Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2006 5 tíðindi Føroyski ferðsluungdómurin er í ovurhonds stórum vanda. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Á heimasíðuni verður eisini víst til fleiri talvur, sum eru grundaðar á tøl hjá løgregluni í øllum Norðanlondunum Og tølini tala fyri seg. Sam­ met við aðrastaðni er ung­ dóm­ur­in í Føroyum tvífalt so stórum vanda sum í Dan­ mark, Noreg, Svøríki og Finn­land. Ísland bregður eitt sindur frá, men støðan har er tó langt frá so ring sum í Føroyum. Stóri trupulleikin í Før­ oy­um er, at ongin verulig kan­n­ing er gjørd um hesi við­ur­skif­ti, og at vit tí bara hava metingar at halda okk­ um til. Akkurát á hesum øki­ n­um er tó kanska vón fyri framm­an, tí í vár var ein kann­ing sett í verk, sum skal kan­na ferðslumentanina hjá før­oys­ka ungdóminum, og Jón Kragesteen, leiðari hjá Ráð­num fyri Ferðslutrygd, sig­ur seg vóna, at henda kann­ing fer at kasta meiri ljós á hesi viðurskifti. Gongur rætta vegin Rákið í hinum Norð­an­lond­ un­um er, at talið av deyðum í ferðsluni lækkar, men Før­ oy­ar eru eisini partur av tí rák­in­um. Í frágreiðingini frá ferð­s­lu­trygd stendur, at hó­ast tølini svinga nógv, so gongur rætta vegin, tí seinastu fimm árini er ein støðug framgongd at hóma, har talið av deyðum í ferðsluni í Føroyum er mink­andi. Men hóast røttu gongdina, so eru tey á Ráðnum fyri Ferðs­lu­trygd langt frá nøgd. Ráðið vísir á, at vóru Føroyar á sama støði sum hini Norðanlondini, tá tað kom til teir ungu bil­førararnar, so vóru tað vit sum høvdu penastu tøl­ ini í ferðsluni, tí í øllum hin­um aldursbólkunum er før­oys­ku tølini lægri enn í hinum Norðanlondunum. Tí kundu føroyingar havt pen­astu tølini at víst á, men tað er ikki støðan í løtuni. Í mun til hini Norð­an­ lond­ini er støðan í roynd og veru hon, at tað doygg­ ja lutfalsliga fleiri fólk í ferðsluni í Føroyum og Íslandi enn í hinum Norð­an­ lond­un­um. Ráðið fyri Ferðslutrygd sig­ur, at ein møgulig frá­ greið­ing upp á hetta er, at í hinum londunum er van­ lig­ari at fólk ganga, súkk­la taka bussin ella ný­ta aðrar kollektivar flutn­ings­møgu­ leik­ar, sum til dømis tok. Rúsdrekkakoyring Rúsdrekkakoyring er eisini ein stórur trupulleiki í Før­oy­ um. Hvørt einasta vikuskifti hoy­ra vit um onkran ella flei­ri, sum eru tikin við ov høg­ari promillu. Hetta sæst eis­ini aftur í tølunum, tí ann­ ars fallandi tølini av ó­happ­ um við fólkaskaða orsaka av rúsdrekka eru steðgaði upp. Frá 1991 til 1995 vóru 16% av ferðsluvanlukkunum við fólkaskaða í Føroyum or­saka av rúsdrekka. 13% í tíðarskeiðinum frá 1996 til 2000 og í 2001-2005 var tal­ið 14%, og tað er ikki heilt gott. Stoltleiki og skomm Tíðliga í septembermánaði í ár hittust norðurlendsku ráðini fyri ferðslutrygd á ársfundi í Keypmannahavn. Á hesum fundinum boðaðu før­oy­sku umboðini frá, at løg­ting­ið í ár hevði samtykt at seta nullhugsjónina í endamálsorðingina í før­ oy­sku ferðslulógini. Hetta vak­ti virðing millum hini norð­an­lond­ini. Men stoltleikin í føroysku um­boð­ini kendu á sær eftir hetta fánaði skjótt burtur, tá tosið fall á hvussu tey ym­su londini fyrireika ferð­s­lu­ trygd­ar­ar­beiði. Í Før­oy­um hava vit onga ferð­s­lu­trygd­ ar­æt­l­an fyri alt landið – við tíð­ar­á­sett­um málsetningum og avtalum um, hvussu all­ ir partar í felag skulu fáa ferðs­luna tryggari, hvat hvør skal gera og nær. Hetta hava vit ikki í Før­oy­um, og tað eftirlýsti Jón Kragesteen eisini í útvarpinum í gjár. Jón Krage­steen segði, at lands­stýris­mað­ur­in í eini handavending kann kalla allar avvarðandi part­ar saman at viðgera mál­ið, og biðja partarnar syrg­ja fyri at gera eina ferðs­lu­ trygdar­æt­lan fyri Føroyar sum skjótast. Bjarni Djurholm svaraði í somu tíðindasending og segði, at hann ivaðist í, um tað var neyðugt við eini felagsætlan. – Vit hava longu staðfest hug­skots­list­an við 100 upp­ skot­um, sum Ráðið fyri Ferðs­lu­trygd legði fram fyri tveimum árum síðani. Lands­stýr­ ið og løgtingið við­tók eisini henda listan og honum arbeiða vit eftir nú, greiddi Bjarni Djurholm frá í útvarpinum í gjár. Føroyski ungdómurin í nógv størsta vanda Tilmæli hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd: Í samband við ferðslu og ungdóm mælir RFF til: · at ungfólk millum 18 og 25 ár skulu fáa serligt royndarkoyrikort í 2 ár við serligum treytum – Hetta skal vera partur av einari stigaskipan · at skipað verður fyri, at náttarbussar koyra millum bygdir, so til ber hjá ungdómi at koma trygt aftur og fram í sambandi náttartiltøk. Henda talvan vísir talið av deyðum fólkum millum 15- 24 ár fyri hvønn 100.000 íbúgva. Í Føroyum búgva smá 50.000 fólk ,og tað vil siga, at tá tað í 2005 stendur, at seks fólk eru deyð í ferðsluni, so skal hetta talið býtast við tvey, og so verður er talan um trý deyðsføll millum ung í føroysku ferðsluni. Orsøkin til at hini Norðanlondini ikki eru við á hesi talvu er, at tað finnast ikki slík tøl í hinum londunum. Boða als ikki frá Í morgun fór hægstirættur í Oslo undir at viðgera eitt mál, har tveir spanskir trolarar hava fingið stóra bót fyri at hava fiskað í verndarøkinum við Svalbard uttan at hava boðað norsku myndugleikunum frá. Undir viðgerðini segði verjin hjá trolarunum, at norðmenn gera mun á skipum. Hann segði, at russisk skip hava ikki boðað frá seinastu 30 árini, tá tey hava roynt í verndarøkinum, og kortini er einki teirra tikið, segði hann. Ikki til tímalønt Meirilutin í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum vil ikki taka undir við einum uppskoti hjá Miðflokkinum um at geva tímaløntum rætt til løn, meðan tey eru heima hjá sjúkum børnum. Meirilutin, samgonguumboðini, mælir frá at samtykkja uppskotið og vísir á, at landsstýrið arbeiðis við einum tílíkum uppskoti. Tjóðveldisumboðini halda, at feløgini á arbeiðsmarknaðinum eiga málið, og Miðflokkurin í nevndini mælir til at samtykkja upp­skotið. Málið um samkynd fyllir útlendskar miðlar Ein hin størsta avísin niðri hevur málið um samkynd í Føroyum á forsíðu síni sunnudagin, og eisini íslendskir, týskir og norskir miðlar fylgja málinum SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað er ikki bara í Føroyum, at málið rættindini og við­ ferð­ina av teim samkynd her heima, fylla forsíður á bløðum og upptaka drúgva tíð í loftmiðlunum. Út­lendskir miðlar hava eis­ini latið eyguni upp fyri mál­in­um, og farna sunnudag setti ein hin størsta danska avís­in, Politiken, alla for­síð­ una av til hetta. Politiken hev­ur havt bæði journalist og myndamann uppi í Før­oy­ um, og forsíðan sunnudagin – dagurin tá flest fólk hava tíð at lesa blaðið – fer við eini umrøðu av tí, sum er hent her seinastu vikurnar. Ikki øll viðurskifti í grein­ ini eru í samsvar við veru­ leik­an í Føroyum. Millum annað verður borið fram, at tað bara eru tveir mans í Føroyum, sum av al­menn­ ing­in­um í Føroyum eru kend­ir sum samkyndir, og tað er nú ikki heilt . Í stuttum tekur greinin alt málið upp sum tað er. Til­ burð­ur­in við Rasmus Ras­ mus­sen uttanfyri Glit­nir er við. Pápi hansara, Mort­an Rasmussen, verður endur­ giv­in, og tað sama verður Jen­is av Rana, Finnur Helms­dal, og Føroyar verða lýst­ar sum eitt samfelag, har á­trúnað­ur er av ovurstórum týd­ nin­gi og har tað lógligt at forfylgja og gera mun á sam­kynd­um og so øðrum. Eisini Nyhedsavisen hevur havt málið frammi, og miku­ dag­in í farnu viku fanst for­maður­in í felagnum fyri samkynd í Danmark at føroyskum politikarum í hes­um málinum. NRK ger sending Ís­lend­ska ríkisútvarpið hev­ ur eisini varpað ljós á málið, tí í íslendska tón­leika­heimi­ num er Rasmus Rasmussen sera høgt í metum. Týska blað­ið Süddeutsche Zeitung – eitt blað fyri liberala lesa­ ran - viðgerð eisini mál­ið, har eisini løgmaður Jóan­nes Eidesgaard verður end­ur­giv­ in at tosa um miðaldarligar stand­ir í Føroyum. Og at enda fara norskir mið­ lar í næstum eisini at varpa ljós á málið, tá NRK fer at gera eina útvarpssending um støðuna hjá samkyndum í Føroyum.