Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 205 - 24. oktober 2006 tíðindi Jógvan spyr Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, um innlendismálaráðið umsitur mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir sama leisti, sum honum varð álagt at gera, tá hann var landsstýrismaður. Hann vil eisini hava at vita um nøkur ávís mál, sum hann ikki helt seg kunna loysa eftir galdandi lóg. Jógvan spyr, um málini eru loyst nú, og um viðkomandi lúka treytirnar fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi nú. Kann skaða sáðið Amerikanskir granskarar hava illgruna um, at menn, sum tosa nógv í fartelefon hvønn dag, kunnu fáa trupulleikar við, at teirra sáð verður ikki so gott, sum tað annars hevði verið. Granskararnir hava kannað sáðið hjá monnum, sum tosa nógv í fartelefon, og monnum, sum als ikki brúka fartelefon, og úrslitið var, at sáðið hjá teimum, sum brúka fartelefonina nógv, var munandi verri enn hjá hinum. Nú skulu fleiri kanningar gerast. Óli Breckmann skumpar nú undir at fáa størri nyttu burturúr øllum tí heita avlopsvatninum frá elverkinum hjá SEV í Vági Orkukelda Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ber til at gera baðiland í Vági? Ella kanska heilsumiðstøð? Ella ber til at fara undir aling við heitum vatni? Elfelagið SEV hevur eitt stórt elverk í Vági. Men alt tað heita avlopsvatni, sum rennur frá hesum elverkinum, verður ikki gagnnýtt, men rennur burtur til onga nyttu. Nú ger Òli Breckmann, løgtingsmaður, so eina roynd at skumpa undir, at hetta heita avlopsvatnið verður gagnýtt. Í Løgtinginum í morgin, mikudagin, fer hann at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djur­ holm, hvørjir møguleikar eru fyri at gagnnýta av­lopsorkuna frá verkinum í Vági.   Óli Breckmann heldur, at tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu stór avlopsorkan hjá SEV-verkinum í Vági er og um hon kann gagnnýtast og, hvussu hetta kann gerast. Og tað er hetta, hann vil sera hol á við fyrispurningi sínum til landsstýrismannin í vinnumálum. Løgtingsmaðurin vísir á, at Løgtingið hevur gjørt stórar íløgur í undirstøðukervið í Suðuroy, mest Smyril, samferðsluhavn og í tunnil ímillum Øravík og Hov. Hann heldur, at nógv uppskot kundi verið um at brúkt avlopshitan frá SEV til alskyns endamál. Tað Kundi verið til aling, ella tað kundi verið til fjarhita til hús og bygningar.  Men tað kundi eisini hugsast, at onkur fekk ta hugskot at brúka avlopshitan til eina heilsumiðstøð ella ein frítíðardepil við baðilandi, íbúðum o.ø., sum føroyingar kenna úr útlondum. – Ein frítíðarmiðstøð við tryggari, og kanska bíligari, orku frá SEV-verkinum í Vági kundi verið brúkt alt árið og hon hevði fingið fólk norðanfjørðs at vitja Suðuroy meir. Samstundis høvdu helst eisini útlendingar í Føroyum í størri mun lagt leiðina um Suðuroyarfjørð. Hetta hevði somuleiðis ført við sær, at Smyril hevði ført fleiri ferðafólk og bilar og fingið størri inntøku enn nú. – Men mest av øllum hevði handils- og tænastuvinnan í Suðuroy fingið gagn av slíkari heilsu- og frítíðar­ mið­støð, heldur Óli Breck­ mann.  – Men sama, hvat enda­ mál avlopsorkan á SEV-verk­ inum í Vági hevði verðið nýtt til, hevði tað skapt ar­beiði, virksemi, inntøkur og trivnað í Suðuryoy, leggur Løgtingsmaðurin afturat. Skumpar undir at fáa nyttu úr heitari orkukeldu í Vági Løgmaður skal nú greiða Løgtinginum frá um hann ætlar at gera nakað við uppskotið um at løgtingsmenn lata tingsessin frá sær í tvær til fýra vikur og lata teir kvinnuligi varalimirnir sleppa á ting ístaðin Javnstøða Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Herfyri komu javnstøðu­ nevnd­in og nevndin, sum virkar fyri øktum kvinnu­ leikluti í politikki, við tí upp­skoti, at tingmenn víkja sætið á Løgtingið í tvær til fýra vikur fyrst í komandi ári og lata kvinnuligir vara­ limirnar taka sætið á tingi ístaðin. Og nú vil Heidi Petersen, løgtingskvinna, hava at vita, hvat løgmaður heldur um hetta og um hann ætlar at virka fyri, at tað verður sett í verk. Tað verður í Løgtinginum í morgin, mikudagin, at Løg­ maður skal greiða tingfólki frá síni støðu til hetta mál. Men Heidi Petersen vil eis­ini hava Løgmann at greiða frá um hann heldur, at javnstøðupolitikkurin hjá samgonguni er nøktandi. Í hesum sambandi sig­ ur løgtingskvinnan, at lands­stýrismaðurin í javn­ støðumálum hevur alment boðað frá, at hann onki fer at gera við uppskotið. Og hon vil eisini hava at vita um Løgmaður góðtekur, at landsstýrismaðurin í javn­ støðumálum ikki á nakran hátt tekur undir við endamálinum í javnstøðulógini, sum hon tekur til. Heidi Petersen sigur, at ein grundgeving fyri upp­ skotinum hjá javn­støðu­ nevndini og nevndini fyri økt­um kvinnuleikluti í pol­ it­ikki, er, at mannfólkini á tingi fáa alla umrøðuna og allar møguleikarnar at vísa sínar dygdir. Og av tí sama er ójavnstøðan á tingi sjálvforstyrkjandi, og tí eiga vit at byrja eina góða kringrás við kvinnum á tingi. Men ein onnur grund­gev­ ing er, verður uppskotið sett í verk, sær Føroya Fólk, at tað ber til hjá kvinnum at umboða veljaran á tingi og gera seg galdandi í øllum málum. Vil hava menn á dyr og fleiri kvinnur í løgtingið Heidi Petersen vil hava hava at vita um ætlanin er at fylgja uppskotinum um at menninir í Løgtinginum víkja sætið í nakrar vikur og lata kvinnuligi varalimirnar sleppa framat Óli Breckmann heldur, at tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu stór avlopsorkan hjá SEV-verkinum í Vági er og um hon kann gagnnýtast og, hvussu hetta kann gerast