Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2006 13 Sofus Olsen, ættaður av Sandi, búsitandi í Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 20. oktober. Eirikur Østerø, Klaksvík, ættaður av Trøllanesi, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hósdagin 19. oktober, 67 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Betesda mánadagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Eirik, kunnu lata eina gávu til Kristnastovu, konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Í bók eftir Else Marie Juhl Thomsen og Birthe Rosengaard Knudsen »Mod til synlighed«, sum er komin á marknaðin í ár, verður sagt frá hvussu megnarkvinnur allýsast. Í bókini verður sagt frá einum ringi, sum hevur 3 rúm, har hvørt rúmið hevur sína yvirskrift. 1. Dirvi at seta ljós og ljóð á 2. Dirvi at seta í gongd verkætlanir og gjøgnumføra tær 3. Dirvi at vera sín egin Karolina stendur væl og virðiliga roynd­ina um at hoyra til bólkin av megn­arkvinnum, og hevur við lívs­ langa arbeiði sínum prógvað, at tað loysir seg at stríðast, tá ið hug­sjónir og sjónir ganga fram um dagligt breyð­ strev. Undirritaða kom sum 15 ára gom­ ul á ALV og var ein av teimum fýra fyrstu næmingunum, sum tóku »hand­ els­medhjælpereksamen« á skúlanum við Àir. Skúlaárið 1960/61 gav mær per­ són­liga eina búning bæði fakliga og menniskjan-liga, har Karolina Peter­ sen var ein fyrimynd. Eg fekk innlit í, hvussu ein kvinna saman við sínum hjúnafelaga var før fyri at ganga nýggjar leiðir innan al­manna økið í Føroyum. Hon setti skúla á stovn og somuleiðis fleiri stovnar, har aðalmálið var at hjálpa teimum við skerdum førleika. Sum ung kona tók Karolina Petersen á seg eina stóra samfelagsskyldu at hjálpa fólki við skerdum førleika, og var hon við til at menna sosiala medvitið hjá øllum føroyingum, og ikki minst hjá politiska myndug­leik­anum. Hon fór til verka við stórum menniskjanligum autoriteti, og fekk stovnar at koyra, langt áðrenn onnur veruliga høvdu fatað, hvat var í gongd. Tey stóru avrikini í lívinum hjá Karo­ linu Petersen eru millum onnur: Alv Skúlin við Áir, har nógv hava fingið førleika at fóta sær aftur í lívinum. Arbeiðsmøguleikar á Postverki Før­ oya á frímerkjadeildini til fólk við breki. Stovnar fyri heilsubrekað fólk bæði í Tórshavn og í Runavík. Sjúklingahotellið í Keypmannahavn var eisini hennara hjartamál. Hon legði lunnar til henda stovn saman við øðrum. Hetta hotel hevur hýst mongum føroyingi, sum hevur verið noyddir til at fara til viðgerðar í Danmark. Í 1988 var Karolina Petersen lands­ stýris­maður, og her fekk hon framt fleiri av sínum hjartamálum at hjálpa teimum, hvørs lívsumstøður ikki høvdu verið góðar. Í 2005 fekk Karolina Petersen riddara­ krossin frá Margretu drottning fyri sítt stóra og drúgva samfelagsarbeiði og sítt slóðbrótandi virki sum røddin hjá teimum veiku og verjuleysu. Nýliga hevur Sjónvarp Føroya gjørt ein frálíka sending um skúlaleiðaran og megnarkvinnuna Karolinu Peter­ sen, og beinraknari mynd kann neyvan gerast, tí her segði hon sjálv frá royndum á lívsleiðini, og vísti á, at uttan hjúnafelagan Petur Petersen, prest hevði mangan verið trupult. Størsti eginleiki hjá Karolinu var allarhelst, at hon var trúgv ímóti sín­ um veruligu ynskjum um bata hjá teimum verjuleysu, og at hon ongantíð tók eitt nei fyri eitt nei, tá hon visti betri, og tískil var tað at stríðast fyri ”góðu sakini” hennara aðalmál. Eg og maðurin Sigfríður hugsa um teg Petur og sonin Kára og ynskja tykkum troyst í sorgini. Við hesum fáu orðum fari eg at lýsa frið yvir Karolinu Petersen. Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni Minningargrein um Karolinu Petersen Maðurin, ið lesarar á Sosialinum valdu til ársins mann um árskiftið, sandingurin Sofus Olsen andaðist fríggjakvøldið 92 ára gamal. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eftir eitt langt lív har Sofus millum annað var sluppfiskimaður, var mótstøðumaður í Danmark undir krígnum, var reiðari, sat í álitisessum í fíggjarheiminum so sum formaður í búskaparráðnum, valdi Sofus í fjør at geva føroyingum Listasavnið á Sandi. Eitt savn har listin, ið Sofus hevði savnað saman í eitt heilt lív varð sýnd fram í góðum karmum. Hetta var beinleiðis orsøkin til, at lesarar hjá Sosialinum valdu at skjóta Sofus upp til heiðurin ársins maður í Føroyum. Ein heiður, ið Sofus av fyrstan tíð ikki vildi hava. Men við sínum góðu talugávum fekk Jan Müller blaðstjóri á Sosialinum sannført Sofus um at taka í móti heiðrinum. Illviljin ímóti at seta seg sjálvan í fokus, eyðkendi Sofus, í øllum hann tókst við. Tí var hetta ein heilt óvand støða hjá honum at koma í, at verða valdur ársins maður. Tað var ikki fyri at seta fokus á seg sjálvan, at Sofus fór undir verkætlanina við Listasavninum á Sandi, tað var kærleikin til heimbygdina, listina og móðurlandið, ið vóru drívmegin. Í samrøðu við Sosialin segði Sofus, at orsøkin til, at hann valdi at byggja listasavnið, var, at hann vildi halda savn sítt samlað og í Føroyum. Hetta sera forkunnuga savn við útvaldum listaverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lüt­zen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt nógv listaverk av Ing­álvi av Reyni, skuldi sambært Sofusi ikki av landinum, til onkran pengasterkan listasavnara. Savnið skuldi byggjast á Sandi tí, at hetta var heimbygdin, har Sofus sleit sínar barnaskógvar og eitt stað, ið átti eitt serligt pláss í hjarta hansara. Listasavnið á Sandi stendur eftir sum ein minnisvarði yvir hesa lítillætnu eldsál, ið nú er sløknað. Sofus Olsen er farin Dagurin í morgin 24. oktober. Proklus, deyður ár 443. Var næmingur hjá Chrysostomosi og endaði sum biskupur í Konstantinopel. Nógvar av prædikum hansara eru varðveittar. Sameindu tjóðirnar samtyktu skipan sína í mai- juni 1945, og henda dag høvdu so nógv lond góðkent skipanina, at hon kom í gildi. Dagurin verður tí hildin sum ST-dagur. Sagt verður frá, at kæri bróðir okkara Meinhard Jacobsen Kollafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum 21. okt 89 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Landssjúkrahúskapellinum týs- dagin 24. okt. kl. 14 í kirkjugarðin í Kollafirði. Fyri tey avvarðandi Bernhard, Hanni, Anna og Kada