týsdagur 24. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2006
11
tíðindi
Hatta vóru sanniliga tvey
Ymisk lív í sendingini at
sama navni í sjónvarpinum
sunnudagin! Tað má sigast!
Tað var hugaligt at síggja
Jóhan – hetta fryntliga, dám
liga og brosandi menniskja
av Guds náði – fara runt í
Havnargøtum og tøma skrell
ispannir, og so eisini síggja
hann í eini heilt aðrari støðu,
tá ið hann umrøddi sín besta
vin sum var farin higani fold
um frá – Jóhan mátti taka
lummaklútin fram, hann
feldi nøkur tár!
Tú sást sama mann – har
hann stríddist raskur og feg
in við at sópa undan havnar
fólkum – og so kenslurnar
sum brutu fram, tá ið ein
av hansara kæru var farin
– styrki og sál í einum og
sama manni!
Hitt lívið var av heilt øðr
um slagi! Nú møttu vit einum
hástórum, arrogantum, frek
um, nassvísum og búkstórum
manni sum hálovaði sær
sjálvum og segði seg vera
einasta høvund sum dugdi at
skriva, og ikki bert høvund,
men blaðfólkini dugdu held
ur ikki at skriva. Henda
heimahjálpin – vit kunnu
kalla hann so, tí hann stríðist
heima við hús meðan konan
ferðast runt um høv at kanna
hval og fisk og goggur – sum
nú hevur skrivað eina bók
sum hann sigur fólk hava
lisið, hevði ikki stóra virðing
fyri øðrum enn sær sjálvum!
Einki annað er gott, uttan tað
eg geri! Sumt dugir ikki at
skriva, onnur eru “forbann
aði bygdafrell”!
Her verður ikki lagt
fingrar ímillum – her er
eingin sum helst virðing
fyri øðrum mannalívi enn
sínum egna – alt annað er
dugnaleyst! Henda mark
leyst og niðurgerandi skolan
og hástóra skalluta kúlan átti
ikki at sloppi framat í sjón
varpinum um tey sum stílaðu
fyri høvdu nakað sum helst
vit og skil!
At seta tvey so sera ólík og
ambivalent lív saman í eini
sending er eitt tað syrgiligasta
eg havi sæð í sjónvarpinum!
At seta Jóhan – henda fitta
og meinaleysa og góða
mann – saman við hesi
rotnu - bæði innan og uttan
á skræuni - heimahjálpini
er tað sama sum at gera
sending um djevulskap og
eyðmjúkleika!
Tí tað at tú hevði so stóra
kontrast í innihaldi, gjørdi,
at hvørjaferð tú vart upplívg-
aður av Jóhan og hansara
brosandi medferð – av fitta
persóninum Jóhan – so vart
tú sum rivin úr stólinum,
tá ið henda glorifiseraða
heimahjálpin stakk stóru
nøsina fram á skíggjan og
oysti av innvølinum út yvir
hvørja stovu í landinum! Har
var eingin eyðmjúkleiki og
virðing! Har var eingin sál,
men oyðandi skræpa og
einki annað!
Jóhan tosaði við virðing
um tey fólk hann hevði við
at gera!
CJ spítti í gronina á øllum
tí hann hevði við at gera!
Heimahjálpin og Skrellimaðurin
rithøvundur
ólavur
í beiti
Seinastu tíðina hava nógv
ar hugfloygdar verkætlanir
verið framm i í fjølmiðlu
num. Ein av hesum verk
ætlanum er at gera ein
undirsjóvartunnil
undir
Skálafjørðin,
og
hesin
tunnil skal ganga upp á
økinum við Toftavatn, og
ein onnur verkætlan er at
gera íbúðir til 800 fólk
á sama øki. Hetta kann
snøgt sagt ikki fremjast
í verki, tí fyri meira enn
tólv árum síðani avgjørdi
Náttúrufriðingarnevndin
fyri Eysturoyar sýslu og
Yvirfriðingarnevndin
at
lata Toftavatn og økið utt
anum náttúrufriða. Nátt
úrufriðingin er gjørd við
tí fyri eyga at varðveita
økið í sínum natúrliga líki,
soleiðis at plantur, djór
og jarðfrøðilig fyribrigdi
verða varðveitt óbroytt. Í
kunngerðini verður eisini
sagt, at tað ikki er loyvt
at byggja, taka grót, mold,
sand, eyr, plantur og djór
(sí “Kunngerð um friðing
av økinum um Toftavatn”
dagf. 18.03.1994)
Virðismikið tilfeingi
Tað er ilt at ímynda sær,
hvussu allar hesar verk
ætlanir, sum eru framm i,
kunnu setast í verk, uttan
at kunngerðin um friðing
av økinum um Toftavatn
verður brotin. Toftavatn
er nakað serstakt, – tað er
ikki ovsagt. Umframt at
økið er sera náttúruvakurt,
verður tað mett sum eitt av
teimum økjum í Føroyum,
ið beinanvegin átti at verið
lagt út til ein tjóðargarð, har
fólk kunnu njóta náttúru,
sum verður varðveitt fyri
náttúrunnar sakir; har tað
verður granskað og kunnað
um náttúruna. Men eru vit
veruliga so fátæk í hesum
landi, at vit ikki duga at
síggja náttúruna sum eitt
virðismikið tilfeingi, sum
vit eiga at ansa sera væl
eftir og varðveita í sínum
natúrliga líki?
Friðingarverd øki
Í bókini “Føroya náttúra
– lívfrøðiligt margfeldi”, ið
kom út fyri einum mánaði
síðan, er ein talva gjørd
yvir, hvørji náttúruøki eru
friðingarverd orsakað av
teirra serliga lívfrøðiliga
margfeldi. Eitt av hesum
økjum er Toftavatn og øki
uttanum. Øki uttanum er
sera virðismikið, tí her er
eitt serliga gróðrarmikið
lyngøki, sum ikki hevur sín
líka aðrastaðni í Føroyum.
Og her ber eisini til at finna
fleiri sjáldsom plantusløg
og fuglasløg.
Eg eri greið um, at tað er
ógvuliga trupult at grund
geva fyri, at eitt øki skal
friðast, bert tí vit finna
eina serliga plantu har, sum
kanska ikki finst aðrastaðni
í Føroyum, mótvegis fíggj
artungum verkætlanum so
sum undirsjóvartunlum og
stórum íbúðarhúsum. Men
eg geri tað kortini, tí at
eg eri sannførd um, at tað
eru nógv við mær, sum
halda, at náttúran eigur at
varðveitast.
Avtala millum lond
Vit vilja sleppa at vera við
á altjóða leikpallinum, hava
undirskrivað sáttmálar, ið
áleggja okkum at varðveita
náttúruna. Ein av teimum
sáttmálunum, sum hevur
verið mest framm i í sein
astuni, er sáttmálin um lív
frøðiligt margfeldi. Hesin
sáttmáli áleggur okkum at
gera skipanir, ið hava til
endamáls at verja plantur
og djór. Í sambandi við
arbeiðið at verja lívfrøðil
iga margfeldið liggja stórar
avbjóðingar fyri framman.
Við tí fyri eyga at seta ferð
á hetta arbeiði varð í 2002
enn ein avtala millum lond
samtykt. Hendan avtala hev
ur til endamáls at seta átøk
í verk, sum skulu steðga
afturgongdini av plantum
og djórum seinast í 2010.
Við teirri verkætlan, sum
er í umbúna við Toftavatn,
sær tað ikki út til, at vit
ætla okkum at náa 2010-
málinum – tvørturímóti.
Eingin
náttúrufyrisiting
Tá tú tosar við útlendskar
samstarvsfelagar, kennir tú
teg ofta illa av at noyðast at
viðganga,
· at vit ikki hava nakað øki, ið
veruliga er náttúrufriðað,
· at vit ikki hava nakra
náttúrufyrisiting,
· at vit ikki eru farin í gongd
við 2010-málið
· og at vit nú eru í ferð við
at oyðileggja eitt av okkara
mest fjølbroyttu lyngøkjum
til fyrimunar fyri tunlar og
íbúðarbygging.
Hví eru vit komin so stutt
á okkara náttúruøki, tá ið
vit liva av okkara náttúru
og eru bundin av at skula
røkja náttúruna so væl sum
til ber? Er tað tí at vit ikki
hava ráð? Nei tað haldi eg
ikki.
Eg fái meg illa at trúgva,
at allir eysturoyingar og
Føroya fólk annars, sum
kenna til Toftavatn, eru
samd, tá talan er um at gera
so stór inntriv á økið, at
tað ikki verður til at kenna
aftur.
Eg
vil
tí
heita
so
inniliga á tykkum um at
taka friðingina í álvara og
finna eitt annað øki til slíkt
virksemi.
Toftavatn er náttúrufriðað
plantuvistfrøðingur
Anna Maria
Fosaa
Seinastu
mánaðirnar
hava vit verið vitni til, at
broytingar eru framdar,
sum hava havt óhepnar
avleiðingar fyri tey við
menningartarni. Vit kunnu
t. d. nevna broytingarnar í
dagstovnalógini og forsorg
arlógini, har Javni vísti á,
at broytingarnar ikki vóru
nóg væl fyrireikaðar, og
tí mælti Javni frá at seta
broytingarnar í verk.
Hesar vórðu kortini
framd ar, og hava vit sein
astu mánaðirnar sæð,
hvussu óheppið hetta
hevur verið fyri nógv
børn við menningartarni
og
teirra
familjur.
Enn einaferð mugu vit
rópa varskó, tí nú eru aft
ur broytingar ávegis, sum
koma at hava óhepna
ávirkan á umstøðurnar hjá
fólki við menningartarni.
Í samband við sáttmála
samráðingarnar millum
Pedagogfelagið og Fíggj
armálaráðið vilja vit vísa
á, at tað er umráðandi og
neyðugt at taka atlit til
teirra, sum koma at liva
við teimum avleiðingum,
ið standast av tí møguligu
semju, partarnir koma til.
Javni kann ikki góðtaka, at
Fíggjarmálaráðið krevur,
at øll tænastumannastørv
innan
sambýla-
og
bústovnaøkið fella burt
ur. Hetta fer at skapa
óneyðugan ótryggleika á
økinum og fer at seta øll
tey við menningartarni
í eina ógvuliga trupla
støðu, næstu ferð t.d.
arbeiðssteðgur er. Tað er
alt avgerandi fyri tey við
menningartarni, at tað
altíð eru starvsfólk tøk
úti í bústøðunum. Tað er
jú teirra heim, vit tosa um.
At avtaka tænastumann
astørvini kann føra við
sær, at starvsfólk sam
vitskuleyst verða tikin
gíslar, ella – um tey
sýta fyri at vera gíslar
– at menningartarnað og
ófullfør verða viðfarin
sum kastibløka. Hvørki
er virðiligt í einum mod
ernaðum
samfelag.
Tað er ikki uttan grund,
at størv á sambýla- og
bústovnaøkinum eru tæn
astumannastørv, og Javni
vil fegin fáa at vita frá
Bárði Nielsen og Hans
Paula Strøm, hvussu teir
ætlar at tryggja teimum
menningartarnaðu
á
sambýlum og bústovnum,
at tey altíð fara at hava
starvsfólk at hjálpa sær,
hóast øll tænastumann
astørvini fella burtur.
Sáttmálasamráðingar eiga
ikki bert at snúgva seg um
krónur og oyru, men eisini
um hvørja tænastu vit
veita teimum, sum hava
tørv á serligum tilboðum.
Tí heita vit á allar partar
í samráðingunum um at
taka neyðugu atlitini til
tey við menningartarni,
sum búgva á sambýlum og
bústovnum kring landið.
Opið bræv til Hans Paula
Strøm og Bárð Nielsen
Forkvinna í Javna
lis Eklund í
Niðristovu
Leygarkvøldið 28.
oktober verður
kvøldseta við ábiti
í VB húsinum og
tónleikaskráin er
er forvitnislig, tí
Peter Abrahamsen
og Bell Pepper Boys,
Stanley Samuelsen
og Glymur fara á
pallin. Deiggj spælir
til dansin aftaná
kvøldsetuna
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Vági verður spennandi
tiltak leygarkvøldið, tá VB
húsið verður karmur um
kvøldsetu, har tónleikurin
er sera fjøllbroyttur og for
vitnisligur.
Á skránni er kvøldseta
við ábiti, konsert og
dansi
Danski countrybólkur
in Peter Abrahamsen &
Bell Pepper Boys kem
ur saman við Stanley
Samuelsen og kórinum
Glymi, at standa fyri tí
tónleikaliga partinum av
kvøldinum.
Á
matarseðlinum
er góð fiskasuppa við
breyði. Deiggj spælir til
dansin.
Forsølan til tiltakið er
byrjað og atgongumerki
til kvøldsetuna kosta 120
krónur. Til dansin 120
krónur og atgongumerki
til kvøldsetu og dans 200
krónur.
Atgongumerkir kunnu
keypast í forsølu í Kunn
ingarstovuni í Vági og
Kunningarstovuni á Tvør
oyri.
Tað er Felagið Jóansøk
ufestivalurin sum skipar
fyri tiltakinum saman við
Norðurlandahúsinum.
Kvøldseta í VB húsinum