mánadagur 23. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2006
11
tíðindi
Eg ætlaði mær ikki at skriva
nakað sum helst um hetta
málið. Men eg kann ikki
lata vera. Eg haldi tað vera
so flovisligt at lesa alt hatta
tvætlið frá Jenisi av Rana, um
tey samkyntu. Hann skrivar
síðu upp og síðu niður, og
hvat er tað egentliga hann
roynir? At yvirbevísa øll um,
at hann hevur rætt?
Um tey samkyndu hava valt
at verða samkynd ella ikki,
er fulkomiliga líka mikið.
Liva vit ikki í einum fríum
landi?? Men eingin skal
billa mær inn, at nakar velur
eina samfelagsborgaraskap
sum ein lítil útstoyttur bólk
ur ella ein lítil jagstraður
flokkur, tí tað er jú tað, sum
tað er blivið til.
Eg minnist ein drong,
ið gekk í mínum flokki í
barnaskúlanum. Hann var
meira femininur enn nøkur
genta í flokkinum. Hann var
klænmæltur og hevði eitt
feminint gongulag. Seinni
fekk eg at vita, at hann var
samkyntur, og tað visti eg
væl. Vit vóru ’nemmiliga’
góðir vinir. Men valt tað
sjálvur, tað hevði hann ikki.
Hatta hevur nakað við krom
osomir at gera!
Eg fái ilt allastaðni av at
lesa lesarabrøvini frá Jenisi
av Rana, Peturi Hermansen
og øðrum.
Petur Hermansen skrivaði,
at tey samkyntu vóru nøkur
grenj, og at hann eisini var
blivin happaður sum barn.
At Petur Hermansen er
blivin happaður, er jú ræð
iligt. Vit hava eisini kent
svian av happing í okkara
familiu, men tað ger so
sanniliga ikki trupulleikan
hjá teim samkyntu minni,
og tað legaliserar heldur
ikki happing sum heild. Ein
skuldi tvørturímóti hildið,
at tílík upplivilsi bara skapa
størri forstáilsi fyri trupul
leikanum, og at tílík fólk taka
størri frástøðu frá happing.
Eftir hondini er happing
ikki rætta orðið, tá ið tað
snýr seg um tey samkyndu.
Tað er blivið til forfylging
og mannajagstran. At finna
upp á at skriva, at øll við brill
um og nøkrum kilo-um ov
nógv kenna til happing og
síðani biðja tey samkyntu
lata vera við at grenja, tí
tey sjálvi hava valt tað, er
sooo langt úti. Eg kann lítið
ætla, hvussu familian hjá
hesum happaða og jagstraða
dronginum hava tað við at
lesa sovorðið tvætl. Tað má
kennast ótrúliga svárt.
Eg haldi, at fólk hava full
komiliga misskilt kristin
dómin. Ein kristin hevur frið
í sálini, hevur frið við seg
sjálvan og við tey rundanum
seg og yvirskot til at geva
hinum frið, óansæð um tey
skilja seg burturúr fjøldini.
Tey hava yvirskotið og viljan
til at góðtaka menniskju
sum tey eru. Tá ein hevur
frið í sálini, hevur ein ikki
trongd til at fortelja øðrum,
hvat tey ikki skulu gera, tá
passar mann sítt egna ’lort’
og vónar, at tær ferðirnar
ein traðkaði við síðuna av
og ikki gjørdi sum ein átti,
verða fyrigivnar, tí mann
bara er eitt menniskja og ger
feilir allatíðina.
Okkara lutur er ikki at
døma onnur, tað fer ein ann
ar at gera fyri okkum.
Ein kann hava sína egnu
meining viðvíkjandi teim
samkyntu og ein kann
útfrá bíbliuni boða gleðiboð
skapin. Sum tað eisini verð
ur sungið “Sáa og væta tað
kunna vit eina”. Men okkara
rættur er ikki at døma, tað
fer ein annar at gera fyri
okkum á tí eina degi, og væl
kundi verði at vit blivu bilsin
yvir hvussu dømt verður. Tí
minnist til:
ALT TAÐ SUM TÚ
GJØRDI ÍMÓTI EINUM
AV MÍNI SMÁU, GJØRDI
TÚ ÍMÓTI MÆR.
Tað kann gott vera, at
tit ‘rættvísu kristnu’ ikki
persónliga ella ítøkiliga
beinleiðis hava jagstrað
nakran samkyntan, men av
tí at tit áhaldandi skriva og
tosa negativt um henda sam
felagsbólk og nærum skíra
tey at vera av tí ónda, virka
tit fyri meiri øsing, trýsti
og ágangi móti hesum fólk
um. Tey yngru ávirkast av
teimum eldru og hvussu tey
tosa og uppføra seg.
--
Eg minnist rokið alla
staðni, tá ið sjúkan aids kom
fram og ikki minst her í Før
oyum. Rólant Samuelsen var
tá í útvarpinum og skuldi
svara upp á alt møguligt,
og millum annað, um tað
nú var ein straffur frá Guði.
Eg minnist so væl, at Rólant
setti spurningin ”um aids er
ein straffur frá Gudi fyri eina
ávísa lívsførslu, hvørja lívs
førslu er so sjúkan krabba
mein straffur fyri”.
Petur Hermansen nevnir
eisini í sínum lesarabrævi,
at Rólant Samuelsen fekk
frið at liva sítt lív.
”Nei, Petur Hermansen!
Tað fekk hann ikki, og tað
var eg sjálv vitni til fleiri
ferðir. Tað var heldur ikki av
ongum at hann og vinurin
Benny fluttu til Danmark
ar”.
Komi eisini at hugsa
um ella minnast aftur á,
tá ið aidssjúkan byrjaði og
avbyrgdir sjúklingar fingu
vitjan av móðir Theresu.
Hetta vóru fólk, sum eingin
tá fór í nánd av, og vóru
tey viðfarin sum spedølsk.
Men móðir Theresa fór til
teirra, tosaði og nam við tey.
Hon kundi jú fingið allan
katolikkaheimin ímóti sær.
Men hon var trygg og hvíldi í
sær sjálvari, og hjálpti har
hon kundi hjálpa.
Hetta má kallast næsta
kærleiki og sannur kristin
dómur.
So mítt ynski og vón er,
at fólk hugsa seg um og altíð
vera við tí góða og uppbyggj
andi orðinum.
Hvør kasti fyrsta steinin?
Jóna
Mortensen
Í Sosialinum 19. oktober
var eitt aftursvar til Jenis
av Rana. Viðkomandi segði
í grein síni, at tað var ein
loddrøtt lygn, tá ið sagt
varð, at homoseksualitetur
var nevndur sum grund fyri
oyðing Sodomu, sum er at
finna í 1. Mós.
Sjálvur eri eg varin við at
nýta Bíbliuna, tá ið eg skal
argumentera fyri verðslig
viðurskifti. Men lygnin um
Bíbliunnar innihald er so
grov, at eg haldi tað vera
neyðugt at rætta lygnina og
at vísa á, hvar í Bíbliuni tú
finnur tilburðin nevndan.
Bíblian sigur ikki alt í einum
ørindi, men hon nevnir
tríggjar høvuðsgrundar fyri
oyðingina:
Harðskapur,
homoseksualitet + siðloysi
yvirhøvur,
og
“hástór
egoisma”. Vilt tú síggja
veruleikan, so lesið 1. Mós.
19, 4-10. Í minsta lagi, ella
kap. 18 og 19.
Framyvir vil eg ikki taka
lut í nakrari politiskari
“bibliugransking”. Eg eri
samdur við Luther um, at
kirkjan og tað verðsliga
valdið ikki skulu sova í
somu song. Men okkara
sannføring mugu vit øll
standa við í dagligdegnum.
Til tess eru vit sett.
Annars haldi eg ikki, at vit
í hesum føri skulu kjakast í
bløðunum, um hvørt tað
er rætt ella skeivt at vera
samkyndur. Tað má ein og
hvør sjálvur taka ábyrgd av,
og hann má sjálvur velja,
hvørja grund hann byggir
KONSERT
Sunnudagin 29.oktober
kl. 16:00 verður forkunn
ug konsert í Norður
landahúsinum.
Tað er Harmonior
kestrið
GHM
sum
fer at framføra seks
nýskrivað verk, sum eru
innkomin til kapping,
útskrivað seinasta heyst.
Orkestrið gjørdi av at
útskriva kapping fyri
at fáa til vega føroysk
verk til orkestrið. Hettar
er heldur sjáldsamt stig
at taka, men mett varð,
at hesin møguleikin at
fáa til vega føroyskan
tónleik
er
neyðugur
liður í menningini av
orkestrinum.
Harmoniorekestrið
GHM hevur seinasta
árið verið sera virkið og
havt nógvar spennandi
konsertir við ymiskum
temaum.
Orketrið varð stovnað
í 1922 og hevði tá nakrar
fáar spælarar. Orkestrið
hevur síðani ment seg,
og er í dag mannað við
65 spælarum í øllum
aldri, tó flest í yngra
endanum.
Tórshavnar kvøld- og
Ungdómsskúli
stuðl
ar
orkestrinum
við
t. d. venjara, og hett
ar ger, at til ber at fáa
proffessionellan venj
ara til orkestrið. Tað
førir síðani við sær, at
orkestrið kann mennast
og vera ført fyri at spæla
ymiskt slag av tónleiki
sum krevur ymiskan før
leika.
Musikkskúlin
ger,
at spælarar í dag eru
nógv betur fyri, tá teir
koma í orkestrið, og
tí er møguligt at hava
eina konsert sum hesa
við nýggjum føroyskum
tónleiki. Tónamálið til
eina orkestur-konsert av
hesum slagnum er eitt
sindur øðrvísi, enn vit
vanliga hoyra, forkunn
ugt hjá spælarum og
áhoyrarum.
Bernharður Wilkins
on, sum er royndur dir
igentur og sum eisini
hevur fingist nógv við
nýskrivaðan
tónleik,
hevur vant orkestrið, og
hettar hevur eisini verið
við til at ment orkestrið
nógv.
Dómararnir eru úr
Danmark, Jesper Ros
enkilde, tónleikari og
dirigentur og úr Íslandi
Tryggvi Baldvinsson,
tónleikari, tónaskald og
dirigentur.
Tríggir
vinningar
verða latnir, og teir eru
stuðlaðir av Norður
landahúsinum, Fjølrit,
Mentanargrunninum og
Tórshavnar Býráð.
Seks verk eru innkom
in, og vinnarin verður
funnin
á
konsertini
sunnudagin 29. oktober
kl. 16:00 í Norðurlanda
húsinum.
Sera stórt og dygdargott
arbeiði
verður
gjørt
við Fólkaheilsuætlan fyri
føroyinga. Tað er sera áhug
averkt at fylgja við hvørjar
ætlannir eru gjørdar fyri at
vit Føroyingar skulu hava tað
so gott sum gjørligt.
Tað er av stórum týdningi
at vit varpa ljós á heils
ufremjandi tiltøk, so sum
sunna lívsførslu, tað kann
verða sunnan mat og at ein
rørir seg.
Men tað er eisini sera
umráðandi at vit hugsa um at
seta heilsufremjandi tiltøk í
verk longu í viðgongutíðini
(graviditetinum), fyri at
tryggja okkum at mamman/
foreldrini eru tilvita um
hvat tað er at vera foreldur
og familia, og kunna gleð
ast yvir at møta tí lítla barn
inum.
Vit mugu tryggja okkum
at børnini vaksa upp undir
sømiligum viðurskiftum, at
familian og serliga barni fær
tilboð um heilsufremjandi
átøk. Nøkur tilboð eru
longu, men eg haldi at
familian sum heild skal
hava møguleika at fáa
heilsufremjandi
vitjan
frá heilsufrøðingi longu
í viðgongutíðini, fyri at
tryggja familiuni best møg
ulig sálarlig og sosial við
urskiftir.
Vit mugu tryggja okkum
at jarðamøður, læknar og
heilsufrøðíngar, fylgja til
ráðingunum frá Danska
heilsustýrinum og Who.
Ein tilráðing út av fleiri,
fyri at nevna nakað sum
ikki er umrøtt, er at øll
børn, har mamman hevur
møguleika at geva barni
num bróstamjólk, skal fáa
vegleiðing og stuðul til at
hetta skal eydnast.
Heilsustýri tilmælir at
barni fær bróstamjólk minst
í eitt hálvt ár sum einasta
føðslukelda, og Who til
mælir at barni bert fær bróst
amjólk í hálvt ár, síðan van
ligan mat tilsvarandi barni
og bróstamjólk í tvey ár.
Hetta tí at bróstamjólk
er heilsugóð føði fyri
barni, og
verjir
barni
fyri fleiri sjúkum, bæði í
pinkubarnatíðini og seinni
í lívinum. Øll nýfødd
børn skulu verða kannað
av barnalækna áðrenn tey
fara heim av sjúkrahúsinum
og heilsufrøðingur kemur
á heimavitjan so skjótt
mamma og barn eru komin
heim.
Barnsburðafarloyvi skal
gerast meira rúmshátt, og
møguleiki skal vera at
leingja tað upp til eitt ár.
Hettar ger so eisini at barni
hevur møguleika at vera
heima tað fyrsta árið og
er meira mótstøðuført fyri
sjúkum tá tað so kemur í
vøggustovu millum onnur
børn.
Arbeiðsmarknaðurin
skal eisini gerast meira
rúmsháttur. Mamman, ið
má aftur til arbeiðist, skal
hava møguleika at fara at
geva bróst í arbeiðstíðini.
Meira rúmd skal verða giv
in pápanum í hesum tíðar
skeiði og helst allan barn
dómin hjá barninum.
Øll smá børn skulu fáa
tryggja heilsugóðan mat
og góðar karmar at spæla
undir har tey verða ansaði.
Tað skal verða ein rættur
hjá øllum børnum og
ungum í skúla, líka so væl
sum hjá vaksnum í arbeiði
at hava góðar umstøður við
kantinu soleiðis, at møgu
leiki er at keypa frugt og
heilsugóðan kost í skúlatíð
ini, baði í fríkorteri sum í
matarsteðgi.
Øll børn og ung í Føroy
um skulu hava ein vaksn
an at fara til. Til dømis
skal heilsufrøðingur og
sálarfrøðing
við
servi
tan, verður knýttur øllum
fólkaskúlum og miðnáms
skúlum, sum í Svøríki. Setast
skal inn við týdninginum
við rørslu og tímar avsettir
til tess. Uppá sigt vil hetta
fyribyrgja vælferðasjúkum
og vit fáa eina sunna og
góða tilverðu.
Til at seta hesi tilboð
í verk, krevst at nakrar
millónir
krónur
verða
settar av á fíggjarlógini.
Hettar er alneyðugt um vit
hugsa heilsufremjan, sum
visjón, og betrar hettar um
lívskvalitetin hjá fólki og
likvitetin í landinum.
Fólkaheilsuætlan
Rósa
Samuelsen
Thorbjørn
Brochs
sína avgerð á.
Málið sum nú er frammi
eigur í staðin at snúgva
seg um at verja fólk móti
ringari viðferð, uttan at
fremja annan órætt fyri at
koma á mál.
At siga sum er
GHM:
Konsert við nýggjum
føroyskum tónleiki