Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 204 - 23. oktober 2006 ] Lehmann vil spæla við hjálmi Seinasta vikuskiftið var kekkiski málverjin hjá enska meistara­felagnum, Petr Cech, so óheppin at bróta skallan. Til­ burðurin hjá Cech hevur fingið týska málverjan hjá Arsenal, Jens Lehmann, at umhugsa at spæla við hjálmi. – Eg umhugsi at spæla við hjálmi fyri at verja meg. Tað er ikki hóskandi at áleggja øllum málverjum at spæla við hjálmi, men um onkur ætlar sær tað, so skilji eg tað væl, sigur Jens Lehmann við Sunday Mirror. Tað eru ongar reglur sum sýta fótbóltsspælarum at spæla við hjálmi, so leingi hjálmurin ikki er gjørdur við hørðum materiali. AaB varð eyðmýkt Tað gekk av skriðuni hjá superligafelagnum AaB í gjár. Liðið spældi á heimavølli ímóti Randers FC, og tað endaði við stórsigri til Randers, sum vann á útivølli fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Randers legði seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki økti liðið tvær ferðir og vann sostatt 4-0. AaB hevur nú tapt heili 7-0 í seinastu tveimum dystunum á heimavølli. Eingin av føroysku spælarunum hjá AaB spældi við. Brasiliumaðurin Felipe Massa vann á heimabreytini, Alonso á øðrum plássi gjørdist heimsmeistari og Renault gjørdist heimsmeistari fyri lið. Hetta varð endin á eini hendingaríkari formil 1 koyring á Interlagos breytini í Brasilia Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá brasilski flaggdómarin veittraði við ternutta flagg­ inum fyri Felipe Massa, ið koyrdi fyrstur um málstrikuna á Interlagos breytini í Sao Paolo í Brasilia, fekk formil 1 ørasta tjóðin í heiminum, sín fyrsta brasilska sigur á heimabreytini í 13 ár. Síðan sigurin hjá Ayrton Senna í einum McLaren Honda í 1993 hevur eingin brasiliu­maður staðið ovast á skammlinum á Interlagos. Tí er Felipe Massa vorðin tjóðarhetja í Brasilia. Felipe Massa koyrdi nær­ um feilfrítt og lá á odda alla koyringina. Eingin kundi røra hann. Ferrari hevði uttan iva besta bilin á degnum, og einasti møguligi avbjóðarin Michael Schumacher var sera óheppin hetta vikuskiftið. Tað var Michael Schu­ macher, ið átti mest sann­ førandi avrikið á degn­um. Hóast hann punkteraði og á 8. umfari lá aftastur á 20. plássi nærum eitt heilt umfar aftan fyri Ferrari liðfelagan Felipe Massa, endaði Schumacher á 4. plássi í síni allar síðstu formil 1 koyring. Tað var ein svangur Michael Schumacher, ið vísti at hann uttan trupulleikar kundi havt kappast nøkur ár afturat. Hann byrjaði á 10. plássi, orsakað av tøkni­ligum trupulleikum í tíðarkoyringini. Men longu á 8. umfari fór hann framvið Renault bilinum hjá Giancarlo Fisichella á 5. plássi. Í nærum somu løtu punkteraði vinstra bak­hjólið á Ferrari bilinum hjá Schu­ macher. Hetta hendi sera langt frá pittinum, og Schu­ macher noyddist at koyra spakuliga aftur til pittin. Hetta kostaði nógva tíð, men við sera sannførandi koyring yvirhálaði Schumacher ein bil fyri og annan eftir, men bitin var ov stórur at gloypa, og tað gjørdist bert til eitt 4. pláss. Fernando Alonso var 10 stig framman fyri Schu­ macher í kappingini um HM, og við einum 2. plássi aftan fyri Massa, var heims­ meistaraheitið tryggj­að. Hetta er annað ár á rað, at Alonso er heimsmeistari. Jenson Button vísti, hví hann varð mettur at vera out­ sidari til HM áðrenn hetta kappingarárið. Av 14. plássi koyrdi Button sín Honda upp á eitt flott 3. pláss. Takuma Sato hevur í alt ár bert kunna kappast við skiftandi liðfelagar sínar í Super Aguri, men í hesi koyringini fekk Sato eitt sera flott 10. pláss. Fyri Williams liðið og Toyota liðið var dagurin ring­ur. Williams bilarnir hjá Rosberg og Webber rendu saman í einum av fyrstu svingunum, Webber kundi ikki halda fram, með­ an Rosberg helt fram við full­ari øði, men koyrdi inn í eitt sving við størri ferð enn skilagott var, og endaði í vegginum. Toyota lá væl fyri inntil báðir noyddust at gevast við tøkniligum trupulleikum Trulli av 2. plássi. Felipe Massa og Jenson Button doypa nýkosna heimsmeistaranum Fernando Alonso í sjampanju mynd: Scanpix.dk Massa er tjóðarhetja, Alonso er heimsmeistari Úrslitið av koyringini á Interlagos 1 Felipe Massa - Ferrari 10 2 Fernando Alonso - Renault 8 3 Jenson Button – Honda 6 4 Michael Schumacher – Ferrari 5 5 Kimi Räikkönen - McLaren-Mercedes 4 6 Giancarlo Fisichella – Renault 3 7 Rubens Barrichello – Honda 2 8 Pedro de la Rosa - McLaren-Mercedes 1 9 Robert Kubica - Sauber-BMW 10 Takuma Sato - Super Aguri-Honda 11 Scott Speed - STR-Cosworth 12 Robert Doornbos - RBR-Ferrari 13 Vitantonio Liuzzi - STR-Cosworth 14 Christijan Albers - MF1-Toyota 15 Tiago Monteiro - MF1-Toyota 16 Sakon Yamamoto - Super Aguri-Honda Komu ikki á mál - Nick Heidfeld - Sauber-BMW - David Coulthard - RBR-Ferrari - Jarno Trulli - Toyota - Ralf Schumacher - Toyota - Mark Webber - Williams-Cosworth - Nico Rosberg - Williams-Cosworth HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso, Spania 134 2 Michael Schumacher, Týskland 121 3 Felipe Massa, Brasilia 80 4 Giancarlo Fisichella, Italia 72 5 Kimi Räikkönen, Finnland 65 6 Jenson Button,Ongland 60 7 Rubens Barrichello, Brasilia 30 8 Juan Pablo Montoya, Kolumbia 26 9 Nick Heidfeld,Týskland 23 10 Ralf Schumacher, Týskland 20 11 Pedro de la Rosa, Spania 19 13 Jarno Trulli, Italia 15 14 David Coulthard, Skotland 14 15 Jaques Villeneuve, Kanada 7 - Mark Webber, Avstralia 7 16 Robert Kubica, Póland 6 17 Nico Rosberg, Týskland 4 18 Christian Klien, Eysturríki 2 19 Vitantonio Liuzzi, Italia 1 HM fyri lið 1 Renault 206 2 Ferrari 201 3 McLaren-Mercedes 110 4 Honda 86 5 Sauber BMW 36 6 Toyota 35 7 Red Bull Racing Ferrari 16 8 Williams-Cosworth 11 9 STR-Cosworth 1