mánadagur 23. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 204 - 23. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Sendingin um mynda
høggaran Hans
Paula Olsen verður
at síggja í øllum
norðurlondum
Mentan
Føroyskt framleitt sjón
varpstilfar er ikki ofta at
síggja í norðurlendskum
sjónvørpum. Men nú hava
almennu sjónvarpsrásirnar
í øllum Norðurlondum boð
að frá, at tær vilja vísa send
ingina “Myndir úr málmi”
um myndahøggaran Hans
Paula Olsen. Sendingin varð
gjørd í vár og fyrstu ferð
send í Kringvarpi Føroya á
páskum.
Nú skal sendingin umsetast
til danskt, og síðani verður
hon latin sjónvarpsrásunum
í hvørjum landi sær til versi
onering, sum tað eitur, tvs.
til umseting, teksting og lest
ur, so hon fær somu heild
á viðkomandi máli, sum
hon hevur á føroyskum.
Aðrar broytingar verða ikki
gjørdar, og sendingin er tann
sama, sum hevur verið víst í
føroyskum sjónvarpi.
Tað er sjónvarpsmaðurin
Bogi Godtfred, sum hevur
gjørt sendingina í samstarvi
við Jógvan Eli Dam, ið er
fotografur í Kringvarpinum.
Tveir danskir og ein før
oyskur fotografur, Johannes
Danielsen, gjørdu eisini
upptøkur til sendingina.
Viðurkenning
– Tað er gleðiligt, at hini norð
urlondini fara at vísa send
ingina, og í hesum liggur ein
viðurkenning av føroyskum
sjónvarpsarbeiði. Tað hevur
týdning at aðrar og nógv størri
sjónvarpsrásir meta okkara
arbeiði at vera dygdargott,
sigur Bogi Godtfred.
Sendingin er eitt frálíkt
høvi at vísa norðurlendsku
grannum okkara ein av Føroya
mætastu listamonnum, Hans
Paula Olsen. Myndir hans
ara eru hugtakandi, bæði tí
at tær eru sterkar listaliga,
og tí at handalagið er so
framúrskarandi. Tað eru
skotsmálini, Hans Pauli og
verk hansara fáa frá lista
ummælarum.
At savna allar træðrir
til eina sjónvarpssending
uppá trý korter kann vera
drúgt, men Hans Pauli er
viðeiriligur og lættur at sam
starva við, og tað hjálpir
væl, tá framleiðslutíðin er
avmarkað, sigur Bogi Godt
fred.
Londini, ið samsvara
í Nordvision eru Ísland,
Noreg, Svøríki, Danmark og
Finnland umframt Føroyar. Í
Nordvision verður samstarvað
á fleiri økjum. Londini kunnu
í felag lyfta kostnarmiklum
framleiðslum, vera saman um
framleiðslu av sendingum,
sum verða vístar í øllum
Norðurlondum umframt hetta
at vera torg fyri sendingum
hvør frá øðrum.
Føroyskt framleidd sending í
norðurlendskum sjónvørpum
Fanny Karbech Mouritsen
av Saltnesi hevur máln
ingaframsýning á Hotel
Runavík í Mentanarvikuni
í Runavík 22. – 29. okto
ber.
Fanny er úr Havn, dótt
ir Marin, f. Jacobsen, og
Gunnar Karbech Mourit
sen, Gunnar í Snikkara
stovu, málarameistara í
Havn.
Fanny flutti til Dan
markar fyri tíggju árum
síðan, men býr nú aftur
í Føroyum. Tað eru sjey
ár síðan hon byrjaði
at mála, og hevur hon
fyrr havt framsýningar
í Sindal og Hirtshals.
Fanny sigur at møguliga
liggur tað til familjuna at
mála, tí mamma hennara
var systkinabarn til bæði
William Heinesen og Bent
Restorff, sum báðir vóru
kendir listamenn. Pápi
hennara dugdi eisini væl
at mála málningar, men
var ikki við á nakrari
framsýning.
Framsýningin verður
opin hvønn dag í Mentanar
vikuni frá kl. 10 - 18.
Listaframsýning
á Hotel Runavík
www.sosialurin.fo
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Í morgin verður Sofus Olsen grav
sungin úr Sandskirkju og jarðaður eitt
hanagleiv, haðani hann var føddur og
vaks upp, og har Listasavnið á Sandi
stendur. Ættin og umhvørvið har vóru
honum so kær.
Sofus fór væl um kappaaldur og
hevði eitt fjølbroytt lív. Sjálvur skrivar
hann soleiðis um ein lut, - sum kem
ur á Listasavnið á Sandi, tá seinni
helmingur av listaverkum hansara
verða flutt av Tinghúsvegnum, heimi
hansara og Gunnhildar - um árini sum
sluppfiskimaður:
Ílat úr fitisteini at eta úr. Eg fann
tað í útdeyðari bygd í Vesturgrønlandi.
Var til skips við sluppini Maritana í
1934. Eg havi goymt lutin, tí hann
minnir meg um tey seks hungursárini
eg var sluppfiskimaður, trælaárini
undir ómenniskjansligur korum, eitt
sera vandamikið starv umborð á hálvt
hundrað ára gomlum dangum, illa ella
næstan ikki viðlíkahildin.
Tey árini eg var á Suðurlandinum,
gingu fýra sluppir burtur, við mann og
mús. Tá ein fór avstað um várarnar,
var tað við tí fyri eyga, at ein møguliga
kom ikki aftur, men fekk váta grøv í
íslendskum sjógvi. Avrokningin kom
fyri alt árið stutt fyri jól og var sera
lítil, einar 300 kr ella minni í meðal.
Ætlan hansara var at halda fram sum
sluppfiskimaður eins og pápin, men
hesum forðaði Símun á Skarði, tá hann
ein vetur var á háskúlanum. Sofus var
ikki so at yvirtala, men Símun skrivaði
til Høng um henda evnaríka unglingin,
og tá vakurt bræv kom aftur úr Høng
við boð um pláss á skúlanum hevði
Símun av Skarði nakað at arbeiða
við.
Sofus tók studentsprógv á Høng
í 1940 og slapp ikki heimaftur
vegna heimsbardagan og fór tí til
Keypmannahavanar at lesa búskapar
frøði.
Hugdjarvur sum hann var, vardi
ikki leingi til hann var aktivur í
donsku mótstøðurørsluni og mátti
undir jørðina. Øllum hesum sigur
hann frá í sjónvarpsupptøku um list
sína, ið eisini gerst ein áhugaverd
frágreiðing um litríka lív hansara.
Tað nemur við okkum og man fara
at nema við ungfólk okkara, tá Sofus
sigur frá munnligari próvtøku á
Universitetinum, har hann lutvís skal
hyggja at professaranum og lutvís at
hurðini, samstundis sum hann situr og
hugsar um, hvussu hann skal megna
at taka til beins, um týskararnir koma
at heinta hann.
Sofus hevði góðan ordan í mongu
skjølum sínum, og vónandi kemur
brævaskiftið hjá Símuni av Skarði við
rektaran á Høng eins og skjal ella
skjøl um hansara luttøku í donsku
mótstøðurørsluni saman við nógvum
øðrum tilfari, sum frálíður at liggja
frammi ella vera atkomuligt á Lista
savninum á Sandi.
Sum kunnugt skrivaði hann nógvar
greinar um m.a. list og listafólk í
Dimmalætting. Tá hetta lá so væl
fyri hjá honum, loyvdi eg mær at
biðja hann skriva nakað um egnu
listaverk síni. Tað hevði verið so
forkunnugt, tá listasavnið lat upp
við øllum listaverkunum, at tað vóru
søgur til myndirnar. Eg var ovurfegin,
tá hann kom við einari síðu fyri og
aðrari eftir m.a. um fitisteinin úr
Vesturgrønlandi, skrivaðar – ikki á
teldu, men skrivimaskinu. Sjálvur
kallaði hann tað bara terapi hjá einum
gomlum manni. Men hetta var alt so
áhugavert, at eg helt hyggjuráðini vera
ein sjónvvarpsfilm til Listasavnið á
Sandi, so tey, ið vitja har, sjálvi
kunnu síggja hann siga frá.
Sofus hevði í langa lívi sínum sam
skifti við nógv fólk, og var kendur
fyri at vera bersøgin. Hetta lyndi eyð
kendi hann, og jakslarnir vóru tøkk
og prís vælvirkandi til tað seinasta.
Ongatíð ivaðist tú í, hvørjum hann var
samhaldsfastur við. Vit vóru samsint
í politikki, og hann royndist mær
mangan hollur, tá eg sum tingkona
hevði tørv á með-og mótspæli.
Har var onki himpr. Skemtingarsamur
eisini. Stuttligt var at hoyra hann siga
frá, hvussu hann sum skrivari hjá
Havnar arbeiðsmannafelagi legði eitt
verkfall til rættis í 50-árunum.
Eingin dugur betur enn Sofus sjálvur
at siga frá hendingaríka lívi sínum,
og hvussu hann gjørdist hugtikin av
myndlist. Frásøgn hansara er ikki bert
áhugaverd við brotum úr egnum lívi,
hon er eisini partur av okkara listasøgu
og samtíðarsøgu. Sofus var lítillátin.
Honum dámdi ikki at vera í fokus, eitt
nú tá hann í januar í ár var valdur til
ársins føroying og í samband við, at
listasavnið á Sandi lat upp í summar
hin 17. juni í ár við helminginum av
listaverkum hansara. Tí verður steðgað
her, eisini fyri at fólk kunnu gleða seg
til sjónvarpsfilmurin kemur.
Friður fylgi minninum um heima
sandsmannin Sofus Olsen.
Karin Kjølbro
Ongantíð ógreiður – ofta bersøgin
Hans Pauli Olsen, myndahøggari