týsdagur 24. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2006
7
tíðindi
Skjótur túrur
Finnur Fríði, sum roynir eftir makreli, gjørdi ein skjótan túr
hesaferð. Teir mynstraðu sunnudagin í Bergen, har teir eisini
høvdu tikið olju. Útafturkomnir fingu teir eitt hampiligt kast
beinanvegin. Tað vísti seg at vera 210 tons, og støddin var
góð - 510 gram í meðal. Teir fóru inn at landa beinanvegin,
og tað eydnaðist teimum at fáa umleið 10,20 krónur fyri kilo.
Har hevur prísurin ligið nú móti endanum á makreltíðini.
Keypa farteldur
Í Danmark er eftirspurningurin eftir farteldum framvegis
stórur, og serfrøðingar á marknaðinum undrast á, at
eftirspurningurin kann standa við og veksa so leingi. Í juli-
ársfjórðingi vórðu seldar 32 prosent fleiri farteldur enn í
sama ársfjórðingi í fjør. Í Danmark eru tað serliga farteldur
frá HP, sum eru væl umtóktar, men Acer og Fujitsu Siemens
ganga eisini væl. Tilsamans fóru 290.000 teldur um donsku
diskarnar í juli-ársfjórðingi.
– Vit vita, at tað
er olja og gass i
undirgrundini,
spurningurin er at
finna goymslur, sum
eru nóg stórar so
man kann vinna tær
út. Eg eri rímuliga
sannførdur um, at
tað fer at eydnast,
og at vit gerast eitt
nýtt oljuland, innan
rímuliga framtíð
sigur stjórin á Jarð
feingi við ÚF send
ingina ”62 norður”
Oljuframtíð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Útvarp Føroya viðgjørdi
í sendingini ”62 norður”
seinasta fríggjadag spurn
ingin um framtíðar olju
virksemið við Føroyar.
Sendingin tók samanum
oljutilgongdina í Føroyum
og vísti á, at í fimm ár hava
verið fimm brunnar boraðir
men at vit enn biða vit eftir
teimum góðu tíðindunum,
at olja er her.
Útvarpið spurdi stjóran
í Jarðfeingi, Sigurð í
Jákupsstovu, hvussu tað er
at vera stjóri í eini olju
fyrisiting í einum landi,
sum framvegis ikki kann
kalla seg oljuland. –Tað
er ein avbjóðinbg og sera
spennandi. Vit hava nokkso
aktiva leiting í Føroyum, og
tað er eitt spennandi starv.
Vit hava ikki funnið olju
í rasktararverdum nøgdum
enn men vit hava ávíst
olju.
Hann segði víðari við
útvarpið, at útlitini at finna
olju og gass við Føroyar eru
framvegis góð. Olja er ávist
og vit liggja tætt við tað
bretska økið við Hetland,
har oljuframleiðsla hevur
verið og vindur uppá seg.
Vit vita eisini, at jarðfrøðin
føroysku megin markið er
rættiliga álík henni bretsku
megin. Vit trúgva uppá, at
vit finna olju við Føroyar
vóru hóast alt bjartskygdu
metingarnar hjá stjóranum
á Jarðfeingi.
Sendingin tosaði eisini
við norska oljujournalistin
Arnt Even Bøe, sum starvast
á Stavanger Aftenblad.
Hann vitjaði í Føroyum
nøkur ár herfyri og helt
skeið og fyrilestur fyri
føroyskum
journalistum
um norsku oljutilgongdina
og um oljumál sum heild.
Hann sigur við ÚF, at tað
er ov tíðliga at siga, at
oljuævintýrið í Føroyum
ongantíð verður av nøkr
um. Hann minnir á, at
tað tók fleiri ár og fleiri
royndarboringar á norskum
øki, áðrenn lønandi olju
fund vórðu gjørd. Í Barents
havinum t.d. gingu heili 20
ár frá tí, at olja var funnin
til farið var undir at útvinna
hana.
- Hyggja vit eftir tí, sum
hendi í Noregi, so eru
Føroyar framvegis inni í eini
leitifasu, og eg trúgvi ikki,
at nakað av feløgunum eftir
fimm turrar brunnar ætlar
at gevast við leitingini.
Vit mugu minnast til, at
í hvørjum turrum brunni
finna jarðfrøðingarnir í
oljufeløgunum
nýggja
vitan, sum teir brúka fyri at
minka um váðan í ti næsta
brunninum. Sjálvandi fara
tey feløgini, sum hava bor
að mest, at sita inni við
mest vitan, og tí fara tey
eisini at halda fram.
Við útvarpið sigur Sigurð
í Jákupsstovu annars, at tað
tekur drúgva tíð at byggja
upp eitt nýtt oljuøki, og
Føroyar eru enn eitt heilt
nýtt øki í oljuleitihøpi,
hóast vit hava verið í
gongd í seks ár. Vit hava
bert fimm boringar og tað
er eitt stórt øki at fara um.
Tey feløgini, sum hava tær
mestu informatiónirnar eru
tey, sum hava verið her
longst, og tað eru tey, sum
fara at halda á eisini. Tey
flestu oljufeløgini arbeiða
langsiktað. Og tann fyrsti
brunnurin á basaltøkinum
gevur týðandi vitan til fram
tíðar leiting við Føroyar.
Sigurð í Jákupsstovu
sigur víðari við útvarpið, at
tað ber til at halda gongd í
leitingini og tað smidligasta
er, at tey, sum eru her, halda
fram. Hann væntar eisini,
at feløgini, sum hava verið
við í Brugduboringini og
sum vera við í boring næsta
ár, fara at brúka vitanina frá
Brugduni tá.
Slaka
Sambart útvarpinum metir
norski journalisturin, at
føroyskir
myndugleikar
møguliga verða noyddir at
slaka um krøvini yvirfyri
oljufeløgunum, nú einki
er funnið enn, og man vil
hava tey at vera verandi
her, og nevnir ”62 Norður”
sendingin í hesum sambandi
eitt nú krøvini til føroyskan
keikant.
- Uttan at eg kenni til,
hvat oljufeløgini hugsa, so
er tað nátturligt, at tey fara
at tosa við myndugleikarnar
um krøvini, sum sett eru
fyri, at tey skulu fáa løn
semi í sínar framtíðar leiti
boringar. Linka so føroyskir
myndugleikar um krøvini,
so er sjálvandi vandin, at
føroyingar fáa minni burtur
úr. Alternativt kann man
eisini siga, at feløgini taka
seg aftur og eingin olja
verður funnin.
Tá útvarpið spyr Sigurð í
Jákupsstovu, um teir noyðast
at slaka við krøvunum um,
at alt t.d skal um føroyskan
keikant, sigur hann, at tað
enn er ov tíðliga at siga
nakað um tað. –Undan
hvørjum loyvisumfari meta
vit um krøvini og leggja tey
fyri landsstýrið, sum skal
góðkenna hesi. Tað er rætt,
at summi feløg siga, at tað
er eitt óneyðuga dýrkandi
element, at man skal flyta
vøruna til Føroyar fyrst
fyri so at flyta tað útaftur,
men tað hevur verið sæð
sum ein máti at fáa tað
førosyska samfelagið við í
oljuleitingina. Tað er so ein
politisk avgerð, hvat man
ger við tann spurningin.
Uppá fyrispurning um tað
er lætt at selja undirgrundina
til oljufeløgini, nú einki
er funnið sigur Sigurd í
Jákupsstovu við útvarpið,
at eitt fund er gjørt og vísir
til Marjunfundið. Tað
er so eisini staðfest olja
aðrastaðni, og av tí at tað
nú ber til at bora gjøgnum
basalt og tøknin at síggja
gjøgnum basalt er betrað
metir stjórin á Jarðfeingi,
at leitingin hevur flutt seg
nógv í Føroyum til tað betra,
og tí skuldi tað borið til at
selt økið væl og virðiliga.
Bjartskygdur
Uppá
fyrispurning
um
prísurin, sum spyrst burtur
úr komandi leitingini kann
vera, at oljufeløgini vilja
hava meira í sin part av
møguligum olljumilliardum
svarar stjórin á Jarðfeingi ,
at tað kann tað kanska uppá
sikt, men tað er aftur ein
metingarspurningur, júst
sum við kaikantinum. Hann
leggur aftrat, at tað føroyska
økið hevur verið mett at
vera rímuliga attraktivt og
á sama støði sum onnur
lond tó at lond sum Írland
og Grønland hava bíligari
skipan enn vit.
Tað er ein bjartskygdur
stjóri á Jarðfeingi, sum end
ar áhugaverdu samrøðuna
við útvarpið við hesum
orðum: -Vit vita, at tað er
olja og gass i undirgrundini,
spurningurin er at finna
goymslur, sum eru nóg
stórar so man kann vinna
tær út. Eg eri rímuliga
sannførdur um, at tað fer
at eydnast, og at vit gerast
eitt nýtt oljuland, innan
rímuliga framtíð.
Stjórin á Jarðfeingi:
Sannførdur um at vit finna olju
Lesið eisini Vinnusíðurnar
á síðu 22 og 23
Sigurð í Jákupsstovu her umborð á Stena Don. Hóast eingin olja varð funnin er stjórin á
Jarðfeingi bjartskygdur
Mynd Jan Müller