Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2006 9 tíðindi - heldur íslendski a­l­ tingislimurin Guðrún Ög­mundsdóttir, sum politiskt hevur gingið undan í at tryggja sam­ kyndum í Íslandi full javnrættindi. Vilja føroyingar verða tikn­ir í álvara sum ein fólkaræðistjóð, mugu teir taka sær ann­að skinn um bak, sig­ur hon í viðtali við Sos­i­ al­ in SAMKYND Carl Jóhan Jensen Blaðm.: Hvat sigur tú um tíðindi um ágang og hat­ur­á­ lop á samkynd í Føroyum? Eg harmist fyrst og fremst um hesi tíðindini. Trúði valla mínum egnu eygum, tá ið eg las hetta í íslendsk­um bløð­um. Tað er nógv fyri, at slíkt skal henda í árinum 2006, álvaratos. Hvat lík­ ist tað at gera seg inn á sam­kynd soleiðis? Hetta er sum detta aftur í farnar øldir. Sovorðið er ikk i hent í Íslandi tey seinastu tretivu árini, tori eg at siga. Hvussu kann fólk bera so­leið­is at í Føroyum, einum av Norð­ur­ land­a­tjóðu­num, eini tjóð, sum vil takast í álv­ara og roknast sum eitt fólk­a­ræði? Áttu føroyingar ikk i at virt mannarættindi høgt og stríðst fyri at all­ir borgarar høvdu tey? Eg eri eisini bilsin, ikk i at siga ofarin av, at tann lóggáva, sum er galdandi í Føroyum, ikk i hevur eina áseting um verju av einum minn­i­lut­a­ hópi, sum tey samkyndu ónoktiliga eru. At lóggáva við­víkjandi samkynd­um og almennum rættind­um teirra á jøvnum føti við aðr­ar borgarar, ikk i enn er kom­in á ta stig í mongum long­um, sum hon eigur at vera í einum fólkaræði, tað er so eitt, men at lág­­marks­ rætt­ indi, sum lógarvernd ikk i finnast, tað líkist svarta ong­ um, rætt og slætt. Hetta kunnu føroyingar ikk i hava sit­andi á sær. Hetta má okk ­ urt gerast við, hetta má rættast, antin hetta so er eitt mistak hjá løgtinginum ella bara íkomið av vansketni. Hetta er eitt mál, sum øll varða av, sama hvønn flokk , tey halda seg til. Blaðm.: Nú namst tú eitt sind­ur við viðurskiftini í Ís­landi. Hvussu hevur gongd­ in verið hjá tykk­um tey sein­ astu tjúgu, fimmtjúguárini í spurninginum um javn­rætt­ indi til tey samkyndu? Eg hugsi í hesum viðfangi ser­ liga um leiklutin hjá Al­ting­ i­num og teimum politisku flokkunum. Tað hevur altíð verið so­leiðis í Íslandi, at tvør­pol­ it­isk semja hevur fing­ist í tinginum um hesar spurn­ ing­ar­nar. Hetta er, sum eg segði í áðni, ikk i sersmál hjá einum flokk i, men eitt mál, ið allir flokk ar varða av. Altso ein spurningur um mannarættindi og javn­rætt, um tað at allir borg­ar­ar skulu vera javnsettir mót­ vegis lógini. Hetta hev­ur frá byrjan verið leiðreglan hjá okk um og helst er tað tí eisini, at vit í Íslandi eru komin so væl ávegis, sum vit eru, í hesum rætt­ indastríðnum. Grund­ar­lag­ ið er skjótt sagt: virðing fyri menniskjum, uttan mun til hvønn tey elska. Tí hvønn hvør elskar, stendur til einstaklingin, ikk i til sam­felagið. Og sjálv haldi eg, at løglig viðurkenning av familjulívinum hjá sam­ kynd­um helst er størsti vinn­ ing­ur­in. Annað hevði heldur ikk i borið til í longdini. Blaðm.: Men hevur eing­ in mótstøða verið í móti hesi sinnalagsbroyting, ið er hend? Eg meini við, at valla hava íslendingar altíð ver­ið og eru fyri alt tað ikki leys­ir við fordómar heldur móti samkyndum? Mótstøða? Ikk i sum so. Sjálvandi hava summir trú­­ar­bólkar sett seg ímóti hesum frá byrjan. Men vit hava ikk i latið teir órógvað okk um stórvegis í okk ara arbeiði og orðaskifti hev­ur yvirhøvur, um ikk i end­i­liga altíð, verið sakligt og søm­ i­ligt. Kjakast hevur ver­ið í bløðunum og fólk stund­um verið ymiskt á máli, sum vituligt er. Kort­ini eru tað serliga tey sam­kyndu sjálv, ið hava skap­að almenningi­ n­um tann jaliga hugburð, sum nú er í samfelagnum. Við sakligari og miðvísari kunn­ing um viðurskift­ini hava tey stuðlað til eina sinn­a­lagsbroyting. Og tey avvarðandi hava heldur ikk i lat­i­ð sítt liggja eftir. Abbar og omm­ur, pápar og mammur, systr­ar og beiggjar, vinir og kenningar o.s.frv. Allar meiningakanningar hava som­u­leiðis bent á, at eini 90% av íslendska fólkinum ella so taka undir við, at sam­kynd hava somu rætindi sum onnur. Hetta hevur eyð­ vitað eisini ávirkað pol­it­ isku skipanina, tað sigur seg sjálvt. Sum onkur segði: endiliga eydnaðist Al­ting­i­num at semjast við tað fólkið, sum hevur valt tað. Tað er gleðiligt. Blaðm.: Minnist tú ávísir til­burðir, sum eftir tíning meting vóru avgerandi í hesi tilgongdini? Fleiri, satt at siga. Tað fyrsta, sum rættiliga vakti ans, var, tá ið málið varð tik­ ið upp í Altinginum í 1985. Tað var í einum lóg­ar­upp­ skoti um bann móti at gera mis­mun vegna kynsligt til­hall. Kortini hendi einki sum so, ikk i beinanvegin. Tað var ikk i fyrr enn í 1992. Tá samtykti Altingið at seta eina nevnd at kanna støðuna hjá samkyndum í Íslandi. Úrs­l­itið av hesum arbeiði var so, at Altingið í 1995 sam­tykti at seta skrásett parlag í gildi í Íslandi, t. e. at samkynd sluppu at gifta seg borgarliga. Eg haldi, tað var eitt vegamót. Enn stendur tó eftir at fáa kirkjuna at staðfesta skrásett par­lag. Fleiri meinigheitir í íslendsku kirkjuni hava longu biðið um at fáa slíka heimild. Hetta málið kemur helst skjótt undir land kort­ ini, helst longu í vetur. Blaðm.: Í juni í ár samtykti Al­ting­ið eina nýggja lóg, sum ásetir ymsar broytingar í rættindaviðurskiftunum hjá teimum samkyndu í Ís­landi. Kanst tú í stuttum siga frá, hvørjar hesar broyt­ing­ar eru? Í 2003 varð nevnd sett at kanna rættarstøðuna hjá teim­um samkyndu út í æsir. Nevndin gjørdi eina rættiliga víð­tøka frágreiðing og kom eisini við uppskotum um, hvussu bøtast kundi um ym­isk viðurskifti. Nevndin var tó ikk i fullsamd í øllum spurn­ingum og fór eitt nú í ­ tvín­ini­ngar í málinum um, hvørt tøknigitnaður skuldi loyvast lesbium ella ikk i. Kunnugt var tó, at meiriluti var á tingi fyri hesum. Íslendska stjórnin gjørdi so av at leggja eitt heildaruppskot fram, sum hevði hálvtrýss ymsar broyt­ ing­ar í sær til ymsar lóg­ar­ grein­ir. Uppskotið miðaði í­móti at javna burtur allan ó­javn­rætt í lógini. Sjálv ar­beiddi eg við málinum á øllum stigum, bað um frágreiðingina, samstarvaði við embætisfólk og fylgdi tí eftir í tinginum og í teim­ um ymsu nevndunum. Men lítið hevði tó spurst burt­ur­úr, høvdu Samtökin 78 ikk i verið so virkin, sum felagsskapurin var. Í honum arbeiða mong skil­ a­fólk, sum duga at føra seg fram soleiðis, at tey altíð verða tikin í álvara. Og úrslitið talar fyri seg. Samkynd standa nú løgliga á jøvnum føti við hinskynd í íslendska samfelagnum. Tey hava rætt til at ættleiða børn og rætt til at taka børn í fostur. Samkynd konufólk kunnu fáa tøknigitnað, um tær vilja. Samkynd kunnu skráseta seg í parlag og øll pensións og arvarættindi eru tryggjað. Tann regla, ið ásett varð í grundlóg okk ara, at øll er jøvn mót­ vegis lógini, er nú umsíðir veruleiki. Og tað er eingin viðfáningur. Eg vildi bara, at føroyingar eis­ini tóku hesi mannrætt­indatøk. Tað krevja øll fólka­ ræðis­lig lond at gera. Mannarættindi kunnu ikk i skamtast, tey eru ein grundvallarrættur hjá øllum. Líkist svarta ongum at samkynd eru óvard Guðrún Ögmundsdóttir hevur sitið á Altingi síðani í 1999. Hon er vald í Reykjavík og umboðar flokkin Samfylkingin Geir Haarde varð fyrstu ferð valdur í Alþingið í 1987 fyri Sjálfstæðisflokkin. Hann var fíggjarmálaráðharri frá 1998- 2005 og uttanríkisráðharri 2005-2006. Hann gjørdist forsætisráðharri, tá ið Halldór Ásgrímsson fór frá fyrr í ár. FAKTA Stutt sagt Ísland: Tvørpolitisk semja um at verja samkynd Brot úr røðu, sum ís­ lendski for­­­sæt­is­­ráð­harr­ in Geir H. Haarde helt á einum há­tíð­ar­haldi í sam­bandi við at Altingið í juni 2006 samtykti lóg um full javnrættindi fyri sam­kynd. For­sæt­is­ráð­ harr­in segði m.a.: Lóggáva er eitt, hug­ burð­urin í samfelagnum ann­að. Hóast stjórnin og Altingi nú hava gjørt sítt til at stuðla uppundir tol­lyndi og almennari við­ur­kenning av at lívið og menniskjuni eru fjøl­broytt, merkir tað tí­verri ikk i, at samkynd med alla verða leys við allan mismun. Kort­ini staðfestir tann sinn­a­lags­ broyt­ing, sum hóast alt er hend, at fordómar mót­ vegis samkyndum eru færri, enn vant var her á landi fyrr. Rætturin til at ættleiða børn fær tó helst ikk i fult gildi, fyrr enn hugburðurin tekur at broytast í fleiri londum afturat. Tað er mín vón, at vit Íslendingar við hesi lóggávu hava lagt lunnar undir, at rættindini hjá samkyndum í størri mun verða viðurkennd í altjóða høpi. /.../ Politiskar áskoðanir treyt­ast ikk i av kyns­ til­halli. Og kynstilhall treyt­ast ikk i av politiskum á­skoð­anum. Eg taki hesi sjálvsøgdu sannindi fram av tí, at breið semja hev­ur verið millum flokk­ar og innanflokk a um ta rættarbót, sum nú kem­ ur í gildi. Adressur á Tvøroyri Adressur eru nú góðkendar fyri Tvøroyri, Froðba, Trongisvág og Øravík. Í­alt eru 66 gøtunøvn í kommununi, og nevnast kunnu nøvn sum Sjógøta, Sev­ mýri, Kongabrekk an, Valarabrekk an og Bóndatún. Til ber at síggja kort við veganøvnum og húsanr. á heimasíðuni hjá Matrikulstovuni, matrikul.fo. Góðkendar adressur eru nú í øllum kommunum í Suðuroynni uttan í Fámjin og í Sumba. Í Føroyum eru 117 býir ella bygdir, sum hava postnr. Av hesum hava nú 78 fingið adr­ess­ur. Eftir eru sostatt 39 bygdir, sum framvegis ikk i hava adressur. Smávegis broytingar skulu gerast í adressunum í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu, áðrenn hesar eru fingnar í rættlag. Annars eru tær størstu kommunurnar, sum enn ikk i hava fingið adressur, Fuglafjørður, Miðvágur og Skopun. Øll hesi støð verður miðvíst arbeitt við at fáa adressur. Bústaðarkvøld í Runavík Í annaðkvøld, týskvøldið, skipar Føroya Sparikassi fyri bú­stað­ar­kvøldi í Býrráðssalinum í Runavík Hetta er liður í mentanarvikuni, sum verður í Runavík í komandi viku. Bústaðarbygging er ovarliga á føroyska bredd­ a­num í løtuni, og í so máta er Runavík einki undantak. Á fundinum fer borgarstjórin, Hans Jákup Lamhauge, at greiða frá komandi útstykk ingum í kommununi, EM Ráð­ geving fer at geva góð ráð um hvat man skal hugsa um tá hús­ini skulu byggjast og fólk frá Føroya Sparikassa greiða frá fíggingarmøgulleikum.Neyðugt er ikk i at tekna seg til til­takið, bara møta upp, siga tey úr Sparikassanum. Tiltakið byrjar klokk an 20. - Eg trúði valla mínum egnu eygum, tá ið eg las hetta í íslendsk­ um bløð­um. Hetta er sum detta aftur í farnar øldir. Sovorðið er ikki hent í Íslandi tey seinastu tretivu árini, tori eg at siga, sigur Guðrún Øgmundsdóttir, íslendsk tingkvinna Geir H. Haarde, forsætisráðharri Íslands