllini
Svimjihøllin í Klaksvík hevur
verið opin í næstan 32 ár, og
Ein býarmynd
Í nærum 40 ár hevur Kári Kjelnæs
verið í kommunalum starvi í Klaksvík.
Fyrst á brandstøðini, og síðstu 25
árini hevur hann eisini starvast
í svimjihøllini. Leygardagin 30.
september var síðsti arbeiðsdagur hjá
Kára, og tá var stór almenn móttøku
hildin í svimjihøllini, har fólk høvdu
møguleika at siga Kára farvæl á
hansara síðsta arbeiðsdegi.
Jógvan við Keldu fyrrv. Borgarstóri heilsar Kára á fráfaringardegnum. Heri á Lava Olsen, starvsfelagið í Havn varð
eisini við til hátíðarhaldið.