mánadagur 23. oktober 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2006
31
tíðindi
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
– Hjálpið mær at minnast, hvør eg eri. Eg minnist einki sjálvur
amerikanarin »Al«
Stutt sagt
800 milliónir svølta
– ein milliard eru ov feit
Sambært heimsheilsu
stovninum eru tað
fleiri, sum líða av fiti
enn hungri.
Av teimum seks milliard
unum, sum búgva á Jørðini,
hava umleið 800 milliónir
fólk ov lítið til matna. Men
samstundis eru tað umleið
ein milliard fólk, sum eru
ov væl í holdum, og av
teimum líða umleið 300
milliónir av ovurfiti, skriv
ar AFP.
Tølini eru frá heims
heilsustovninum
WHO,
sum sigur trupulleikarnar
við fiti vera eina heims
umfatandi sótt, sjálvt um
hesin trupulleikin er størri
í summum pørtum av
heiminum enn øðrum.
Í Danmark verður mett,
at umleið 10 prosent av
fólkinum líða av ovurfiti,
og í Noregi vísa tey seinastu
tølini, at har hava umleið
níggju prosent sama tru
pulleikan. Gongdin har er
eisini týðilig. Í dag vigar
ein 40 ára gamal norðmaður
í meðal fimm kilo meiri,
enn ein 40 ára gamal vigaði
í 1985.
Men ringast stendur til í
USA, har heili 30 prosent
av tí vaksna fólkinum líða
av ovurfiti. Tað svarar til
60 milliónir fólk. Í Evropa
eru tað serliga bretar, sum
hava sama trupulleika. Har
líða 23 prosent av ovurfiti.
Í Týsklandi er talið 12 pro
sent og í Italia átta. Talið
veksur støðugt. Av teimum
60 milliónum fransmonn
unum hava næstan seks
milliónir trupulleikar við
ovurfiti. Fyri tíggju árum
síðani var talið helvtina
minni.
Eisini børn
Alt fleiri og fleiri børn fáa
eisini trupulleikar við fiti. Í
ES verður hildið, at 14
milliónir børn har eru ov
feit, og av teimum líða
tríggjar milliónir av ovur
fiti. Í Portugal hava 30
prosent av børnunum tru
pulleikar við fiti, og í USA
er talið á børnum við
hesum trupulleika trífaldað
síðani 1980.
WHO vísir á, at fiti kann
elva til varandi líðingar, og
at í nógvum førum endar
tað við hjartasjúkum, suk
ursjúku og ávísum krabba
meinssjúkum. Eitt nú kann
WHO vísa á, at 90 prosent
av teimum, sum hava fing
ið staðfest diabetis 2, viga
ov nógv.
Veit ikki hvør hann er
Løgreglan kallar hann
»Al«, tí maðurin veit
ikki, hvør hann er.
Tann 10. september vakn
aði Al á einari gongubreyt
í
amerikanska
býnum
Denver. Hann veit ikki, hví
hann lá har. Hann veit
heldur ikki, hvør hann er,
skrivar blaðið Denver Post.
Í einari roynd at finna seg
sjálvan hevur hann nú biðið
almenningin um hjálp.
– Eg vil sleppa aftur til
fortíðina. Eg vil hava at
vita, hvør eg eri, sigur Al
við blaðið.
Løgreglan í Denver sigur,
at Al minnist ikki, hvussu
hann plagdi at gera sær
mat, og hann dugir heldur
ikki at minnast, um hann
nakrantíð hevur koyrt bil.
Læknar4nir, sum kannaðu
hann, funnu einki tekin um
alkohol ella annað rúsandi
evni í kroppi hansara, og
teir funnu heldur einki
tekin um, at hann hevur
fingið skaða í høvdið.
Umframt klæðini, sum
hann var í, hevði Al ein
ring og ur, men hóast
drúgvar kanningar hevur
tað ikki eydnast løgregluni
at finna útrav, hvar hann
kann hava keypt ringin og
urið. Løgreglan hevur eis
ini kannað hansara fingra
merki, men heldur ikki tey
kunnu loysa gátuna.
Summi halda, at hann
man hava verið listamaður,
tí tað hevur víst seg, at
hann dugir væl at tekna.
Onnur halda, at hann misti
minnið, tá kona hansara og
børnini doyðui í einari
ferðsluvanlukku. Men hvørj
ari ferðsluvanlukku, nær
og hvar?
Løgreglan í Denver við
gongur, at hon stendur á
berum. Hon er vís í, at Al
spælir ikki sjónleik, tí tað
hava sálarfrøðingar stað
fest.
Ovurfiti kann elva til varandi sjúkur so sum hjartasjúkur og sukursjúku.
Svøltar seg
Hvítarussiski andstøðu
leiðarin Aleksandr Ko
zulin er farin í hungurs
verkfall í fongslinum,
sum hann er í, eftir at
hann fekk hálvt sætta
ára fongsul fyri at hava
eggjað
til
mótstøðu
ímóti stjórnini. Kozulin
var forsetavalevni hjá
andstøðuni seinast, men
tapti ímóti Aleksandr
Lukasjenko,
forseta,
hóast altjóða eygleiðarar
vóru á einum máli um,
at valið var ikki rættvíst.
Við at svølta seg vónar
Kozulin, at umheimurin
fær størri ans fyri við
urskiftunum í Hvíta
russlandi.
Høvdu
tannlæknar
Egyptiskir fornfrøðing
ar eru komnir eftir, at
teir gomlu egyptararnir
løgdu nógv størri dent á
tannrøkt enn higartil
hildið. Í einum útgrevstri
nakað sunnan fyri Kairo
hava fornfrøðingarnir
funnið tríggjar grav
staðir hjá tannlæknum.
Fornfrøðingarnir halda,
at teir tríggir hava havt
til uppgávu at ansa eftir
tonnunum hjá kongs
húsinum. Sambært forn
frøðingunum er hetta
ikki tað seinasta, sum
kemur undan kavi í
Egyptalandi. Teir halda,
at enn er bara ein trið
ingur av øllum teimum
gomlu gravunum har
funnar.
Heppin
ferðamaður
Amerikanarin Bob Wehle
var ovurfegin, tá hann
fyri nøkrum døgum
síðani var og vitjaði eitt
friðað øki í Murfrees
boro. Tað sermerkta við
hesum økinum er, at har
kunnu ferðafólk leita
eftir diamantum, og
finna tey nakran, kunnu
tey taka fongin við sær
til hús. Bob Wehle var
so heppin at finna ein
diamant, sum var 5,47
karat, og sum var í góð
um standi. Tey serkønu
siga, at hann kann fáa
upp í einar 380.000 krón
ur fyri diamantin.