Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 204 - 23. oktober 2006 Føroya Handilsskúli á Kambsdali søkir eftir lærarum Talan er um tvey størv. Annað í marknaðarførslu C, samfelagslæru C og virkisbúskapi C og hitt í støddfrøði D/C/B. Arbeiðsuppgávur: • undirvísa í viðkomandi lærugreinum • leggja til rættis undirvísingargongdir • luttaka í toymisarbeiði • vera við í ráðlegging skúlans • luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri Vit vænta, at tú: • hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan til lærugreinir á A- og B-stigi. • hevur viðkomandi útbúgving á bachelor-stigi ella aðra hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan til lærugreinir á C-stigi. • hevur áhuga í undirvísing • dugir væl at samstarva og samskifta • vilt vera við at menna skúlan • ikki ræðist nýggjar avbjóðingar Vit kunnu m.a. bjóða: • eitt fakligt mennandi umhvørvi • eftirútbúgvingarmøguleikar • góðar arbeiðsumstøður • ein spennandi og lívligan gerandisdag Løn: Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið. Umsókn: Umsóknin skal stílast til Føroya Handilsskúla og sendast til Føroya Handilsskúla á Kambsdali, 530 Fuglafirði. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 3. november 2006. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Páll Isholm, deildarstjóra, á telefon 444900/219930 ella palli@kambsdal.olivant.fo lýsingar Serblað í SOSIALINUM 3. november • Nýggj klæði • Nýklipt hár • Matur • Skemt • Tónleikur • Píniligar søgur Les m.a. um...