mánadagur 23. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 204 - 23. oktober 2006
Í síðstu viku vórðu M. A. Jacobsens
virðislønirnar handaðar, og vit kunnu
staðfesta, at kjørnevndirnar hava ver
ið hepnari við sínum valum. Ikki tí
valkostirnir hava verið bæði nógv
ir og góðir. Endin gjørdist, at Carl
Johan Jensen fekk virðisløn fyri fagr
ar bókmentir, Guðrun Gaard fyri yrk
isbókmentir, Ebba Henzte fekk virð
isløn fyri mentanarlig avrik og Steintór
Rasmussen fekk barnabókmentavirð
isløn.
Talan er um fýra fólk, sum hvørt á
sínum øki hava framt stór og dygdar
góð avrik, sum koma at verða stand
andi. Carl Johan Jensen hevur endur
nýggjað skaldsøguna, Gurðun Gaard
hevur í tøkum tíma varpað nýtt og
bjart ljós á okkara mætasta núlivandi
lyrikara, Regin Dahl, Ebba Henze
er inspirator, týðari og høvundur, og
Steintór Rasmussen talar til hugflog
barnanna.
Hesi fýra fólk, sum nevndirnar hava
kosið at verða heiðrað við virðisløn
um, eru Tórshavnar býráð til heiðurs.
Skipan við virðislønum er okkum
øllum til sóma og vísir, at vit hóast
nógvar atfinningar royna at stuðla og
virðismeta mentanarligt og listarligt
arbeiði. Landsmyndugleikar eru eis
ini komnir við og nú áttu tær stóru
kommunurnar eisini at sett á stovn
mentanar- og listavirðislønir. Hetta
vildi lyft okkum øll og hetta vildi verið
eitt handartak til listafólkini. At enda:
hjartaliga tillukku tit fýra – tit hava
heiðurin uppibornan!
Sosialurin
Vælkosin virðislønarevni
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
- Skipanin við virðislønum er okkum øllum til sóma og vísir, at vit hóast nógv
ar atfinningar royna at stuðla og virðismeta mentanarligt og listarligt arbeiði.
Landsmyndugleikar eru eisini komnir við og nú áttu tær stóru kommunurnar
eisini at sett á stovn mentanar- og listavirðislønir. Hetta vildi lyft okkum øll og
hetta vildi verið eitt handartak til listafólkini.
oddagreinin
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
- ein heilsan í sam
bandi við fjølmiðla
viðferðina seinastu
tíðina
Fyri fáum vikum síðani
fingu konan og eg innbjóð
ing úr Korea, stór samkoma
har, 96.000 limir, bjóðaði
okkum við til 24 ára hátíð
arhald. Eg kom at kenna
nøkur úr hesari samkomu
í sambandi við arbeiði mítt
í alheimsfelagsskapi fyri
trúgvandi læknar. Vit ivaðust
leingi, eitt fjarskotið og øðr
vísi land, so fremmant, men
endin gjørdist, at vit fóru.
Har í Korea fingu vit
eina
kærleiksmóttøku
og viðferð, sum vit ikki
droymdu um var møgulig.
Vórðu borin á hondum og
nutu andaligt samfelag við
kær trúgvandi úr mongum,
mongum londum.
Ófrættatíðindi úr SVF
Meðan vit flugu yvir Sibir
ia móti Korea boðaði sjón
varpið ófrættatíðindi um
læknaliga virksemi mítt,
tíðindi, sum teir bóru mær
gjøgnum telefonina tveir
dagar áðrenn, og sum eg
avsannaði.
Sum flestu vita, tók Dimm
alætting tráðin uppaftur
í seinastu viku, og tykist
hava átikið sær leiklutin,
ikki bert sum tíðindaberi,
men eisini sum dømandi
myndugleiki. Tað verði so
teirra søk, men kenni eg
tað verða rætt av mær at
staðfesta, at:
• frágreiðing blaðsins um
viðtalu í viðtaluhølum
mínum er íspunnin.
• tagnarskyldan er ikki brotin
av mær.
• fráboðanarskyldan er ikki
brotin av mær.
• onnur atlit og áhugamál eru
ikki tikin fram um atlitini til
sjúklingar í viðtalu mínari.
• eg havi onga fráboðan fingið
frá teim myndugleikum
- løgreglu, heilsustýri
ella landslækna - sum eg
eri undirlagdur í dagliga
virkisemi mínum.
Óivað er orsøkin til alt hetta
ein heilt onnur- og endamál
ið somuleiðis.
Men eftir hetta skilja vit
betur, hví Harrin unti okk
um daganar í Korea.
p.s. tøkk fyri heilsanir og
forbønir.
Góðu sjúklingar, vinir og kenningar
løgtingskaður og
kommunulækni
jenis av
rana
Tíverri eru fá við evnum,
sum duga at skriva, men sum
tíma at skriva!
Millum hesi fáu telist Reg
in Eikholm. Hesin hevur
hugsanir um ymisk mál, ið
eru viðkomandi. Avgerandi
fyri at tíma at lesa tílíkt
valdast ikki, um ein er
samdur við skrivaran, men
um viðkomandi hevur eina
meining um ávísa málið,
og harvið kann birta undir
hugan hjá øðrum at taka
støðu um spurningin.
Í Dimmalætting og Sos
ialinum hevur hann eina
grein við endamálinum:
Legaliserið føroyska móð
urmálið!
Sum vant í tílíkum førum,
so las eg greinina, men eg
sat eftir við ringum smakki
í munninum, tí hóast eg ikki
hevði fremmandaorðabók
hjá mær fyri at skilja fleiri
av orðunum, so tóktust
tankarnir mær at vera ein
sovorðin níðingsgerð móti
føroyska málinum, at eg
nærum fall í fátt!
Eg veit, at Regin er hug
agóður í føroyskum dansi
og kvøðari, og eg kenni
hansara kenslur fyri einum
føroyskum kvæði við góð
um málburði. Hesin góði
málburður ger kvæðið til
meir enn eina hugsaða óver
uliga hending, men held
ur eina uppliving, har tú
megnar at skipa kvæðið
væl, og tað besta er, tá
orðalagið situr serliga væl!
Sum yndisligur tónleikur!
Nú skal allur hesin virð
ismikli máltónleikur slepp
ast fyri bakka, tí vit skulu
vera við í teirri sokallaðu
altjóðagerini. Hetta orð er
nú vorðið eitt gandaorð fyri
framburði, ið flestu ikki
hava hóming um, hvat tað
vil siga.
Hvat man henda altjóða
gering hava at týða? Skulu
vit einsrættast ímóti einum
máli, so má hetta verða
enskt, men tað ynskir hesin
Regin ikki. Annars eru vit
við í tí altjóðakenda. Vit
njóta ágóðan av altjóða
framburði innan vinnu,
heilsu, vitan, gransking v.
m.
Vit hámeta sermerkta
mentan hjá lokalum menn
iskjum úti í stóru verð,
hóast hesi ikki njóta??? okk
ara fíggjarliga ágóða.
Hvat væntar okkum so?
Snýr tað seg so bert um,
hvat eg kann fáa av pengum
úr danska statskassanum
fyri at eg kann liva leingi
og væl í landinum?
Eitt annað gandaorð verð
ur nýtt í tílíkum førum í nið
ursetandi týdningi, og tað
er nationalromantikkur!
Hvat merkir tað? Ert tað
niðursetandi, at vera tjóð
skaparsinnaður??? Er tað
niðursetandi at vera romant
iskur???
Eg skilji ikki Regin,
men eg ynski heldur at
vera tjóðskaparsinnaður og
romantiskur við góðum før
oyskum málburði, heldur
enn
peningagrabbi
úr
danska statskassanum!
Regin og mál-irritatión 2015
Eyðun Mohr
Viderø