Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 205 - 24. oktober 2006 tíðindi Ætlanin er at seta á stovn ein nýggjan frískúla, sum fer at lata dyrnar upp fyri teimum fyrstu næm­ ingunum næsta skúla­ ár. Í fyrsta umfari verða tað tær báðar, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dals­gaard, sum undirvísa og reka skúlan. Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Foreldur at børnum, sum skulu í skúla næsta ár, kunnu velja at senda børn­ ini í frískúlan, sum verður settur á stovn í hesum døgum. Síðani lógin um frískúlar varð samtykt í 2002, hevur ikki verið nógv ítøkiligt at hoyra um evnið, men tað hevur mangan ljóðað, at ymiskir áhugabólkar hava arbeitt við at seta á stovn frí- og eftirskúlar. Fyri tveimum vikum síðani varð kunngjørt, at ætlanir eru um at seta á stovn eftirskúla í Hvalba, og nú eru so eisini ítøkiligar ætl­ anir um at seta á stovn ein frískúla í Havn. Tað eru tvær kendar og royndar skúlakvinnur, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, sum hava tikið stig til at seta frískúlan á stovn, og sambært teimum, er skúlin grundaður á náms­ frøðiligar áskoðanir. Ætlanin er at byrja í august 2007 við umleið 20 næmingum í 1.-2. flokki og skúlin fer eftir ætlanini at vaksa spakuliga við einum flokki um árið, til og við 7. flokk. – Vit hava ikki funnið hølini til skúlan enn, men vit kunnu væl húsast í ein­ um sethúsum fyrstu árini, tí vit leggja so spakuliga fyri við einum flokki fyrsta árið. Eitt annað er, at vit mugu fyrst kanna um áhugi er fyri at tekna næmingar til frískúlan og soleiðis stað­­festa, um veruligur tørv­ur er á einum tílíkum tilboði, sigur Eyðbjørg Dalsgaard. Og hon vísir á, at tær hava verið í sambandi við nógv fólk og myndug­ leikar í fyrireikingartíðars keiðinum, og øll hava verið sera positiv mótvegis hug­ skotinum. – Øll hava tikið væl ímóti okkum og víst góðan vilja, líka frá kommununi, Mentamálaráðnum, feløg­ un­um hjá lærarum og peda­ gogum og Læraraskúla­ num, har vit samstarva um, at næmingar kunnu koma í starvsvenjing hjá okkum. Grundhugsjónin Skúlin hevur longu fingið eina heimasíðu, www. friskulin.org, har greitt verður frá grundhugsjón, skúlaskipan og øðrum. Í sambandi við grund­ hugsjónina verður sagt, at skúlin er eitt stað, har næmingar læra og mennast. Uppgáva skúlans er at virka fyri, at hvør einstakur næmingur lærir og mennist, og í so stóran mun, sum til ber, fær brúkt øll sín evni. Greitt verður frá, at lær­ ing er ein aktiv tilgongd í næminginum og fyri at læra krevst tíð og trygg­ leiki. – Næmingurin skal hava tíð og rúm til at uppdaga, leggja til merkis, eksperi­ mentera, reflektera og eis­ ini at venja og auto­matisera, verður sagt. Og hildið verð­ ur fram, at sosial interak­ tión er ein týdn­ing­armikil partur av læring, og at næmingar læra og mennast gjøgnum uppliv­ingar, royndir og í interaktión við ymiskt tilfar. Og sagt verður, at øll børn mennast, hvør í sínum lag. Fyri at stimbra og stuðla hvørjum einstakum barni í menning síni á øllum økjum - kognitivum, sosialium/etiskum, krops­ ligum og musiskum/listar­ ligum - er tað neyðugt at møta barninum, har tað er, fyri at tað kann mennast optimalt. – Lærarin skapar, saman við næmingunum, eitt stimb­randi og trygt um­ hvørvi, ein felagsskap, har barnið gjøgnum hóskandi aktivitet fær brúkt og lært ymiskar teknikkir og stra­ tegiir. Soleiðis leggur skúl­ in upp fyri fjølbroytni í læruháttum og í ymisk­ leikanum í børnunum, vísa Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard á í grundhug­ sjónini fyri nýggja frískúl­ an. Og tær leggja afturat, at við at geva børnunum veru­ lig akademisk val, gevur lærarin barninum hóskandi ávirkan á og ábyrgd av síni læring og møguleikan fyri at finna og brúka sína rødd. Í øllum hesum er lærarin medvitandi og virkin, eitt nú sum fyrimynd, veg­ leiðari, stuðul, mentor, sam­ skipari og myndugleiki. Heildagsskúli Viðvíkjandi skúlaskipanini verður greitt frá, at henda skúlaskipanin krevur tíð til næmingarnar. Tey skulu sjálvi ogna sær vitan: eks­ perimentera og uppliva “aha løturnar”; arbeiða umaftur og umaftur fyri at umbyggja teirra fatan, so hon rúmar tí nýggja; venja og brúka teirra nýggju vitan í øðrum samanhangi. Tí er skúlin er ein heil­ dagsskúli, frá kl. 8.00 - 14.45 + møgulig frítíðar­ ansing til kl. 17.00, við hóskandi aktiviteti og av­ bjóðingum frá skúla­ byrjan. Lærugreinabýtið Eyðbjørg og Sharon arbeiða fram ímóti, at dagurin er settur saman av tvør­greina­ ligum arbeiði og grund­ tímum. Í byrjunar­deildini eru grundtímarnir føroyskt og støddfrøði. Restin er skipað undir tvørgreinaliga arbeiðinum. Ítróttur hevur sítt fasta pláss á viku­ skránni. Miðdeildin verður í høv­ uðsheitum skipað sum byrjunardeildin, tó verða grundtímarnir víðkaðir, nú fleiri lærugreinar skulu við, eitt nú fremmand mál og alis/evnafrøði. – Menningarstøðið í flokkinum/stovuni er av­ gerandi fyri, hvussu dag­ urin verður uppbýttur. Dags­skráin er í stóran mun tann sama hvønn dag. Hetta gevur tryggleika og lættir um tilrættalegging­ ina bæði hjá lærarum og næm­ingum. Eisini skapar tað rúm fyri fjølbroytni og spontaniteti innan kendar og tryggar rammur. So hvørt sum næmingarnir gerast eldri, taka tey vaks­ andi ábyrgd av tilrætta­ leggingini av teirra egna skúladegi og arbeiði, siga stigtakararnir, sum ikki bert eru tær báðar, men eisini onnur fólk, sum eru knýtt at einum fyrireik­ ingarbólki. Fundur um frískúlan Vegna fyrireikingarbólkin boða tær báðar, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dals­ gaard, frá, at kunnandi fundur verður fyri áhugað­ um mánakvøldið, 30. okt­ ober 2006, kl. 20 á Háskúla­ num í Havn. Og har verður eisini høvi til at skriva børn inn til komandi skúla­ ár, 1. og 2. flokk, skúlaárið 2007-2008. Nýggjur frískúli í Havn Tilmælini um fólka­ skúlan eru mong og umfatandi í álitinum, sum ein arbeiðs­bólk­ ur handaði Jógvani á Lakjuni landsstýris­ manni, mikudagin. Í álitinum eru uppskot um at styrkja fakliga førleikan hjá næm­ ingum, og at menna fólkaskúlan. Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lands­stýris­maðurin í men­ ta­málum setti tann 13. juli 2006 arbeiðsbólk, sum skal lata landsstýrismanninum tilmæli um, hvørji átøk eiga at verða framd í fólka­ skúlanum beinanvegin, so­ leiðis at næmingarnir kun­ nu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Skakandi úrslit Arbeiðsbólkurin hevur nú handað landsstýris­manni­ num álitið, har sagt verður, at PISA-undankanningin vísti vánaligt fakligt avrik hjá føroyskum næmingum. Hon elvdi til kjak, sum var merkt av, at allir partar, sum varða av skúlanum, ynskja at arbeiða saman um at menna skúlan, og neyðugt er hjá øllum pørt­ um at taka PISA undan­ kanningina til eftirtektar. – Hinvegin so vísti PISA- undankanningin eisini, at næmingarnir trívast væl í skúlanum og høvdu góð viðurskifti við lærararnar. Eisini vísti kanningin, at í sambandi við KT –nýtslu, so vóru føroysku næming­ arnir væl fyri, sigur arbeiðs­ bólkurin. Málrætta átøk Arbeiðsbólkurin varð biðin um at viðgera málið við atliti at leiklutinum hjá lær­ arum, foreldrum, kom­mun­ um, skúlastýrum, Menta­ málaráðnum og viðvíkjandi lesiætlanar­arbeiði, sum kann menna viðurskiftini, bæði í og kring fólka­skúl­ an. Við støði í PISA-undan­ kanningini skuldi arbeiðs­ bólkurin koma við upp­ skotum um neyðug átøk, sum skjótt kunnu setast í verk, og viðgera onnur viðkomandi viðurskifti, sum arbeiðsbólkurin metti hava týdning. – Átøkini skulu vera málrættað, og tað skal greitt kunna vísast á, hvar og hvussu tiltøk verða sett í verk, sum kunnu betra um støðuna hjá fólka­ skúlanum, var uppgávan. Nógv satsøki Í niðurstøðuni frá Pisa- undankanningini stóð at lesa, at um vit lata vera við at samanbera okkum við onnur lond, men einans greina tær føroysku dátur­ nar, koma tó áhugaverd úrslit fram, sum kunnu leiða til skúlapolitiska um­ ráðan. – Í fyrstu atløgu eigur at verða umrátt, hvørt lærara­ førleikin er nøktandi, og hvørt undirvísingartilfarið í øllum lærugreinum í Føroya lutfalsliga smáu skúlum er nøktandi. Eisini er nógv sum bendir á, at teir veikastu eins og teir sterkastu næmingarnir fáa ikki nøktandi og hóskandi avbjóðingar. Líkt er til, at orsøk er at hyggja nærri eftir, hvørt arbeiðsum­ hvørvið í skúlunum er nóg friðarligt og nóg væl skipað (reiðiligt, ruddiligt, ham­ piligt) – um ófriður og órógvandi atburður er í tímunum, og um, við øðr­ um orðum, dissiplinin ikki eigur at verða styrkt. Heima­­arbeiði og annað frítíðarvirksemi, við til­ knýti til fak og skúla, eru ikki eyðsýnd føroysk sats­ ingarøki. Ungu fólkini vitja sjáldan tey almennu bóka­ søvnini, hóast hetta annars í øllum londum tykist at hava týdning fyri førleikan hjá teimum ungu. Gott er tað kortini, at føroysk ung brúka lutfalsliga meira tíð til at lesa dagbløð og til lesing, har KT verður nýtt sum amboð, enn t.d. donsk ung, stóð millum annað at lesa í niðurstøðunum frá Pisa-undankanningini. Á gáttini til heimsins besta skúla